Raðíbúðir í Sørvági

 

21. mai 2013 undirskrivaði Sp/f Sørvágs Snikkaravirki sáttmála við Bústaðir um høvuðsarbeiðstøku fyri bygging av íbúðum í Sørvági.

Tær 5 íbúðirnar verða bygdar mitt í býgdini, á Billubønum, við góðum útsýni yvir bygdina og sandin. Tær verða orkuvinaligar, og uppfylla øll krøvini í BR10-byggiásetingini.

Íbúðirnar verða uml. 85 m², og hava harumframt ein lítlan hjall/úthús. Allar eru egnaðar til fólk í koyristóli, og tær verða innrættaðar soleiðis: Køkur og stova, hjúnarkamar, sovikamar, gangur og baðirúm.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og eftir ætlan standa íbúðirnar liðnar seinast í mars 2014.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12