Svimjihøllin er opin soleiðis í heystfrítíðini:

 

  • Báðar leygar- og sunnudagarnar áðrenn og aftaná heystfrítíðina er opið sum vanligt,
    leygardagarnar kl. 10-15 og sunnudagarnar kl. 8-10

  • Mánadag, mikudag og fríggjadag í heystfrítíðini: kl. 17-20

  • Týsdag og hósdag í heystfrítíðini: kl. 10-15

 

Eyka bygdaráðsfundur

Boðað verður til eyka bygdaráðsfund týsdagin 8. oktober 2019 kl. 17:00.

 

Mál á skrá:

  • Útstykkingin 119x á Middagsvarða

 

Aimé Jacobsen, borgarstjóri

Nýtt skeið á Sørvágs kvøldskúla

Dugnaskaparútbúgving í motorpassing er nýtt á kvøldskúlanum, les meira her.

IRF: Ein partur av innsavningini forskotin hesa vikuna

Vegna tekniskar trupulleikar er ein partur av innsavningini av húsarhaldsposum forskotin hesa vikuna:

  • Sørvágur: Húsarhaldsposarnir verða heintaðir týsdagin, 1. oktober.
  • Hósvík og Streymnes: Húsarhaldsposarnir verða heintaðir týsdagin, 1. oktober.
  • Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli, Oyrarbakki, Oyri: Húsarhaldsposarnir verða heintaðir mikudagin, 2. oktober.
  • Norðragøta, Gøtugjógv og Leirvík: Húsarhaldsposarnir verða heintaðir hósdagin, 3. oktober.

Kunning frá Sørvágs Kommunu

Luna fer at seta smolt út í smoltrørum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum í Bø.
Rørið er væl avmerkt við ávaringarljósum.
Byrjað verður mánadagin 30. september, og arbeiðið heldur fram til og við fríggjadagin 4. oktober 2019.
Hesar dagar fer skipa- og bátaferðslan fram innan fyri ringarnar við Múlan.
Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi, tá verður siglt inn og út av Sørvági.

Eru ivamál kann ringjast á tlf. 23 32 05.

Red Cross: Intercultural Family Retreat

Reyði Krossur: Familjulega fyri fólki við tilflytarabakgrund

 

 

The Faroe Islands Red Cross is pleased to invite couples and families, where one or more member has an immigrant background, to the Intercultural Family Retreat, which will take place 4-6 October 2019 in Nesvík.

Les meira...

Bingjuplássið

Ísambandi við at fjøllini nú verða gingin, verður tikið í móti burturkasti frá slaktinum, tó verður mint á at vembur skulu verða tømdar og innvølurin koyrdur í posa, áðrenn koyrt verður í bingjuna.

Umframt vanligu tíðina, verður bingjuplássið opið mánadag, mikudag og hósdag frá frá kl. 17:00 - 18:00.

Hetta verður bert galdandi í oktober mánaða.

 

Sørvágs kommuna

Kunning frá Sørvágs kommunu

Luna fer at seta smolt út í smoltrørum tvørtur um Sørvágsfjørð í oktober mánaða.
Ætlanin er at smoltbilarnir sleppa smoltið úr tangum á parkeringsplássinum í Bø saman við sjógvi, sum verður pumpaður úr fjøruni niðanfyri parkeringsplássið í Bø, ígjøgnum eitt 250 mm rør beinleiðis út til ringarnar.
Hetta verður gjørt í trimum umførum, fyrst í oktober, miðjan oktober og síðst í oktober. Hvørt umfar tekur um 3 dagar.
Rørið verður væl avmerkt.

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? Og visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Les meira...

Kvøldskúlin 2019/2020

Pdf-fíla

Ungdómshúsið

Ungdómshúsið letur upp mánadagin 16. sept.

Opið er hesar dagar:

  • Mánakvøld fyri 4. og 5. flokk frá kl. 18:00-21:00
  • Mikukvøld fyri 5. og 6. flokk frá kl. 18:00-21:00
  • Hóskvøld fyri 6. og 7. flokk frá kl. 18:00-22:00
  • Fríggjakvøld fyri 7. flokk og upp til 18 ár frá kl. 19:00-01:00

Limagjaldið er 50 kr. fyri restina av árinum.

 

Nýggjur leiðari í Heimatænastuni í Vágum

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur sett Jóngerð M. Nielsen í starv sum leiðara fyri heimatænastuna. Jóngerð byrjar í starvinum 1. oktober 2019.
Jóngerð er 46 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur eisini diplomleiðaraútbúgving í leiðslu.
Hon hevur drúgvar starvsroyndir sum deildarleiðari í sjúkrahúsverkinum og á eldraøkinum. Hon hevur eisini royndir sum leiðari á barnaverndarøkinum.
Henni verður ynskt til lukku við starvinum, góða eydnu og vælkomin vestur.

Kunning um ferðslu til Føroya vakrasta hálvmaraton

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri hálvmaratonrenning, ið verður leygardagin 7. september. Teinurin, ið runnin verður, er úr Gásadali til Sandavágs kirkju.

Undirtøkan seinastu 5 árini hevur verið serstakliga góð og í fjør var metstór luttøka við 1.000 luttakarum.

Útlendingar eru eisini farnir at geva Føroya vakrasta hálvmaraton ans, og aftur í ár eru fleiri útlendskir rennarar við. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Kommunurnar í Vágum og vágafólk hava víst stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Hiddenfjord, sum er høvðusstuðul hjá Føroya vakrasta hálvmaraton, Vága floghavn, FK í Miðvági, EUR Express og Føroya Bjór og Atlantic Airways hava stuðlað Føroya vakrasta hálvmaraton.

Eins og undanfarin ár ber til bæði at ganga og renna hálvmaraton. Í ár byrja tey, sum ganga 1 tíma áðrenn rennarar, so bæði gangarar og rennarar koma á mál nøkulunda samstundis. Rutan er tann sama fyri bæði gangarar og rennarar. Eins og í fjør verður Vatnavegurin stongdur hálv anannan tíma, frá kl. 11:30 til 13:00. Tey, sum ganga hálvmaraton, byrja at ganga kl. 10:00. Rennarar byrja at renna kl. 11:00.

Vinarliga kunni starvsfólk og kundum tykkara um at Vatnavegurin er stongdur í tíðarskeiðnum frá kl. 11:30 til 13:00 frá flogvøllinum til rundkoyringina við FK í Miðvági.

Fundarboð

Boðað verður til fund í bygdaráðnum mikudagin 04.09.2019 kl. 17:00.

 

Til viðgerðar:

  • 88/2019 2. viðgerð. Ungdómshúsið eykajáttan – Claus Rasmussen
  • 93/2019 2. viðgerð. Eykajáttan – Serstovan
  • 104/2019 2. viðgerð. Eykajáttan til konto 05.24.33.8010 – Tilboð og tiltøk innan mentan
  • 106/2019 Umsókn frá Visit Vágar – eykajáttan og játtan til verkætlanarstarv
  • 107/2019 Skriv frá Jannet Steintún og Rakul P. Vang, viðv. ansing av børnum
  • 108/2019 Umsókn um stuðul til stuttsavn – Anna Elisabeth H.. í Kálvalíð
  • 109/2019 Keyp av fendarum til nýggju bátabrúgvarnar
  • 110/2019 Tilboð frá Vestmek um nýtt rulluportur í Djúpheiðum
  • 111/2019 Ums. um byggiloyvi til havastovu/terassu á matr. nr. 257 í Sørvági – Jim S. Guttesen
  • 112/2019 Fráboðan/ums. um loyvi at umvæla hús á matr. nr. 18c í Sørvági – Jógvan J. Lauritsen
  • 113/2019 Ums. um umbýti millum matr. nr. 21a og 165a – Jóhannes Joensen/Inga Ingvadóttir
  • 114/2019 Umbýti uttangarðs – Jóan Pauli Weihe
  • 115/2019 Projektering Alvalon

 

 

Sørvágs kommuna

Aimé Jacobsen, borgarstjóri

Heilsufremjandi venjingar fyri heimabúgvandi pensjónistar í Vágum

Endamálið við venjingunum er at økja um vælveruna hjá tí einstaka og at borgarin so leingi, sum tilber, verður sjálvhjálpin og virkin bæði heima og úti.

Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar.

 

  • Venjingartíðir: mánadag og hósdag kl. 10:30-11:30
  • Byrjað verður: mánadagin 9. september 2019
  • Staður: kjallarin á Sýnini
  • Flutningur: bussur koyrur til og frá eftir ynski
  • Tilmelding: tel. 79 32 00 yrkadagar millum 09:00-13:00
  • Kostnaður: 20 kr. pr. dag

 

Vinarliga

Heimatænastan í Vágum

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í september

Í viku 38 verða nýggj rull við gráum posum borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Les meira...

Eg vil, eg dugi, eg kann

Skúlasangurin hjá Sørvágs skúla :)

Tórfríð Tavsen hevur smíðað lagið og Jógvan Steintún hevur yrkt.

 

 

 

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka havhestaungar

 

Nú havhestaungatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

 

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.

 

Fyribyrging av havhestaungasjúku:

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja havhestaungasjúku.

 

Kunngerð

 

Vísandi til at løgtingsval er útskrivað 29-07-2019, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í bókasavninum í Sørvágs skúla, Skúlavegur 13 í Sørvági tann 31-08-2019.

Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 10:00 og 20:00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.

Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við fríggjadagin 30-08-2019 kl. 16:00.

Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30-08-2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tel. 363200 í seinasta lagi sama dag kl. 12:00.

Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunuskrivstovuni á tel. 363200 sum skjótast.

Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.

 

Sørvágs kommuna

 

 

Broyttar upplatingartíðir - svimjihøllin

Framyvir verður svimjihøllin opin leygardag kl. 10-15 og sunnudag 8-10.

Svimjihylurin fer eisini at verða opin eitt kvøld mítt í viku, men lýst verður við hesum seinni.

Gevið gætur – Øll miðbygdin í Sørvági er nú 30 km/t sona!

 

Næstu viku verður farið aftur í skúla. Tað merkir, at fleiri børn og ung verða til gongu á vegunum aftur.

Eftir tilráðing frá skúlastýri, skúla og bussførarum verður roynt at tálma ferðsluna og fáa ferðsluviðurskiftini í Sørvági tryggari – serliga í støðum, har okkara børn og ungu ferðast til gongu.

Fyrr í vár varð samtykt í ferðslunevndini og bygdaráðnum, at ferðin í miðbygdini skal ikki fara upp um 30 km/t, og tí eru fýra sonuskelti við hámarksferð sett upp uttan um miðbygdina.

 

Vinarliga gevið hesum gætur!

 

 

Svimjing í viku 33

Svimjing verður týsdagin 13. august og hósdagin 15. august frá kl. 10-14.

Vesturskin - Mentanarvika í Vágum 2019

Aftur í ár fer Vesturskin at varpa ljós á Vágar við alskyns mentanar- og nátturupplivingum í allari oynni. Í eina viku gevur Vesturskin ungum sum eldri høvið til at uppliva tónleik, film, dans, bókmentir, listasýningar, felagssang, gongurtúrar og mangt annað bæði á sjógvi og landi.

 

Skrá er at síggja her

 

Vallistar

Vallistarnir til løgtingsvalið 31.08.2019 liggja frammi til alment efirlit á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 12.08.2019 til og við 20.08.2019.

Kæra um, at at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal verða send kommununi í seinasta lagi 30.08.2019 kl. 12:00.

 

Sørvágs kommuna

 

Svimjing í viku 32

Svimjing verður týsdagin 6. august og hósdagin 8. august frá kl. 10-14.

Kunning kemur leypandi hvussu opið verður í summarfrítíðini.

Svimjing í viku 31

Svimjing verður mikudagin 31. juli og fríggjadagin 2. august frá kl. 10-14.

Kunning kemur leypandi hvussu opið verður í summarfrítíðini.

Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjan leiðara

 

Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjan leiðara at standa á odda fyri virkseminum og hava fakliga, fíggjarliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd av allari Heimatænastuni.

Talan er um eitt spennandi, fjøllbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður við til at mynda og menna Heimatænastuna í Vágum, og at tryggja tænastur á høgum støði.

 

Les meira...

Útskifting av gøtuljósum

Sørvágs kommuna er farin undir eina skipaða útskifting av gøtuljósum.  Í ár verða 30 gøtuljós skift. Ætlanin er, at øll ljósini yvir eitt áramál verða skift til LED-ljós.

Sp/f Thorfinn Nielsen stendur fyri arbeiðinum.

Svimjing í summarfrítíðini

Svimjing verður týsdagin 23. og hósdagin 25. juli frá kl. 10-14.

Kunning kemur leypandi hvussu opið verður í summarfrítíðini.

Leiðari settur í Barnaverndartænastuni í Vágum

Kristina Háberg er sett í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Vágum

Samstarvsnevndin fyri Barnaverndarstovuna í Vágum hevur gjørt av at seta Kristinu Háberg í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Vágum frá 1. september 2019 at rokna.

Kristina Háberg er 35 ára gomul og útbúgvin sum sosialráðgevi. Harumframt hevur hon eina kandidatútbúgving í pedagogiskari psykologi. Seinastu átta árini hevur hon starvast sum sosialráðgevi á barna- og familjuøkinum í Danmark og í Føroyum.

11 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin fyri Barnaverndartænastuna í Vágum var samd um, at Kristina Háberg við sínum starvsroyndum innan økið og útbúgvingum hevur røttu førleikarnar at røkja starvið.

 

Fundarboð

 

Boðað verður til eyka bygdaráðsfund mánadagin 22.07.2019 kl. 10:00.

Til viðgerðar:
105/2019 Starvssetan av húsavørði.

 

Kunngerð frá Sørvágs kommunu

Bygdaráðið samtykti á fundi hin. 23.01.2019 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 185a, 204b, 197a, 62a, 393, 208, 391a, 233b, 76a, 3, 369 og 368 í Sørvágs kommunu. Sambært korti dagfest 16.01.2019.

 

 

Uppskot til broytingina snýr seg um at:

  • Øki K: Landbúnaður verður broytt til øki B: Sethús
  • Øki F: Almenn frítíðarøki verður broytt til lutvíst øki E: Almennir stovnar, øki B: Sethús og øki K: Landbúnaður
  • Øki E: Almennir stovnar verður broytt til lutvíst øki K: Landbúnaður, øki B: Sethús og øki H: Frílendi

 

Almenna byggisamtyktin saman við korti, tekningum og vegleiðing um kæru liggur frammi á sorvag.fo og á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 22. juli 2019 til 30. august 2019.

Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.

 

Sørvágs kommuna
Varðagøta 8
380 Sørvágur
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

 

Vegleiðing um kæru

Mótmæli og broytingaruppskot til broytan av byggisamtyktini skulu vera Sørvágs kommunu í hendi innan 6 vikur eru gingnar frá kunngerðardegnum, ið er tann 22.07.2019.
Mótmæli og broytingaruppskot, ið bygdaráðið samtykkir ikki at ganga á møti, fylgja við uppskotinum, tá hetta verður sent Innlendismálaráðnum til góðkenningar.

 

Vestanstevna 2019

 

Her ber til at lesa um Vestanstevnuna.

 

Demensvinarligt samfelag og pallborðsfundur

 

Trýst á myndina og hon verður størri

Vesturskin verður í august

Visit Vágar fer í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu aftur í ár at skipa fyri mentanarvikuni Vesturskin, sum verður í døgunum 18. til 24. august.

Endamálið við Vesturskin er at varpa ljós á Vágar við alskyns mentanar- og náttúruupplivingum í allari oynni. Skráin í ár fer bæði at bjóða uppá nøkur afturvendandi tiltøk, so sum sólseturskaffi í Gásadali, pilates á Trælanípuni og Vágagongu. Harafturat verða eisini ymisk nýggj og áhugaverd tiltøk at gleða seg til bæði hjá børnum og vaksnum.

Fylg við Vesturskin á Facebook her

Vit royna aftur - Starvsfólk til svimjihøllina

Søkt verður eftir fólki at arbeiða í svimjihøllini í Sørvági nakrar tímar um vikuna, tá ið almenn svimjing er. Søkt verður eftir fólki, ið vil arbeiða fast og avloysarum.
Tú skalt standa fyri trygdini í hylinum og avgreiða kundarnar. Tú skalt duga væl at svimja og kunna standa lívbjargararoyndina. Kommunan bjóðar kravd skeið.
Opið er leygardag kl. 15-20 og sunnumorgun kl. 8-10.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Ring á kommunuskrivstovuna á tlf. 363200 og melda teg til sum skjótast.

Sørvágs kommuna

Kunngerð frá Sørvágs kommunu

 

Serstøk byggisamtykt fyri íbúðareindir á matr. nr. 15, 385a, 153, 95d, 174b, 163a, 283, 290b, 39, 418 og 32.

Sørvági kommuna samtykti á fundi hin. 29.05.2019 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri part av neystaøkið G.

Broytingin fevnir um matr. nr. 15, 385a, 153, 95d, 174b, 163a, 283, 290b, 39, 418 og 32.

Bygdaráðið hevur samtykt at broyta matr. nr. 15, 385a, 153, 95d, 174b, 163a, 283, 290b, 39, 418 og 32 frá øki G- Neyst - til serstaka byggisamtykt.

Uppskot til broytingina snýr seg um at loyva at byggja íbúðaðareindir í økinum.

Almenna byggisamtyktin saman við korti, tekningum og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 28. juni 2019 til 9. august 2019.

Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommunustýrinum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.

 

Sørvágs kommuna

Fólk til svimjihøllina

Søkt hevur verið eftir fólki at arbeiða í svimjihøllini, tá ið almenn svimjing er. Nú umsóknarfreistin er farin, er onkur umsókn komin, men brúk er fyri fleiri, ið kunnu avloysa, tá ið á stendur.
Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við kommununa sum skjótast – innan skeið verða hildin.

Sørvágs kommuna

Próvhandan í Dugnaskapsroynd í sigling

í Marghøllini í Sørvágs skúla týskvøldið 28. mai 2019.

 

19 hava tikið prógv. Á myndini frá vinstru: Durita Wang Jacobsen, Tummas M. Løvendahl Rasmussen, Martin Gunnarsson Skúvadal, Ellef Ellefsen, Andor Joensen, Anton F. Joensen, Niels Erik Egholm Anderson, Jens Eyðstein í Løðu, Anfinn Joensen, Jan M. Hjaltalin, Egil Joensen, Heri í Garðinum, Rói Birgirsson Ehlers, Regin F. Davidsen, Ingi Ole-Jacobsen, Elias Falkvard.
Hesir vænta á myndini: Hans Kári Hansen, Sólbjørn Kjærbæk, Páll Poulsen og Uni Hansen.

 

Les meira...

"Syngið og dansið við" í høllini á Sýnini í Miðvági

Mikudagin tann 29. mai kl. 14-16.

 

 

Grundað umbygging hevur lítið virksemi verið í høllini og tí gleða vit okkum sera nógv at síggja tykkum til hugna og sang í høllini í góðum felagskapi við Sigfríð Olsen, Bjartu Arge og Tummas Hera.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
The/kaffi og kakur. Kostnaður 50 kr.

Heimatænastan í Vágum

 

Ruddingardagur í Sørvágs kommunu

Ruddingardagurin hjá Sørvágs kommunu verður leygardagin tann 8. juni 2019.
Skráin fyri dagin kemur seinni.

Sørvágs kommuna

Fráboðan um útskiftingarfund í Mykinesi

Tíðindaskriv frá Vága prestagjaldi

Kvøldseta í Miðvágs kirkju sunnudagin 26.05 kl. 16:00.

Í sambandi við at fyrrverandi Vágaprestur David Johannesen gjørdist 70 tann 19.05, verður skipað fyri kvøldsetu við sangi og upplestri úr skaldskapinum hjá David Johannesen.
Tónaskøld úr Vágum hava gjørt løg til sálmar og sangir, sum verða framførdir á kvøldsetuni.
Vágakórið syngur undir leiðslu av Katrin á Borg Johannesen, Knút Olsen hevur gjørt lag til ein av sálmunum.
Um framt Knút Olsen, hava Holgar Jacobsen, Valdemar á Løgmansbø og Jón Eirik Joensen, sum eisini er organistur í Miðvágs kirkju, gjørt løg og framføra á kvøldsetuni.
Eftir løtuna í kirkjuni, verður boðið til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Vága prestagjald og prestarnir

 

Skulu tíni dekk vekk í summar?

 

Nú tíðin er komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á, er tað týdningarmikið at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt.
Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um tað er neyðugt, kanst tú fáa eitt verkstað at taka dekkini av felgunum.
Jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum, men tá tað verður latið til endurnýtslu, senda vit tað uttanlands, har tað verður gagnnýtt í nýggjum høpi.

 

Alt jarn og metal skal til endurnýtslu

Jarn, rustfrítt stál, aluminium og kopar skal latast til endurnýtslu og eigur undir ongum umstøðum at verða latið til brenningar.
At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi.
Harumframt eru jarn og metalir til stóran bága fyri brenniovnin hjá IRF.

 

Hví verða dekk ikki send til endurnýtslu?

IRF sendir ikki dekk av landinum til endurnýtslu, tí tað tíverri er alt ov kostnaðarmikið. Í eitt nú Danmark verður eitt gjald lagt á alla dekksølu, og hetta gjaldið verður nýtt til at rinda kostnaðin fyri at senda dekkini til endurnýtslu. Tað eru dekk- og bilasølurnar, sum taka sær av hesum. Eingin tílík skipan er í løtuni í Føroyum. 

 

Facebook-uppslag hjá IRF

 

Útstykkingin á Middagsvarða í Sørvági

 

Í morgun varð byrja upp á útstykkingina á Middagsvarða.
Í fyrstu syftu verður grivið út til 18 grundstykkir.
Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í oktober 2019.

Støddin verður uml. 700 m2 á hvørjum grundstykki og prísurin verður 150,- pr. m2.

 

Hvar eru tankarnir, tá tú koyrir bil?

Komandi tríggjar vikurnar heita vit á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.

Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni.

 

 

Les meira her

 

Av Facebook-síðuni hjá Sørvágs Róðrarfelag:

"Vit hava havt ein sera hugnaligan flaggdag úti í neystinum í dag, har vit hava flotað bátarnar, fingið kaffi og kaku og børnini hava bæði svomið og spælt vatnkríggj.
Somuleiðis hava vit flotað elsta bátin vit eiga, ið er nærum líka gamal sum felagið, og ikki hevur verið á sjónum í fleiri ára tíggjur.

Vit vilja takka øllum, sum á onkran hátt gjørdu hendan dagin til nakað heilt serligt."

Fleiri myndir o.a. eru at síggja her.

”Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”

 

Í morgin, hósdagin 25. apríl koma umleið 100 útlendingar ymsastaðni frá til Føroyar at arbeiða. Sørvágs kommuna er eisini við í átakinum hjá Visit Faroe Islands, sum verður komandi vikuskifti.

 

Mykines

Ríka fuglalívið og sermerkta náttúran í Mykinesi gera, at nógv ferðafólk leita sær út í oynna. Tey verða eisini væl móttikin, men stóra ferðafólkatalið hevur havt við sær, at gøturnar út í hólmin og lundalandið til tíðir eru illa gongdar og runutar. Tað er tí umráðandi at vitjandi eisini fáa aðrar leiðir at fara.

Teir 10 voluntouristar fara í døgunum 26. og 27. apríl at betra um farleiðina út á Kumlar og gera eitt gott og vakurt uppihalds- og útsýnisstað har úti – eitt frípláss, sum er nær við bæði bygdina og havið. Heini Heinesen verður arbeiðsformaður.

 

Gásadalur

Áðrenn tunnilin til Gásadals var tikin í nýtslu í 2006, varð gingið upp um fjallið. Á hvørjum vári ella summari plagdu gásadalsfólk at fara og rudda gomlu gøtuna. Grót og smásteinar vórðu beindir burtur ella lagdir upp á pláss aftur. Men síðstu árini er ikki nógv gjørt við at rudda, hóast nógvir gongutúrar framvegis verða gingnir upp um Skarð.

Saman við Alvin Egholm sum arbeiðsformanni fara tey vitjandi at rudda hesa gøtuna fríggjadagin og leygardagin.

Nú er gongd komin á...

 

Spæliplássið var liðugt á sumri 2017. Nú eru tveir raskir menn, Per Henrik og Oddmar, komnir væl í gongd við hina helvtina á Stakka, sum er ætlað til hugna og samkomur fyri yngra og eldra ættarliðið.

Vit gleða okkum øll at síggja endaliga úrslitið :)

 

Seaflex

 

Í gjár varð avtalan við S.J.H. Commercial Divers um keyp av bátabrúgvum undirskrivað.

Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H. Commercial Divers. Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum. Hesin parturin er 80 metrar.

 

Les meira...

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12