Sørvágur

Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul.

Forna búsetingin
Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir har gamla fimleikahøllin varð bygd vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortlagdu garðin.

Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í sjálvum kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kanna enn, og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við Hanusará eins og tann fyrra.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri Kirkjuánna, niðan við Hanusará.
Seinni, helst einaferð millum 1200 og 1400, er so tað hent, at bygdin er flutt millum Kirkjuá og Stórá at vera. Í 1600-talinum vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri Kirkjuánna, so tá er bygdin flutt.

Teir tríggir hagarnir
Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í 1584, nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: Philipus Gregersen, Niels Andersen og Thommes Nielsen. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar.
Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, Suðrtriðing, Norðurtriðing og Úttriðing. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í 1600 árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í 1500-talinum, tí í byrjan av 1600-talinum eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka til byrjan av 1800-talinum, men hagarnir eru framvegis tríggir í tali.

Aðalsjørðin og kongsjørðin
Aðalsættin Benkenstock í Noregi átti, helst frá byrjan í 1400-talinum og til 1660-árini, alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um 1665 seldu tey sína jørð í Sørvági til ein dana, nevndur Severin Fohrman, hesin varð av føroyingum róptur Servin. Servin byrjaði longu í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var føroyingur ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá 1729, tá ein maður nevndur Sunnivu Jógvan rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong.

Fólkavøksturin
Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í 1600-talinum ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá 1801, búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í 1855 búgva 163 fólk í Sørvági.
Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast.

Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar Kirkjuá og Stórá fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi.

Fiskakeypararnir
Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra.
Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á Stongum vóru 6 fiskastykki, úti í Geilini 1 og úti á Bakka 4.

Føroya fyrsta flakavirki
Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953, og var tað tann framfýsni Dánjal Niclasen, stjóri í pf. N. Niclasen, sum lat hetta gera.
Fyrstu árini varð skorið við hond men í 1962 fekk flakavirki í Sørvági tí fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í 1992 var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið úti á kaiini, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirki, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum, men virkar nú eisini alilaks.

Kirkjan
Kirkjan í Sørvági er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um 1583. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin kirkja var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har Útistova stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í 1920-unum, tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað.

Skúlin
Frá u.l. 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá 1854 til 1880 var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í 1880 verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum “hjá Stoffa” rópt.

Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887.
Í 1957 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá 1959 og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í 1963.
Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989.
Gamli svimjihylur við Bonursahyl varð bygdur summarið 1930 til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í 1974, beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.

Sonni Jacobsen

Bøur

Bygdarnavnið Bøur er gamalt norskt bygdarnavn. Hugsast kann, at teir, sum búsettu seg í Bø, høvdu navnið við sær heimanífrá. Fólk høvdu helst longu búsett seg í Bø millum ár 1350 og ár 1400. Ongar fornfrøðiligar rannsóknir eru gjørdar í bygdini, og skrivligu keldunar siga einki um aldurin, men tó verður hon nevnd í miðøldini, og tí mega vit halda, at hon er eldri enn so.

Elstu húsini standa trunkaði saman niðarlaga í bygdini. Her høvdu tey gott útsýni móti havinum, um fíggindi skuldi komið haðanífrá.

Bíggjar kirkja er snøgg og hugnalig bygdarkirkja, ið varð bygd í 1865. Kirkjugarðurin er laðaður úr føroyskum gróti, hann er sera vakur, eitt satt prýði fyri bygdina.

Í Bø er nátturvakurt. Tú varnast útsýnið vestureftir við Drangunum og Tindhólmi, sum man vera eitt tað mest avmyndaða myndaevni í Føroyum.

Tey seinastu hundrað árini er bygdin vaksin meir enn tað tvífalda, í 1898 vóru sjey sethús, nú eru tjúgu. Tá ið komið er út í sjeyti- og áttatiárini kemur ferð á byggingina, og fólkatalið er vaksið til fimti.

Koyrivegurin millum Bø og Sørvág var liðugur í 1954. Ein ávísur framburður tók seg upp; seinni er vegurin breiðkaður og asfalteraður. Skúlin varð bygdur í 1916. Fyri ta tíð varð undirvást í onkrari stovu hjá fólki, ið vístu skúlanum vælvild.

Gásadalur

Gásadalur er gomul bygd. Navnið kemur av Gæsu í Kirkjubø. Longu í 12. øld varð hendan máttmikla frúgv, sigur søgnin, dømd at verða koyrd vestur í Gásadal. Revsingina skuldi hon hava fingið, tí hon hevði brotið gamlan sið at hava etið kjøt í føstu. Ein søgn er einki prógv um navnagávu, og tí kunnu vit kanska ganga aðra leið. Í fornum døgum átti eitt ótal av grágásum her, tí kann navnið koma av hesum sama fugli. Tað finst neyvan liviligari pláss hjá hesum fugli enn í Gásadali.

Nú á døgum er lendingarplássið undir Reyðastíggi. Rátt verður frá at sigla við størri báti enn seksæringi. Gangast má upp gjøgnum trappur, ið eru stoyptar fastar í bergið. Arbeiðið uppá trappurnar varð liðugt í 1941, og har er næstan steyrrætt. Mong eru tey, ið ikki halda seg til at ganga hesar tiltiknu, longu trappur, sum eru 173 trappustig.

Húsini standa tøtt, soleiðis sum føroyskur byggisiður hevur verið í øldir. Gásadalsmenn hava í mansaldrar verið uppisitarar. Afturfyri fingu teir grasið, og hjá summum húskjum gjørdist tá møguligt at hava kúgv, sum næstan var lívsneyðugt, har børn vóru í húsinum. Annars var nakað av neytahaldi, mest drápsneyt, sum plagdu at verða slept norður á Víkar um summarið.

Í Gásadali er eingin kirkja. Felagskirkjan fyri bygdirnar stendur í Bø. Skúlin, sum varð bygdur í 1916, hevur verið brúktur sum bønhús.

Hvat framtíðin hevur at bjóða hesi lítlu bygd, er óvist. Fólkatalið minkaði nógv í sjeyti- og áttatiárunum og tað minkar framvegis. Fólkið í Dalinum hevur bíða eftir tunnlinum í nógv ár, men nú er hann so endiliga komin.

Mykines

Mykines er vestasta oyggin í Føroyum. Hon er 40 merkur og ber 1200 áseyðir. Fyrstu ferð navnið kemur fram er í miðalaldarbrævinum, “Skipan um tingfaratoll” frá umleið 1400. Í jarðar- og roknskaparbókunum frá 1584, sum eru skrivaðar á donskum, finna vit formin Myggennes. Navnið Mykines hevur verið nógv umrøtt millum granskarar. Ósemja er um, hvat navnið merkir.

Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – “menn” vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í Føroyum, og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn.

Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv.

Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í 1930 búðu umleið 200 fólk í Mykinesi, í 1979 vóru 35 fastbúgvandi og í 1999 búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki.

Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber kirkja, skúli, dansistova og svimjihylur boð um.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12