Almenna byggisamtyktin fyri Sørvágs Kommunu

2002-2015

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verða hesar ásetingar at galda fyri Sørvágs kommunu.

Øki, ið samtyktin fevnir um

Byggisamtyktin fevnir um alla kommununa.

Kommunan verður sundurbýtt soleiðis eftir nýtsluni av økjunum:

A: Miðstaðarendamál
B: Sethús
C: Vinnuendamál
D: Havnarøki
E: Almennir stovnar
F: Almenn frítíðarøki
G: Neyst
H: Frílendi
I: Hjallar, úthús v.m.
J: Summarhús
K: Landbúnaður
L: Floghavnarøki

Økini eru innstrikað á hjálagda kortskjal í máti 1:5000 og 1:3500 og frámerkt við liti fyri avvarðandi bókstav.

Ásetingar er galdandi fyri

Ásetingarnar í samtyktini galda:

  • Nýggja bygging.
  • Umbygging ella bygging afturat byggingum, ið eru.
  • Broyting í innrætting ella nýtslu av byggingum, ið eru, og sum høvdu komið undir samtyktina, um tær vóru nýbyggingar. Samtyktin er eisini galdandi fyri byggingar, sum eru, tá ið tær einstøku reglurnar beinleiðis heimila hetta.

 

Til bygging verður roknað:

  • Fastar konstruktiónir og virki, ið eftir ætlanini í byggisamtyktini mugu lýsast sum bygging.
  • Flytiligar konstruktiónir, eitt nú bingjur, tjøld, bátavognar ella tílíkt, tá tær eru nýttar sum bygging, ið ikki bert er fyribils.
  • Tangar, kranar, flutningsbrýr, tunlar, pallar og aðrar konstruktiónir í tann mun, sum kommunustýrið heldur vera nattúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, reglulag og heilsu, sum hesar reglur eru ætlaðar at varða um.

 

Bygningar, ið eru, mugu ikki við um- ella afturatbygging, hækkan ella á annan hátt verða broyttir, soleiðis at teir stríða ímóti galdandi reglum.

Skal so víðgongd umvæling ella broyting verða gjørd av bygningum sum eru, at allur bygningurin í høvuðspørtum verður endurnýggjaður (høvuðsumbygging), skal arbeiðið - um gjørligt - verða gjørt soleiðis, at bygningurin í øllum lutum samsvarar við tær ásetingar, ið galda fyri nýbygging.

Nýbygging, broytingar, um- ella afturatbyggingar og høvuðsumbyggingar skulu, umframt at vera í samsvari við galdandi byggisamtykt, eisini halda møguligar býarskipanir, serstakar byggisamtyktir, servituttir har kommunan er átaluvald, og við lóggávu í aðramáta.

Byggivald

Byggivaldið í Sørvágs kommunu útinnir kommunustýrið sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir.

Eftir nærri ásetingum kann kommunustýrið geva Teknisku nevnd heimild til at avgreiða byggimál umframt at veita fulltrú.

Farið kann ikki vera undir arbeiði uttan skrivligt loyvi frá bygdarráðnum.

Byggiumsókn skal vera skrivlig og hjálagdar henni skulu vera tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið.

Byggiloyvi skulu hava tíðarfreist og vera bundin av ásetingum og treytum. Kemur steðgur í byrjaða bygging í longri enn tvey ár, skal søkjast um byggiloyvi av nýggjum.

Byggiumsókn

Bygging, umfatað av ásetingum í byggisamtyktum sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, má ikki fara fram uttan skriftligt loyvi frá kommunustýrinum ella tí, ið stýrið hevur givið fulltrú.

Allar umsóknir, her uppi í umsóknir um loyvi til at grava fyri grund og møguligar spreingingar, til broytingar, taka niður ella flyta hús, vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu verða sendar kommunustýrinum.

Loyvi til smærri byggiarbeiði kunnu verða givin av starvsfólki, sum byggivaldið hevur givið umboð til tess.

Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fólki, ið fakliga eru før fyri hesum og sum byggivaldið heldur hava nóg góðan kunnleika, og skulu tekningar og útrokningar teirra lúka tey krøv, ið vanliga verða sett til tekniska projektering. Allar tekningar, planir, frágreiðingar, útrokningar o.t. fylgiskjøl hjá byggiumsókn, skulu verða dagfest, hava matr. nr. á ognini, og hann, ið hevur sett tey upp, skal skriva undir í høgra horni. Hesin hevur ábyrgd av, at tey eru fullgóð.

Sum fylgiskjøl við umsóknini um húsa- og virkisbygging skulu verða hjáløgd:

Støðuplanur, ikki minni enn 1:1000, sum vísir stødd og skap á byggigrundini, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum, hvar og hvussu ætlað hús skulu standa, og ætlaða vatnburturveiting. Støðuplanur skal soleiðis geva upplýsingar um verandi og framtíðar hæddarstig á grundini, og um tað verður hildið neyðugt fyri at avgreiða málið, eisini hæddarstigini á grannagrundunum.
Flatmyndir av húsunum í máli í minsta lagi 1:100 við áskrivaðum málum, bæði høvuðsmálum og gjøgnumgangandi stakmálum. Skilast skal til, hvat rúmini eru ætlað til.
Tvørskurðir í minsta lagi 1:50, ið neyðugir eru fyri at fáa eina fatan av húsunum og tekningar av øllum útsíðum á húsunum.
Frágreiðingar, ið saman við tekningum geva fullfíggjaða og greiða lýsing av tí ætlaðu byggingini.

Kommunustýrið kann skipa fyri, at stakprojekteringar, saman við útrokningum, skulu vera til taks og innsendar til góðkenningar áðrenn bygging verður byrjað.

Umsóknir við tekningum, frágreiðingum og útrokningum - her uppi í eisini útrokning av byggistiginum ella nettonýtslustiginum - og onnur fylgiskjøl skulu verða innsendar í tveimum eintøkum og skulu hava allar upplýsingar, ið neyðugar eru fyri greitt at skilja og fáa avgjørt tað, ið søkt er um.

Frávik frá lógum, samtyktum, servituttum og øðrum fyrisetanum - her uppi í møguligar býarskipanir - skulu greiniliga vera tilskilað, og samstundis skal vera upplýst, um loyvi til frávik er fingið. Slík frávik eru bert roknað fyri játtað, tá tey hava verið nevnd í umsóknini og tilskilað er í byggiloyvinum.

Byggiloyvi og byggiváttan

Byggiloyvi skal vera givið skrivliga. Eitt makaskjal av byggiloyvinum skal vera varðveitt á skjalagoymslu býráðsins.

Byggiloyvi kann vera bundið av treytum, sum vera hildnar neyðugar, tá ið hugsað verður um dálking, umhvørvi og konstruktión, heruppií innkoyring, bilstøðlar og tún, og av heildarbyggiætlan fyri økið, ið talan er um. Byggiloyvi kann somuleiðis vera givið treytað av trygdartiltøkum (eitt nú girðing, skorðum, skjóltaki o.ø).

Um so er, at í byggiloyvinum er tilskilað krav um, at ásetingar, ið ikki standa í byggisamtyktini, skulu vera lúkaðar, skulu slík krøv verða tilskilað saman við upplýsing um heimildina fyri teimum og, um so er, at kravið er sett fram av øðrum valdi enn byggi-valdinum, upplýsing um hetta og um, hvar ein kæra um hetta krav kann verða send inn og møguliga innanfyri hvørja freist.

Byggiloyvi hevur gildið í tvey ár frá tí degi, tað er játtað. Um bygging ikki er byrjað innan ta tíð, skal nýtt byggiloyvi vera fingið.

Verður byrjað bygging steðgað í 6 mánaðir ella longur, skal boðast kommunustýrinum frá, áðrenn aftur verður byrjað. Verður steðgurin longri enn tvey ár, skal nýtt byggiloyvi vera fingið.

Byggivaldið eigur at fáa skrivligt boð um, nær arbeiðið byrjar, og hvør stendur fyri tí.

Tá ið bygging er liðug, eigur byggivaldið at fáa fráboðan og byggiváttan kann útvegast treytað av, at byggingin - so vítt staðfesting er gjørlig - er gjørd í samsvari við innsendu tekningar, byggisamtyktina og treytir annars í byggiloyvinum.

Um byggivaldið krevur liðugtsýn av bygging, verður hetta fráboðað í byggiloyvinum ella treytunum sum lagdar verða við byggiloyvinum.

Umsiting og niðurtøka av bygningum

Allir bygningar skulu í øllum lutum og øllum tí, ið hoyrir til, altíð verða hildnir í fullgóðum og vandaligum standi. Um umsiting av bygningi er stak vánalig, kann byggivaldið geva boð um, at bøtast skal um brekini og um neyðugt lata tey gera fyri eigarans rokning.

Um umstøðurnar eru soleiðis, at ein bygningur verður hildin at vera til vanda fyri íbúgvar ella onnur fólk, kann byggivaldið - uttan at neyðugt er at geva boð um hetta - krevja byrging ella um neyðugt burturflyting av fólki úr hesum húsum ella úr grannahúsum.

Niðurtøka- og byggiarbeiði skulu vera væl úr hondum greidd, og í samsvari við tær ásetingar, ið kommunustýrið fyrisetur, har uppií tað, ið er burturtøka ella hyljing av undirstøðum o.a. vegaøkinum viðvíkjandi.

Hevur bygningur innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiði, fyrr enn skrivliga er boðað avvarðandi valdi ella felagi frá.

Trygging, meðan bygt verður

Tá ið grivið ella sprongt verður fyri grund, skal tann, ið byggir, taka til øll neyðug tryggingarráð til at verja fyri vanda ella skaða.

Hevur veggur ella onnur bygging skotist soleiðis ímóti marki at annan mans ogn, at hesin hevur ampa av tí, so er byggivaldinum heimilað at geva fyriskipan til tess at gera tey í hesum føri neyðugu byggingartiltøk.

Eru grannar ikki samdir og verður hildið neyðugt meðan byggiarbeiðið fer fram -her uppi í neyðturvilig umvæling ella umsiting- bráðfeingis at loyva atgongd á annan mans ogn ella á henni at seta skorður, byggipall, stiga, skjóltak ella tílíkt á henni ella inn yvir hana ella hús á henni, er byggivaldinum heimilað at loyva tí við hóskandi fyrivarningi og í tann mun, sum eftir umstøðunum gera tað neyðugt at ráða yvir annan mans ogn.

Ansað skal vera eftir, at eigarin ella brúkarin av grannaognini, ið byggivaldið gevur loyvi til at ráða yvir, fær minst møguligan ampa av hesum. Ognin skal, tá ið tílík nýtsla heldur uppat, sum skjótast verða sett í sama stand sum áður.

Revsing fyri brot

Revsing fyri brot á fyriskipanirnar í byggisamtyktini

Sektaður verður:

  • Hann, ið uttan fyrisett loyvi byrjar nakað arbeiði, sum kemur undir ásetingar í byggisamtyktini.
  • Hann, ið letur vera at boða kommunustýrinum frá nøkrum, ið fyrisett er.
  • Hann, ið fer at nýta bygging uttan fyrisetta váttan ella bráfeingis loyvi.
  • Hann, ið tálmar eftirkanning, ið er lógliga heimilað.
  • Hann, ið ikki ger eftir lógliga frásøgdum boðum.
  • Hann, ið letur vera við at greiða úr hondum tey av byggivaldinum fyrisettu umsitingararbeiði, ið eru neyðug fyri at íbúgvararnir í húsunum ella onnur fólk ikki koma í vanda.
  • Hann, ið annars ger brot á hesa almennu byggisamtykt og á ásetingar í serstøkum byggisamtyktum, ið eru góðkendar av landsstýrinum, uttan at brotið kann verða talt upp í ásetingarnar a - f.

Tá ið revsing verður ásett, skal vera farið eftir tí fíggjarvinningi, ið fingin er ella var ætlaður at fáa av ólógliga gjørdum arbeiði.

Rættarábyrgd fyri ólógliga bygging hevur hann, ið staðið hevur fyri arbeiðinum, ella hann, ið gjørt tað hevur; eftir umstøðum báðir.

Hann, ið byggir, hevur bara ábyrgd, tá ið hann ikki veit at siga nakran annan, ið kann verða kravdur at hava rættarábyrgd, ella tá ið hann avvitandi hevur verið við í brotinum ella væl grunaði, at tað var ólógligt.

Rættarábyrgd kann tá eftir umstøðum falla burtur fyri teir í fyrstu punktum nevndu persónum.

Tað er skylda hansara, ið til eina og hvørja tíð eigur eina ogn, at rætta tað, ið ólógligt er á henni.

Snýr brotið seg um nýtslu av ognini, og eigarin hevur givið brúkaranum tey neyðugu boðini um skyldur, hevur brúkarin ábyrgdina.

Verður farið undir arbeiði, sum kemur undir ásetingarnar í byggisamtyktini uttan at fyrisett loyvi er fingið, kann byggivaldið krevja, at løgreglan beinanvegin setir bann fyri at hildið verður fram við hesum arbeiði.

Tá ikki verður gjørt eftir skyldu til at rætta ólóglig viðurskifti (ólógligt lag), ið er álagt við dómi, áðrenn tann til henda ásetta tíðarfreist er umliðin, og tá ið innheinting av sektum, ið dømdar eru, ikki verður hildin at fáa ætlaða úrslit, kann byggivaldið krevja hjálp frá løgregluni til at fáa atgongd til at gera tað, ið byggivaldið heldur vera neyðugt, til tess at viðurskiftini verða lóglig.

Ongum er heimilað at nokta starvsfólkum byggivaldsins ella umboðsmanni byggivaldsins atgongd, tá ið tey við neyðugum heimildarprógvi, koma til eina ogn at kanna eftir, um og í hvønn mun ein bygging er í samsvari við galdandi lóg, og um ásetingarnar í samtyktini eru hildnar.

Reglur, reglugerðir, skipanir og ásetanir, ið eru gjørdar sambært hesari samtykt, ella ásetingar settar við tí einstaka byggiloyvinum, skulu vera at rokna fyri partar av byggisamtyktini og hava somu vernd sum hon.

Undantaksloyvi

Byggivaldið kann, har tað snýr seg um mál av lítlum týdningi, geva lættar viðvíkjandi ásetingunum í hesari byggisamtykt.

Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur, frá tí teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum.

Kæra

Avgerðir kommunustýrisins sambært hesari almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum kunnu kærast til Landsstýrið.

Tá ið annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, til hvat vald kært kann verða. Fyri avgerðir, ið alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá hesum degi.

Kæra um fyriskipan, ið byggivaldið hevur givið, frítekur ikki frá at gera eftir henni; tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæran skal kunna leingja tíðarfreistina í málinum.

Sakarmál, til tess at royna avgerðir, ið eru tiknar av landsstýrinum sambært tí almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum, skulu verða gjørd innan 6 vikur, frá tí degi avgerðin er boðað tí avvarðandi. Viðvíkjandi avgerðum, ið eru alment kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

Tilhaldspláss og bilstøðlar

Trygd skal veitast fyri, at nóg stórt uttandura tilhaldspláss er til tey, ið búgva og/ella arbeiða í húsunum.

Nóg stórt øki skal vera lagt av til bilstøðlar, soleiðis at íbúgvararnir og/ella tey, ið starvast í húsunum og vitjandi, viðskiftafólk, útvegamenn o.o. fáa sett akfarið frá sær á økinum, ið hoyrir til húsini.

Vanliga verður kravt í minsta lagi pláss til 2 bilar til hvønn bústað sær. Har felags bilstøðupláss verða gjørd til fleiri bústaðir, ella har talan er um hús til vinnulig endamál, skal góðkenning frá byggivaldinum fyriliggja í hvørjum einstøkum føri.

Byggivaldinum er heimilað at gera av, hvussu grundstykki verður girt móti granna og vegi.

Øki A: Miðstaðarendamál

Øki verður lagt burtur av til miðstaðarbygging, t.e. handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur o.t. Í serstøkum førum er loyvt at innrætta íbúð til virkiseigaran ella starvsfólk.

Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5.

Hús kunnu í mesta lagi verða bygd í 2 hæddum umframt loft og skulu annars ikki vera hægri enn 7 m. til yvirgrindina og 10 m. til mønuna, mált frá miðaljørðildi (í miðal við húsahornini). Kjallari verður roknaður uppí sum húsahædd, um so er, at loftið er meira enn 1,0 m. yvir hægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera.

Frávik kunnu verða gjørd frá ásetingunum í 2. og 3. petti, í serstakari byggiætlan fyri hóskiligt, náttúrligt avmarkað øki. Tó kann nettonýtingarstigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 1,0.

Hóast ásetingarnar í 3. petti kann kommunustýrið í hvørjum einstøkum føri áseta serlig krøv viðv. útsjónd á verandi bygningum í sambandi við umvæling, umbygging, og tá talan er um nýbygging. Somuleiðis kann kommunustýrið gera frávik frá nýtingarstiginum um so er, at hetta hevur stóran týdning fyri nýtsluna av bygninginum í síni heild. Í hesum føri skal broyting av nýtingarstigi viðgerðast sum undantaksloyvi.

Øki B: Sethús

Loyvt er einans at byggja sethús við upp til 2 íbúðum og - eftir serloyvi frá byggivaldinum - tví-, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski. Í sambandi við búðstaðirnar skal tó bera til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýlingi.

Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 kvm. til støddar. Tá ið byggingin verður framd eftir byggiskipan, ið kommunustýrið hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt, kann kommunustýrið loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 kvm., tó í minsta lagi 400 kvm. fyri sethús (einhúskishús) og 300 kvm. fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum. Ein partur av tí ásettu minstuvíddini kann verða lagdur burturav sum felags tilhalds- og bilstøðlaøki.

Nettonýtingarstigið má ikki fara um 0,3 fyri einhúskishús og 0,4 fyri tvíhús, ketu- ella raðhús. Nettonýtingarstigið fyri bygging á verandi eldri grundstykkjum, ið eru minni enn ásett í 2. petti, verður útroknað samsvarandi grein 28.

Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5,5 m. til yvirgrind og 8,5 m. til mønuna mált frá miðaljørðildi (miðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 m., er tó loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m. oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera. Har bygging er framvið vegi, kunnu vegamyndugleikarnir áseta hæddina á kjallaraloftinum í mun til veghæddina, sí annars vegleiðing undir gr. 28.

Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtingarstig, ið nevnd eru í stk. 3, tá økið verður roknað sum heild.

Hóast ásetingarnar í 2. 3. og 4. petti kann verða loyvt at umvæla verandi sethús og byggja afturat teimum t.d. dur, baðirúm o.t., so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús.

Øki C: Vinnuendamál

Øki verður lagt av til atvinnuvirki, t.e. heilsøluhandlar, goymslur, verkstaðir og ídnað og til tænastuvirksemi í sambandi við tey, bilstøðlar o.t. Í serstøkum førum verður loyvi givið til at innrætta íbúð til virkiseigaran ella starvsfólk.

Grundstykki skulu vera í minsta lagi 600 kvm. til støddar.

Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5.

Eingi hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 9,0 m. yvir miðaljørðildi (miðal við húsahornini).

Loyvt verður at umvæla verandi hús, so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu, tó má byggingarstigið ikki fara upp um 0,5.

Frávik kunna verða gjørd frá ásetingunum í 3. og 4. petti, í serstakari byggiætlan fyri hóskiligt, náttúrligt avmarkað øki. Tó kann nettonýtingarstigið fyri økið sum heild ikki fara upp um 1,0 og hæddin ikki uppum 12,0 m. (miðal við húsahornini).

Hús og bygningar annars, kunnu bert verða bygd eftir byggiætlan sum kommunustýrið hevur góðkent.

Øki D: Havnarøki

Øki verður lagt av til havnarendamál (herundir eisini bátahavnir) og virki, ið hava samband við skipaferðslu og fiskivinnu og til virksemi, ið hevur samband við tey, bilstøðlar o.t.

Byggingarstigið fyri havnarøkið sum heild má ikki fara upp um 0,5.

Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 10,0 m. yvir miðaljørðildi (miðal við húsahornini).

Bygging til vinnuendamál má ikki verða sett nærri bryggjutrom enn 12 m. ella nærri aðrari bygging enn 5 m.

Øki E: Almennir stovnar

Øki verður lagt av til almennar stovnar, frálæru, heilsurøkt, mentanarlig- og átrúnaðarlig endamál o.t., umframt íbúðarbygging, ið beinleiðis hevur tilknýti til nevnda virksemi, t.d. næmingaheim, ella er av serligum almennum áhuga t.d. ungdóms- og eldraíbúðir.

Innanfyri økispartarnar mugu bert verða gjørd virkir, hús ella íbúðir, ið samsvara við endamálið hjá avvarðandi økispørtum og tænastuvirksemi, ið hava samband við tey.

Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,3.

Byggjast má bert eftir góðkendari byggiætlan fyri náttúrliga avmarkað øki.

Øki F: Almenn frítíðarøki

Øki verður lagt av til ítróttarvøllir, spælipláss, útiverupláss o.t.

Innan fyri økini mugu bara verða gjørd virki ella hús, ið samsvara við endamálið í avvarðandi økispørtum og tí tænastuvirksemi, ið hevur samband við tey.

Hús kunnu bara verða bygd eftir byggiætlan, ið kommunustýrið hevur góðkent fyri eitt náttúrliga avmarkað størri øki.

Planting av runnum og trævøkstri kann bert fara fram eftir góðkendari plantingarætlan.

Øki G: Neyst

Øki verður lagt av til neystabygging og pláss at seta bátar á.

Neyst mugu ikki verða bygd í meira enn trimum hæddum og ikki vera hægri enn 9 m. til mønuna, mált frá miðaljørðildi (miðal við húsahornini).

Uttan mun til um hæddin - ásett samsvarandi omanfyri - er lægri enn 9 m., má hæddin frá almennum vegi, ið hevur mark til grundøkið, ikki vera hægri enn 4,5 metrar til mønuna, mált sum miðal við húsahornini, ið marka til vegin.

Hall á taki skal vera millum 30 og 45 gradir.

Bygdarráðið kann tó víkja frá hesum ásetingum, um góðkend byggiætlan verður gjørd fyri alt ella stóran samanhangandi part av neystaøkinum.

Á bátaplássum er einans loyvt at byggja hús, ið neyðug eru til raksturin, t.d. amboðshús.

Øki H: Frílendi

Frílendi t.e. bøur og lendi, ið ikki má byggjast á. Lutvíst eru tað lendi, ið løgd eru av til varðveitingar av náttúru, fornminnum o.t. og til at fríðka um bygdina og gera hana dámligari at búgva í, og lutvíst eru tað øki, ið ikki tørvur er á at taka undir bygging í hesi syftu.

Á teim í 1. stk. nevndu økjum mugu bert verða gjørdir vegir, gøtur, bilstøðlar, veitingar, garðar o.t. Á teimum einstøku økjunum, (herundir eisini friðað øki), kunnu verða reistir bygningar, ið skila til virðið á økinum.

Útstykking má ikki fara fram.

Øki J: Summarhús

Loyvt verður einans at byggja hús og bygningar, ið hava við frítíðarvirksemi at gera.

Hús og onnur bygging skulu vera soleiðis vorðin og verða sett soleiðis í landslagið, at tey lýta tað sum minst.

Byggjast má bert eftir góðkendari byggiætlan fyri náttúrliga avmarkað øki.

Øki I: Hjallar, úthús v.m.

Loyvt verður einans at byggja hús og bygningar, ið hava við frítíðarvirksemi at gera.

Hús og onnur bygging skulu vera soleiðis vorðin og verða sett soleiðis í landslagið, at tey lýta tað sum minst.

Byggjast má bert eftir góðkendari byggiætlan fyri náttúrliga avmarkað øki.

Bygdarráðið kann tó víkja frá hesum ásetingum, um góðkend byggiætlan verður gjørd fyri alt ella stóran samanhangandi part av økinum.

Nýgerð og umbygging kann bert gerast, um kommunan gevur loyvi til tað.

Øki K: Landbúnaður

Økið er tað, ið eftir er av kommununi, tá ið frammanundan nevndu øki eru tikin frá, og verður tað nýtt til landbúnað, vakstrarhús, grótbrot, fiskaalistøðir o.a.

Loyvt er bert at byggja hús, ið neyðug eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av virkjum við endamálum, ið nevnd eru í 1. stk. Tó er loyvt at gera slík teknisk virki og hús, ið neyðug eru til ravmagns- og vatnveitingar, til burturveiting av skarnvatni og til telefon- og telegrafsamband og í sambandi við vegahald.

Hús og teknisk virki skulu vera soleiðis til útsjóndar og setast soleiðis í lendinum, at tey lýta landslagið minst gjørligt.

Tá talan er um byggiloyvi eftir hesi grein, skal neyv frágreiðing av virkseminum og váttanir liggja við umsóknini, og er byggiloyvi treyta av at kommunustýrið samstundis góðkennir frágreiðingina.

Í samband við landbúnað skal lýsingin minst fevna um:

  • grundarlagi fyri virkseminum
  • hvussu rakstur verður skipaður
  • hvat slag av djórahaldi talan er um
  • hvussu stórt tali av djórum verður
  • burturbeiningarskipan av tøðum

Hóast ásetingarnar í stk. 4, kann byggjast ein bygningur í einari hædd á traðarstykki har mesta víddin á bygninginum samanlagt er 20 kvm. Á traðarstykki har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.

Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.

Øki L: Floghavnarøki

Øki L verður lagt av til floghavn og tænastuvirksemi, ið hevur samband við flogferðslu.

Byggingarstigið fyri økið sum heild má ikki fara upp um 0,5.

Bygging á økinum sum heild skal hava dám av lágari bygging, tó mugu eingi hús ella partar av húsum vera hægri enn 12 m. yvir miðaljørðildi (miðal við húsahornini). Í serstøkum førum verður kortini loyvt at byggja hægri har nýtslan av bygningunum krevur tað.

Hús og bygningar annars, kunnu bert verða bygd eftir byggiætlan sum kommunustýrið, lands- og flogferðslumyndugleikarnir hava góðkent.

Økið kring sjálvan flogvøllin, og bygningar, ið hava samband við vøllin, skulu girðast inni. Tann parturin av økinum, ið ikki verður nýttur til floghavn, kann verða nýttur til landbúnað.

Útstykkingar

Útstykkingar til tey endamál, ið nevnd eru í greinunum, kunnu bert verða framdar eftir útstykkingarætlan, ið kommunustýrið hevur góðkent fyri eitt náttúrliga avmarkað størri øki, uttan um avvarðandi grundstykki.

Vegir og leiðingar

Lagdir verða av vegir við leið og legu, sum í stórum er tilskilað á hjálagda korti.

Kommunustýrinum er heimilað at gera av, hvussu markið millum grundstykki og veg skal greiðast.

Mál um bygging framvið landsvegi skulu viðgerast sambært ásetingunum í løgtinglóg nr. 51 frá 25. juli 1972.

Til tess at tryggja og nútíðargera leiðingar sum t.d. vatn, kloakk, frárenning el- og teleleiðingar, hevur byggimyndugleikin heimild at grava neyðugar veitir og leggja leiðingar yvir privata ogn, herundir eisini at fara inn á privata ogn í sambandi við kanningar og umvælingar.

Byggingarfráleikar

Øll bygging - undantikin tví- og raðhús o.t. - skal í minsta lagi vera 2,5 m. frá grannamarki, mált frá ytsta útskoti t.d. úthang. Minsta fráleika frá kommunalum vegi ásetir kommunustýrið, meðan landsvegamyndugleikin ásetir fráleikan frá landsvegi.

Eingi hús og eingin húsalutur má gerast hægri enn at fáast kunnu nóg góð ljósviðurskifti og hóskiligt samljóð við hús á sama grundstykki og hús á grannagrundum.

Frástøðan bilskúr, úthús o.t. bygningar sínamillum, somuleiðis fráleikin millum hesar smærri bygningar og sethúsini, kann verða minkaður niður í 1 m. Útfyri vindeygu til búrúm og køk, skal frástøðan tó í minsta lagi vera 2,5 m. Veksur hetta ikki um vandan av eldi, kann verða loyvt at byggja fast millum bygningar.

Útveggur á húsum, ið vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m. frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber til fyri eldvanda, eitt nú, tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarbyggiskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri, at frástøðan millum húsini, ið venda móti markinum á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5 m.

Bilskúrar, hjallar, skúrar og smá úthús við ongum eldstaði, kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir verða loknar:

Hædd á planering verður ásett av byggivaldinum.
Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m. frá grannamarki vera hægri enn 3,5 m.
Eldstaður og skorsteinur mugu ikki vera grannamarki nærri enn 2,5 m.
Takvatn skal verða hildið á egnari grund.
Veggur móti grannamarki, skal verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksur um vandan av eldi.

Umsóknir sambært 4. og 5. petti í hesi grein verða viðgjørdar samsvarandi grein 9, -undantaksloyvi - 2. petti.

Hesir fráleikar og annars teir, ið umrøddir eru á ásetingunum, verða máldir vatnrætt uttan at rokna við jarðarmuni og hornrætt á markið.

Byggivaldið kann í aðramáta loyva smáum húsalutum, ið vanliga standa fram úr sjálvum húsunum t.d. grund, trappum, ljóskassum, altanum (svalum) og tílíkum, at standa fram um byggi- og veglinjur.

Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og vera soleiðis viðgjørdar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildarmynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag.

Atgongd frá vegi til óbygd øki

Tann fyriskipaða atgongdin frá vegi til tún, skal altíð vera nóg væl upplýst og farbar, og má ikki verða gjørd nýtsla av henni á nakran hátt sum til dømis til bilstøðil, goymslu ella tílíkt, ið er ímóti tí, ið hon varð ætlað til.

Bjargingaramboðini hjá sløkkiliðinum og sjúkraflutningur skulu altíð ótálmað sleppa inn á grundina.

Útrokning av nýtingarstigum o.a.

Størsta loyviliga byggingarvídd verður ásett fyri hvørja einstaka grund sum eitt lutfall millum grundvíddina á húsunum og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir byggingarstigið.

Størsta loyviliga ummál av byggingini verður ásett fyri hvørja einstaka grund sum eitt lutfall millum bruttohæddarvíddina og víddina á grundøkinum. Talið, ið soleiðis kemur út, merkir nettonýtingarstigið.

Hæddarvíddin á einari bygging verður útroknað við at leggja saman allar hæddirnar. Mátið verður roknað frá útsíðuni á teimum avmarkaðandi útveggjunum.

Víddin á tí partinum av kjallarahæddini, ið hevur eina hædd, sum er minst 2,30 m., og gólvið liggur yvir lægsta jørðildi, verður roknað uppí við 50%.

Er eingin kjallari, kann byggivaldið fyri vanlig sethús loyva, at 10% verður lagt afturat mest loyvdu samlaðu gólvvíddini.

Víddin á loftshædd, ið verður nýtt, og hevur eina fría hædd, ið er minst 2,30 m., verður roknað til 50% av hæddini beint niðriundir.

Kann tað verða víst á, at bert ein minni partur av kjallara ella lofti er nýtandi sum búrúm, verður bert henda víddin roknað uppí.

Bilskúrar, úthús og hjallar í sjálvstøðugum byggingum, ið ikki eru hægri enn 3,5 m. til mønuna, verða bert roknað uppí bruttohæddarvíddina við tí parti av tí samlaðu víddini á hesum bygningum, ið fer upp um 35 kvm.

Viðmerkingar til útrokning av nýtingarstigum o.a.

Viðmerkingar til útrokning av nýtingarstigum o.a.

Sum høvuðsregla skulu grundøkir í sethúsaøki vera minst 500 m2 til víddar, og er bert loyvt at byggja einhúskishús við upp til tveimum íbúðum og nettonýtingarstigi upp til 0,3.

Bygdarráðið kann gera serstaka byggisamtykt, ella byggiskipan innanfyri karmarnar av galdandi samtykt, har loyvt verður at byggja tví-, ketu- ella raðhús, har grundøkini eru minni enn 500 m2, tó í minsta lagi 400 m2 fyri einhúskishús - nettonýtingarstig 0,3 - og 300 m2 fyri hvønn partin av tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum, har nettonýtingarstigið ikki má fara upp um 0,4.

Í grein 13, - 3. petti -, er ásett at nettonýtingarstigið fyri bygging á verandi eldri grundstykkjum, ið eru minni enn 500 m2 verður útroknað soleiðis:

Grundstykki:     0-300 m2     300-500 m2     500+ m2
Sethús:     0,45     0,00075*m2gr.st. + 0,675     0,3
Tvíhús o.t.:     0,55     0,00075*m2gr.st. + 0,775     0,4

m2gr.st = ferm. grundstykki

Í sethúsaøki er loyvt at innrætta hølir til handlar og onnur vinnuendamál, eins og loyvt kann vera at umvæla verandi sethús og byggja afturat teimum, so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús.

Vegleiðing til grein 13 um sethús

Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti. Ikki má vera hægri enn 5,5 m. til yvirgrind og 8,5 m. til mønuna mált frá miðaljørðildi.

Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 m., er tó loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m. oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera.

Fram við vegi kunnu vegamyndugleikarnir áseta kjallarahæddina í mun til veg.

Broytingar í byggisamtyktini

Broytingar í byggisamtyktini kunnu verða gjørdar eftir kommunustýrissamtykt og við góðkenning landsstýrisins eftir reglum um samtykt og góðkenning av nýggjum byggisamtyktum.

Sambært 4. gr., 1. stk., í løgtingslóg nr. 38 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður frammanfyri standandi uppskot til byggisamtykt fyri Sørvágs kommunu góðkent.

Føroya Landsstýri, hin __________ 2004

Lógargrundarlag

Av øðrum lógum, ið hava týdning fyri byggisamtyktina, kunnu nevnast:

  • Løgtingslóg um náttúrufriðing nr. 48 frá 9. juli 1970.
  • Løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum nr. 19 frá 16.sept. 1948
  • Umhvørvisverndarlógin.
  • Løgtingslóg um brunaverju og brunatrygd.

Samanhang og aðrar skipanir

Umframt byggisamtyktina, er ein røð av sektorskipanum, ið hægri myndugleikar greiða úr hondum sum t.d. vega- og havnarlagsskipanir, el-veitingarskipanir, skipanir fyri útbygging av undirvísingar- og heilsuverkunum o.a.

Samtykt og trygging

Byggisamtyktin skal vera samtykt av kommunustýrinum og góðkend av landsstýrinum.

Byggisamtyktin gevur kommunustýrinum rætt til at gera eina stigbýting, t.v.s. frágreiðing um í hvørjari raðfylgju økini eiga at verða bygd og at ognartaka jørð, ið hevur alstóran týdning fyri at tryggja ein heildarvøkstur.

Har tað ræður um at tryggja tilskapan í staklutum av einum økisparti, kann verða rúmkað um ásetingarnar í byggisamtyktini við at gera serstaka byggisamtykt.

Kunngerð og tinglýsing

Áðrenn uppskot til byggisamtykt ella serstaka byggisamtykt verður sent landsstýrinum, skal tað verða lagt fram til almenna eftirskoðan í minsta lagi 3 vikur aftaná, at hetta hevur verið almannakunngjørt. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til uppskotið skulu vera bygdarráðnum í hendi, áðrenn 3 mánaðir eru gingnir frá kunngerðardegnum.

Mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunustýrið ikki samtykkir í, skulu fylgja við uppskotinum tá hetta verður sent landstýrinum til góðkenningar.

Byggisamtyktin, ella partar av henni, kann verða tinglýst.

Endalig góðkenning av byggisamtykt og bygdaplani verður fráboðan alment við kunngerð.

Endurskoðan

Til tess at gera byggisamtyktina til eitt veruligt arbeiðsamboð fyri kommununa er neyðugt við jøvnum millumbilum - og minst eina ferð í hvørjum valskeiði - at taka hana upp til metingar og møguliga endurbøting. Broyting av byggisamtykt verður at gera eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri gerð av nýggjum byggisamtyktum.

Endamálið við byggisamtyktini

Endamálið við byggisamtyktini er at áseta gjølligari reglur fyri framtíðar byggiviðurskifti. Við byggisamtyktini er ein bygdarskipan, ið tilskilar, hvar tey ymisku nýtsluøkini eru. Skipanin er ein yvirlitsskipan, ið bert sigur frá ætlan bygdarráðsins, og ikki hvussu teir einstøku økispartarnir verða útstykkjaðir.

Avgerðandi fyri eitt gott úrslit er at gera sær greitt, at ein góð byggisamtykt og býarskipan hevur alstóran týdning fyri Sørvág.

Ein endurskoðan er grundað á, hvørjar ætlanir liggja fyri framman, og hvussu hesar skulu skipast í kommununi. Her er ikki bert talan um fysiskar bygningar, men um karmar til trivna, arbeiði, sosiala samveru og lívd, osv.

Ein góður bygdarplanur skal vera realistiskur, t.v.s., at tað skal bera til at arbeiða eftir honum. Tí skulu økini verða løgd út soleiðis, at tey kunnu brúkast til endamálið innan fyri karmarnar av tí, ið kommunan kann bera bæði fíggjarliga og rakstrarliga. Liggur besta loysnin langt frammi í tíðini, kann byggisamtyktin eisini vísa á fyribilsloysnir.

Ásetingarnar í byggisamtykt og býarskipan eru galdandi fyri myndugleika eins væl og borgara.

Hetta merkir m.a., at umsóknir um byggiloyvi sum eru innanfyri karmarnar av ásetingunum eisini viðføra, at borgarin hevur krav uppá at fáa byggiloyvi.

Viðurskiftini, sum tey eru

Í Sørvágs kommunu er ein bygd, Sørvágur, ið liggur við Sørvágsfjørð í útsynningspartinum av Vágum.

Samanlagt eru um 380 bústaðir í Sørvági. Miðskeiðis í 60'unum vórðu uml. 250 bústaðir, t.v.s., at uml. tveir triðingar av bústøðunum í dag, eru eldri sethús har grundvíddin er um 50 kvm.

Hin elsta byggingin liggur millum tær stóru áirnar Kirkjuá og Stórá, síðan framvið Ovaravegi út á Bakka og úti á Stongum. Miðskeiðis í sjeytiárunum varð triði vegurin á sunnara armi útlagdur úr Kvíggjarvegnum um Stórá og út í Úttriðingsbøin. Fyrst í áttatiárunum varð útstykking gjørd niðan í Botn og í bønum undir Vørufelli. Miðskeiðis í áttatiárunum varð stykkjað út uppi á Mýrum.

Í bygdini er kirkja, missiónshús og salur hjá Brøðrasamkomuni. Skúli við tannlæknastovu og svimjihøll. Ítróttarvøllur við felagshúsi. Sørvágs Bio við dansistovu og veitsluhøll, húsini hjá Húsmøðrafelagnum við tilhaldi fyri eldri. Læknaviðtaluhøli undir somu lon sum bygdarráðsskrivstovan, - alt savnað miðskeiðis í bygdini. Ávegis út á Bakka, við Skipáirnar, er kappróðrarneyst við minni samkomuhølum.

Fiskivinnan er høvuðsvinnan. Á landi er slátur- og flakavirki, landingarmiðstøð og ísvirki. Á sjógvi útróður og skipsfiskiskapur. Við kaiøkið er bátahylur, á Selvíkum og úti við Breiðá eru alivinnubrúk.

Á kaiøkinum er eisini maskinverkstaður og timburútsøla. Við havnarlagið er bensinstøð, amboðshandil og stór oljugoymsla.

Í bygdini eru tveir matvøruhandlar umframt ein klædnahandil. Eisini eru banki, sparikassi, posthús og eitt snikkaravirki.

Flogvøllurin eystanfyri bygdina førir við sær, at nógv fólk starvast innan flutnings- og tænastuvinnuna. Nærhendis fløgvøllinum er hotell og verkstaður hjá landsverkfrøðinginum.

Uttan um bygdarlagið er heldur slættur bøur, ið røkkur o.u. 1 km. eystureftir móti flogvøllinum og Sørvágsvatni og harfrá mestsum vestur á Fjallavatn.

Fyritreytir fyri skipanini

Ár:   Fólkatal:   Íbúðir:
1966   928   250
1970   958   263
1975   988   285
1982   969   313
1986   992   330
1990   1017   370
1994       370
1999   888   372
2002   960   380

 

Árligi vøksturin í miðal fram til 1990:   3,5 fólk   5 íbúðir
Árligi vøksturin í miðal frá 1990-2002   -4,75 fólk   0,8 íbúðir
Árligi vøksturin í miðal frá 1999-2002   24 fólk   2,7 íbúðir
Árligi vøksturin í miðal frá 1966-2002   0,9 fólk   3,7 íbúðir

 

Kreppan í nítiárunum ger tað soleiðis trupult at meta um fólkavøkstur og íbúðartørv út frá hagtølunum.

Fram til í dag hava metingarnar fyri fólkavøkstri og íbúðartørvi verið bygdar á at:

  • vøksturin í íbúgvaratalinum verður javnur ella kanska vaksandi,
  • hvørt húski fær sín bústað, og
  • at miðalstøddin á hvørjum húski verður um 3 persónar.

Við undirsjóvartunli undir Vestmannasundi eru útlit fyri, at vøksturin í fólkatalinum verður stórur komandi árini, tó treytaður av, at útboðið av íbúðum er nøktandi. Eisini eru sannlíkindi fyri, at ikki bert hvørt húski fær sín bústað, men at tørvurin á íbúðum til stakar persónar, ungdóm og eldri kemur at økjast. Ynskið um íbúðir í ymiskum vavi kemur at økjast, og góða ferðasambandið samvirkar til at farið verður har útboðið er nøktandi. Útboðið av bústøðum, ansingarstøðum og -tó í minni mun- arbeiðsstøðum, kemur tí at hava nógv størri ávirkan á, hvar ið fólk seta búgv.

Íbúðarviðskifti - Øki B: Sethús

Meginreglan í skipanini er, at býarvøksturin fer fram soleiðis, at avbygt verður við bústøðum har hús standa frammanundan - fram við vegunum, ið eru. Grundøkini her eru tó mestsum øll privat ogn. Fyri at nøkta útboðið á tøkum grundøkjum, verða samráðingar um keyp av lendi í Hagagerði, soleiðis at kommunan kann gera útstykkingarætlan her til eini 16 sethús.

Fyri at ávirka til eitt útboð av alternativum íbúðum, verða tvey øki í Billubønum løgd av til endamálið. Hugsanin er, at alternativu íbúðirnar skulu liggja í friðarligum "grønum" umhvørvi við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.

Tað óbygda - Øki H: Frílendi

Í royndunum at býta bústaðarbyggingina sundur í greiðar eindir av opnum, óbygdum ella plantaðum lendi uttan um áir, grótgarðar og neytageilir, eru nøkur øki útløgd sum frílendi (H). Høvuðstankin er, at økini um Kirkjuá og Stórá sum grønir kílar skera ígjøgnum bygda økið oman til Oyruna, kirkjuna, skúlan og ítróttarøkið.

Har viðurskiftini loyva tí verða smærri grøn øki útløgd sum t.d. við Skipáirnar, Rossatrøðna, geilina úr Skákinum umframt við bólið í Hagagerði við fleiri.

Almennir stovnar og fríðtíðarøki

Almennir stovnar og almenn frítíðarøki - Øki A, E og F

Tørvur er á einum felagshúsi til gaman og álvara hjá bygdarfólkinium. Fyri at ganga hesum á møti og fyri at ávirka til eina gongda leið, er økið A: Miðstaðarendamál víðkað, til eisini at fevna um Sørvágs Bio umframt stóran part av ítróttarøkinum ímillum vøllin og bygdina. Ein møguleiki er, at framtíðar bygdartorg og nýggj bygdarráðshús verða løgd her.

Við nýggju útstykkingina í Hagagerði - í krókinum móti Gamla svimjihyli - verður øki lagt av til nýggjan barnagarð. Verandi barnagarður er ótíðarhóskandi og longu ov lítil at nøkta verandi tørv. Økið hann liggur í verður verandi Sethúsaøki (B).

Í verandi byggisamtykt liggur missiónshúsið Libanon í Sethúsaøki (B). Hetta gundøkið - umframt tvey hjáliggjandi grundøki - verða nú broytt til Almennar stovnar (E).

Fyri at hava økið tókt til ein møguligan framtíðartørv á skúlabygging við ítróttarhøll, uttandurða frítíðarøki umframt kirkjugarð, verður økið ímillum sethúsabýlingin uppi á Mýrum og Stórá og Norðurstovutrøðin løgd av til Almennar stovnar (E) og Almenn frítíðarøki (F).

Ítøkiligar ætlanir eru ikki frammi um bygging nú. Økið verður tó lagt út til ætlaða endamálið sum vernd móti aðrari bygging á staðnum.

Fyri at skipa viðurskiftini og umhvørvið við flúgvarabedingina, verður bedingin og partar av nærumhvørvinum lagt út sum Almenn frítíðaraøki (F), har pláss verður fyri ríðingarbreyt og møguligum bygningum í hesum sambandi. Fyri at nøkta ein møguligan tørv á summarhúsum, verður eitt størri Øki (J) nærhendis flúgvarabedingini lagt út til endamálið. Eitt krav til møguliga bygging her verður, at kloakk og skittvatn ikki verður veitt út í vatnið. Kommunan er tó ávegis við felagsloysn á hesum trupulleika.

Neyst, havnar- og øki til vinnuendamál

Neystaøkið er í dag ein vavstur av alt ov smáum ábygdum og óbygdum neystagrundum. Í eini roynd at skipa økið, verður partur av fjørðuni lagdur undir Neystaøki (G) og byggilinja verður ásett fyri økið. Við hesum ger kommunan tað møguligt at skipa økið í hóskandi eindir, ið hoyra nútíðini til. Fyri at varðveita almenna atgongd og sýnið til fjørðuna og bátahylin, verða ávís øki í núverandi neystaøki løgd út sum Almenn frítíðarøki (F).

Havnarøki (D) er óbroytt. Økið til vinnuendamál (C) á trøðni heimanvert Statoiltangarnar, er somuleiðis óbroytt. Grótbrotið úti á Stongum er eisini lagt út til vinnuendamál.

Núverandi øki til vinnuendamál uppi á Mýrum verða, sum áður nevnt, broytt til Almennar- stovnar/frítíðarøki (E&F). Økið við Grønhólma verður strikað og lagt aftur sum Øki (K) Landbúnaður, sjón fyri søgn, skuldi hettar økið ongantíð verið lagt út til vinnuendamál.

Sum alternativ til strikaðu økini og sum byrjan til eina greiðari skipan av vinnuliga partinum í byggisamtyktini, verður Øki til vinnuendamál (C) savna á trimum ymiskum støðum við flogvøllin.

Núverandi íðnaðarøkið, vestanfyri fjósið hjá landsverkfrøðinginum, verður víðkað til tað dupulta, upp í 43.000 m2. Økið er ætlað til vinnuverkstaðir, goymslur og flutningsfyritøkur. Framvið landsvegnum hava sølufyritøkur, so sum handilskjarni, bilsølur, timburhandlar og møblasølur fyrimun.

Økið har Hotel Vágar liggur, verður víðkað til uml. 25.000 m2. Hesin parturin er ætlaður til hotelltænastur, fundarhølir- og hallir til gaman (t.d bowling) og álvara (kongressir og skeiðsvirksemi).

Triðja økið til vinnuendamál við flogvøllin, liggur í horninum ímillum landsvegin og vegin norður á Mýrar. Hetta økið er ætlað møguligari olju- og brennievnisølustøð.

Vegir, gonguvegir og gøtur

Høvuðsvegur

Síðsta hálva øldin hevur sæð ørgrynnu av uppskotum til høvuðsveg ígjøgnum Sørvág. Mangar ætlanir hava verið ávegis, men enn snigla smá og risastór akfør seg um skúlan, Blindtarmin og ímillum húsini í bygdini. Endalig loysn er trupul, eingin loysn er sjálvsøgd.

Fyriliggjandi uppskot til høvuðsveg ígjøgnum Sørvág, sá dagsins ljós fyri eini 12-15 árum síðani. Uppskotið hevur soleiðis verið viðgjørt av fýra fylgjandi bygdarráðum, og hóast hvørja ferð tannlað og sett upp ímóti øðrum uppskotum, hevur uppskotið hvørja ferð staðið eftir sum frægasta loysnin.

Uppskotið byggir á høvuðsveg eftir Gamla vegi um Stórá í Niðaraveg og út á Bakka við teymi um sandin út á Stengur til Bíggjar.

Uppskotið skipar soleiðis ferðsluna framvið skúla, kirkju, ítróttarøki, miðstaðarøki, missiónshúsi og út á Bakka og til Bíggjar, eftir einari og somu farleið. Við hesum uppskotinum, ber so aftur til at umskipa umhvørvið við skúlan, kirkjuna og í bygdini annars:

  • Við skúlan kann ferðslan avmarkast til einvegis, ella heilt broytast til ikki gjøgnumkoyrandi
  • Ferðslan fær størri frástøðu frá kirkjuni, og um áhugi er fyri tí, kann koyribrúgvin um Kirkjuánna skiftast út við gongubrúgv
  • Ferðslan ígjøgnum gomlu bygdina verður avmarkað til tey, ið búgva í økinum. Umhvørvið kann so skipast og myndast til tann tørvin.
  • Fyrimunirnir tykjast soleiðis nógv størri enn vansarnir. Vansar eru tó, serliga fyri tey, ið búgva framvið nýggja høvuðsvegnum. Sæð í mun til longdina av vegnum, má talið av húsum tó sigast at vera avmarkað.
  • Sum framtíðarmøguleika til at umskipa ferðsluna út á Bakka, er útløgd veglinja av Mýrunum um Longubrekku og oman á Bakka.

 

Vegir annars

Til umskipan og skipan av ferðsluni annars, og fyri at skapa møguleikar fyri framhaldandi íbúðarbygging, verður í byggisamtyktini víst á hesar møguleikar til nýggjar vegir:

  • Útstykking í Hagagerði
  • Útstykking uttanfyri Skipáirnar
  • Nýggj veglinja í Úttriðingsbønum
  • Veglinja til ein ovara veg úti á Stongum
  • Íbinding av Ovara suðurtriðingsvegi í landsvegin, við umskipan av verandi vegi í Ovara suðurtriðingsveg.
  • Verandi íbinding úr Ovara- í Niðara suðurtriðingsveg verður umløgd til gongugøtu.

 

Gonguvegir og gøtur

Býarskipanin leggur eisini upp til at skipa høvuðsferðsluæðrar av gongugøtum í bygdarumhvørvinum. Málið er, at gongugøturnar sum minst verða nervaðar av koyrandi. Høvuðsgongugøturnar eru:

  • Úr Húsadali framvið Kirkjuánni oman á skúlan
  • Av skúlanum um Oyruna við brúgv um Kirkjuánna inn á ítróttarøkið
  • Av skúlanum við brúgv um Kirkjuánna um Gamlaskúla, eftir Skúlabrekkuni um Svørtugøtu í Bygdina.
  • Úr Bygdini ígjøgnum gomlu neytageilina við brúgv um Stórá, ígjøgnum nýggja barnagarðsøkið og niðan á Mýrar.
  • Úr Bygdini um Stredið ígjøgnum Sýslumansbrekkuna niðan á Ovara suðurtriðingsveg.

Vatnveiting

Vatnveitingin í kommununi er skipað við einum innsavningarstaði í Húsadali. Vatnið verður savnað í byrging, ið liggur í kodu 120. Frá byrgingini er leiðing til brunnar í kodu 84.

Fyri at fáa vatn til tey høgt liggjandi økini, er teymur lagdur beinleiðis úr leiðingini frá byrgingini niðan á flogvøllin (koda 80) og Mýrarnar. Ein partur av íbúgvunum í Húsadali eru eisini bundin í hesa leiðing.

Høvuðsvatnveitingin til bygdina liggur í vegnum úr Húsadali út til Geilina og síðani út á havnarøkið.

Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at skifta út gamlar vatnleiðingar, umframt at partur av høvuðsvatnveitingini, serliga til havnarøkið, er umlagdur og skiftur. Í hesum sambandi eru eisini sett upp filtur og klorreinsiverk á teymin til havnarøkið.

Innsavningin í Kjóadali er tikin burtur úr skipanini, men møguleiki er fyri at gera nýggja innsavning á staðnum, soleiðis at vatnveitingin til havnarøkið, heilt ella partvíst, kann nøktast úr Kjóadali.

Í samband við gerð av nýggjari høvuðskloakk úr Vatnsoyrum, varð avgjørt at leggja pumpuleiðing frá Vatninum og til flogvøllin. Hetta er partur av veiting, ið ætlandi skal leggjast niðan í verandi skipan í Húsadali, soleiðis at møguleiki verður fyri at pumpa vatn beinleiðis frá Sørvágsvatni.

Av tí at ídnaðarøkið við flogvøllin liggur í einari hædd, har verandi vatnveitingarskipan ikki kann veita nøktandi trygd, verður arbeitt við at broyta skipanina. Har verður m.a. hugt eftir nýggjum innsavningarstøðum, ið saman við pumping úr Sørvágsvatni skulu tryggja eina støðuga vatnveiting til ídnaðar- og flogvallarøkið.

Kloakkviðurskifti

Í tíðarskeiðinum 1981-83 varð høvuðskloakkleiðing løgd frá flogvøllinum til pumpustøð við Kirkjuánna, eftir Stongunum og út á streymasjógv.

Síðani fyrst í 90'unum hevur verið arbeitt við at savna saman leiðingar frá húsum og bygningum við tí endamáli, at so stórur partur sum gjørligt verður íbundin høvuðskloakkina.

Seinastu árini eru nýggar kloakkleiðingar lagdar í fleiri av gomlu økjunum og er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, soleiðis at nýtíðargerð av kloakk-, vatn- og øðrum leiðingum verður samskipað.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12