Kommustýrisfundir

§1. Kommunustýrisfundir eru almennir. Kommunustýrið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, sbr. §26 í Kommunustýrislógini.
Stk. 2. Fundardagar verða ásettir fyrst í árinum og lýstir.
Stk. 3. Kommunustýrisfundir verða útsettir, um tað vísir seg, at fundurin ikki er viðtøkuførur. Nýggjur fundur verður kunngjørdur.

§2. Uttan so, at kommunustýrið í tí einstaka førinum tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:

- Mál, har mett verður um persónlig viðurskifti
- Mál um keyp ella sølu av fastari ogn
- Mál um leigu og útleigan av føstum ognum
- Kostnaðarætlan og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum

Stk. 2. Spurningurin, um eitt mál skal viðgerast fyri stongdum hurðum, skal verða viðgjørdur á fundi fyri stongdum hurðum, um kommunustýrið ella borgarstjórin gera tað av.
Stk. 3. Mál, ið skulu viðgerast fyri afturlatnum hurðum, vera seinast á skránni.

§3. Um áhoyrari órógvar kommunustýrisfundin, kann borgarstjórin vísa honum, og um neyðugt øllum áhoyrarum, av fundi.

§4. Um limur ikki kann møta á fundi, boðar hann borgarstjóranum ella kommunuskrivstovuni frá hesum, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir møttu, og hvørjir ikki vóru á fundi.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12