12.09.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Skriv viðv. matr. nr. 422r, Sp/f Bilimport

Í skrivi móttikið hin. 28.08.2018 spyr Magni Brøðraberg um Sp/f Bilimport kann fáa eina afturgjaldsavtalu í 5 ár í samb. við keypið av matr. nr. 422r, soleiðis at árliga gjaldið verður kr. 272.300,-.
Fíggjarnevndin mælir frá at gera nakra afturgjaldsskipan í samb. við keyp av matr. nr. 422r, men mælir til, at øll upphæddin verður goldin, tá keypt verður.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Keyp/søla av matr. nr. 70c í Bø, Thormann Niclasen/Helga Guttesen

Skriv dagfest 22.08.2018 frá Thorman Niclasen, har hann ynskir at selja matr. nr. 70c í Bø aftur til kommununa fyri sama prís, tað var keypt fyri t.v.s. 75.700,-.
Eisini hava vit fingið eina umsókn frá Helgu Guttesen dagfest 22.08.2018, har hon ynskir at keypa matr. nr. 70c í Bø frá kommununi fyri sama prís.
Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 70c í Bø frá Thorman Niclasen fyri kr. 75.700,- og at selja tað aftur til Helgu Guttesen fyri sama prís.
Anne Sophie Nordendal luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Keyp av matr. nr. 422l frá Sp/f EUR-Express, Sørvágs kommuna

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 422l aftur frá EUR-Express fyri sama prís, sum teir keyptu tað frá kommununi t.v.s. kr. 476.700,-.
Eisini mælir Fíggjarnevndin til at selja matr. nr. 422l til Sp/f Carro Bilar v/Niels Nattestad fyri 500,- kr. pr. m2, sum er prísurin fyri økið á ídnaðarøkinum í dag.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um at keypa matr. nr. 359 frá Sørvágs kommunu, Maria Samson og Kent Christensen

Maria og Kent hava sent niðanfyri nevnda fyrispurning um keyp av matr. nr. 359 frá Sørvágs kommunu.
Í samband við øktan fyrispurning av gistingarmøguleikum, vilja undirritaðu loyva sær at senda hesa umsókn um keyp av matr. 359 í Sørvági.
Hetta er grundøkið heimanfyri Guesthouse Hugo, og ynski er at at fáa byggiloyvi til uml. 4 smáttur, ið skula byggjast í neysta/hjall stíli.
Vinnunevndin hevur viðgjørt skrivið og er samd um at mæla frá at selja matr. nr. 359.
Upplýsast skal at Vinnunevndin arbeiðir við at broyta byggisamtyktina fyri neystaøkið.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Skriv viðv. sølu av matr. nr. 263, Jóannes Johannesen

Skriv frá Jóannes Johannesen, har hann ynskir at selja matr. nr. 263 og 238b á 18.655 m2 fyri kr. 89 kr./m2 ella samanlagt kr. 1.900.000,-
Vinnunevndin mælir frá at keypa økið frá Jóannesi uppi í Djúpheiðum, tí ongar ætlanir fyriliggja við økinum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Skriv frá Betri viðv. broytan av byggisamtyktini fyri summarhúsøki í Bø

SNA arkitektur søkti tann 16.05.2018 vegna Betri samtakið, við fulltrú frá Heina Restorff, um at broyta byggisamtyktina fyri summarhúspartin i Bø, soleiðis at verandi summarhúsøkið verður víðkað vestur móti bygdini. Kommunan hevur i brævi frá 31.05.2018 boðað frá, at Bygdaráðið á fundi tann 30.05.2018 samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini, sum var eitt frámæli um at taka eitt einstakt stykki burturúr til at leggja sum summarhúsøki.
Frámælið frá Vinnunevndini er ikki grundgivið nærri, men Betri hevur fingið upplýst frá kommununi, at orsøkin er ein Bygdarráðssamtykt frá 2012, har avgjørt var, at byggisamtyktin ikki skuldi broytast fyri einstøk stykki.
Sambært verandi byggisamtykt eru matr. 39a og 39c løgd av sum summarhúsøki burturav. Tó standa summarhús á matr. 55 og á matr. 28, sum liggja longur vesturi móti bygdini, uttan at hesi eru løgd av sum summarhúsøki. Millum matr. 55 og matr. 28 liggur matr. matr. 54, sum er tann matrikkulin, sum Betri hevur í hyggju at keypa og byggja eitt summarhús á.
Um summarhúsøkið varð víðkað, soleiðis at matr. 28, 54 og 55 vórðu tikin við, so var í veruleikanum ikki talan um at broyta byggisamtyktina fyri einstøk stykki, men heldur ein eins viðgerð av øllum økinum, tí at har standa summarhús á matr. 28 og 55 frammanundan. Við tí avgerð, sum kommununan nú hevur tikið, er støðan heldur tann, at byggisamtyktin ger mismun á matr. 54, sum er tað einasta stykki i hasum økinum, sum ikki ber til at byggja summarhús á.
Betri samtakið skal við hesum heita á Vinnunevndina um at endurskoða sítt frámæli til Bygdaráðið.
Vinnunevndin hevur á fundi 29. august 2018 tikið umbønina frá Ben Arabo, forstjóra í Betri upp aftur til viðgerðar. Ben Arabo biður um, at Betri sleppur at byggja á matr. nr.54 í Bø.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini 30. mai 2018 har boðað varð frá, at umbønin frá Betri ikki varð gingin á møti, av tí at økið er lagt av sum landbúnaðarøki.
Betri vísir á, at har standa summarhús á matr. 55 og matr. 28, men her til er at siga, at hetta eru hús sum eru bygd har fyri langari tíð síðan, tá ongin byggisamtykt var fyri økið. Hetta kann tí ikki brúkast sum grundgeving fyri at geva Betri loyvi at byggja summarhús á matr. nr. 54, og stendur Vinnunevndin tí fast við sítt frámæli.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul fyri 2018, Sørvágs Ítróttarfelag

Í skrivi dagfest 16. august 2018 søkir Sørvágs Ítróttarfelag um stuðul uppá kr. 200.000,00 fyri árið 2018.
Roknskapurin fyri 2017 fyriliggur.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul upp á kr. 175.000,00 fyri árið 2018.
Peningurin verður at taka av konto 05241438010 - Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Uppskot um at stuðla málmenning, Marna Jacobsen

Í sambandi við at Mentamálaráðið hevur lýst 2018 at vera málmenningarár, hevur Marna Jacobsen lagt fram uppskot um at lata øllum 6-7 ára gomlum børnum í Alvalon (13) og børnunum í 1.–3. flokki í Sørvágs skúla (41) eitt árshald av blaðnum Píka7.
Trivnaðarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Marnu og játta stuðul til málmenning.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin kr. 13.500,- verður at taka av konto 524.13.38.10 Tilboð og tiltøk innan mentan.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Málið beint aftur í Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Málið beint aftur í Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn frá Jóngerð Mikkelsen um byggiloyvi til havastovu á matr. 5b í Sørvági

Jóngerð Mikkelsen søkir um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 5b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 5b í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 21. august 2018.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Skriv viðv. stroyming av bygdaráðsfundunum í 2019, Jóhan á Ørg

Uppskot frá Jóhan á Ørg dagfest 22.08.18 um at stroyma bygdaráðsfundirnar í 2019.

Bygdaráðið samtykti ikki at taka undir við uppskotinum frá Jóhan á Ørg um at stroyma bygdaráðsfundirnar í 2019.

 

 

 

Mál nr. 13

Uppskot til broyting í Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum

Fíggjarnevndin mælir til, at lógarkravið um at kommununar skipa seg í kommunal samstørv, eigur at verða broytt soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommunurnar. Tó við tí møguleika, at til ber at samstarva við aðrar kommunur um alt økið ella partar av tí.

Bygdaráðið samtykti at svara fyrispurninginum frá kommunufelagnum viðv. kommunalum samstarvi á eldraøkinum soleiðis:

"Kommunurnar í Vágum hava í nærum 50 ár samstarvað um eldraøkið, og hetta samstarv hevur riggað væl. Bygdaráðið mælir tó til, at lógarkravið um, at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv (§4 og §5) verður broytt soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa uttan nøkur krøv um samstarv.
Tað skal tó bera teimum til at samstarva um alt økið ella partar av tí."

 

 

 

Mál nr. 14

Starvssetan av vaskifólki til skúlan

Samtykt er at seta Annu Sofíu Næs í starv sum vaskifólk í Sørvágs skúla.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12