27.06.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Jóhan á Ørg
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Skriv frá Michael Gram viðvíkjandi kajakkum á Sørvágsvatni

Í sambandi við at Michael Gram hevur ætlanir um at keypa 20 kajakkir, søkir hann kommununa um loyvi til rógving á vatninum.
Vinnunevndin metir, at rógving við kajakkum á vatninum hevur ikki nakra ávirkan á vatnsgóðskuna, og tí lata vit hagapartarnar taka støðu, um loyvi verður givið.

Bygdaráðið samtykti, at borgarstjórin tekur sær av málinum.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum í Sørvági, Sp/f Carro

Í skrivi móttikið 21. juni 2018 søkir Sp/f Carro v/Niels Nattestad um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi.
Vinnunevndin mælir til at selja Sp/f Carro grundøki á ídnaðarøkinum, samb. umsókn móttikin 21. juni 2018.

Bygdaráðið samtykti uppskotið frá Vinnunevndini við tí broyting, at økið verður avmarkað til matr. nr. 422l umframt uml. 2.345 m2 av matr. nr. 422d, samb. tekning.
Somuleiðis samtykti bygdaráðið at planerað tann partin, soleiðis at hann er ájavnt við matr. nr. 422l og at stoypa ein stuðlagarð á uml. 140m x 1,20m.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn frá Levi Lauritsen um loyvi til uppíbygging av verandi sethúsum á matr. 205e og atkomuveg til matr. 341

Levi Lauritsen søkir í skrivi móttikið 16. apríl 2018 um loyvi til uppíbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 205e í Sørvági. Eisini verður søkt um broyting av atkomuvegi til sethús á matr. nr. 341.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 205e í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 16. apríl 2018.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

 

Atkomuvegur

Av tí at talan er um umlegging av vegi á privatum øki, og hetta ikki hevur týdning fyri kommunala vegakervið, hevur kommunan ongar viðmerkingar til vegin.
Um neyðugt verður at flyta leiðingar o.a., verður umsøkjarin at gjalda kostnaðin av hesum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn frá Thorman Niclasen um loyvi til umvæling/umbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 42a í Bø

Í skrivi dagfest 17. apríl 2018 søkir Mads Guttesen, vegna Thorman Niclasen, um loyvi at umvæla/umbyggja sethúsini á matr. nr. 42a í Bø.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at skifta klædningin og vindeyguni.
Í sambandi við at tekjan verður skift, er ætlanin at kvistarnir verða broyttir.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til umvæling/umbygging av verandi sethúsum á matr. nr. 42a í Bø, samb. umsókn og tekningum móttikið 20. apríl 2018.
Víst verður til Bygningsreglugerðina FBR 17-7.4.1.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu

Grannaloyvi frá matr. nr. 23b fyriliggur.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn frá Sigrun og Leo Hans Mikkelsen um byggiloyvi at byggja goymslurúm upp í verandi bygning á matr. nr. 17b í Sørvági

Í skrivi dagf. 12. juni 2018 søkja Sigrun og Leo-Hans Mikkelsen um byggiloyvi til goymslurúm upp í verandi bygning á matr. 17b í Sørvági.
Summarhúsið liggur í øki K: Landbúnaður.
Tekniska nevnd mælir til at svara umsøkjaranum soleiðis: Vísandi til umsókn móttikin 12. juni 2018, har søkt verður um byggiloyvi til goymslurúm verður víst til byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu.
Niðanfyri er tilskilað, hvørja heimild kommuna hevur sambært byggisamtyktina.
Í grein §21 stk. 5 er ásett: at á traðarstykki har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.
Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.

Av tí at loyvi til uppíbygging uppá 10 kvm. fyrr er givið (25.08.2005), mælir Tekniska nevnd frá at ganga umsóknini á møti.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn frá Hugin Skaalum, um loyvi at girða part av matr. nr. 253a hjá Sørvágs kommunu

Hugin søkir um loyvið at girða inni part av matr. nr. 253a hjá Sørvágs kommunu.
Tekniska nevnd mælir frá at geva loyvi til at girða part av matr. nr. 253a.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.
Kommunan eigur økið báðumegin ánna heilt niðan til Alvalon og ynskir at varðveita brúksrættin til planting, gøtur o.a.

 

 

 

Mál nr. 7

Skriv viðv. stuðulsgarði móti kommunalum vegi, Rúni Hamradal/Turid Lamain

Rúni og Turid heita í skrivi á kommununa um at stoypa stuðulsgarð upp móti vegi matr. ba.
Tey vísa í hesum sambandi á tær skyldur kommunan hevur í hesum sambandi og nevna dømir, har kommunan hevur gjørt garðar.
Tekniska nevnd mælir frá, at kommunan stoypir stuðulsgarð upp móti vegi matr. ba, tí mett verður ikki, at kommunan er orsøk til jarðarmunin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 422d, Sørvágs kommuna

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 422d í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 269a, Rasmus Heinesen

Rasmus Heinesen søkir um sundurbýti av matr. nr. 269a í Sørvági.
Søkt verður um at uttangarðs 7 gyllin í hagapartinum Teigarnir verða býttir frá Innangarðsjørðini, ið er 7.681 kvm.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 269a í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Ums. frá Visit Vágar í sambandi við mentanarviku Vesturskin í Vágum 24. aug. - 1. sept. 2018

Visit Vágar søkir Sørvágs og Vága kommunu um eina eykajáttan uppá kr. 221.000,00 til tiltøk á mentanarvikuni Vesturskin, ið eftir ætlan verður í Vágum í døgunum 24. august - 1. september 2018.
Vága Kommuna hevur á býráðsfundi 11. juni 2018 játtað umsóknini frá Visit Vágar, treytað av at verkætlanin eisini verður stuðlað av Sørvágs kommunu og at goldið verður í mun til fólkatalið.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta umsóknina frá Visit Vágar um eykajáttan uppá kr. 221.000,00 og at goldið verður í mun til fólkatalið.
Peningurin verður at taka av kto. Søvn og Mentanararvur - 5.243.238010.
Stuðulin er treytaður av, at Sørvágs kommuna fær ein lim í fyrireikingarnevndina.
Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.
Jóhan á Ørg tekur støðu til málið á bygdaráðsfundinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Vinnunevndini.
Framyvir kemur Sørvágs kommuna ikki at játta nakað, sum er út yvir ta samtyktu fíggjarætlan.

 

 

 

Mál nr. 11

Skriv frá umsitingini dagfest 26.06.18 viðv. arbeiðsbilinum

Verandi arbeiðsbilur er frá 2006 og er í ringum standi, so tørvur er á nýggjum bili.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan soleiðis at nýggjur arbeiðsbilur kann keypast.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn frá Herluf Niclasen um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 70h í Bø

Herluf Niclasen søkir um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 70h í Bø.

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr.70h í Bø, samb. umsókn og tekningum móttiknar 8. juni 2018 og rættaðar tekningar dagfestar 22.06.2018.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

 

 

 

Mál nr. 13

2. viðgerð av eykajáttan til Alvalon

Á fundi millum umsitingina og leiðsluna í Alvalon síðst í apríl var staðfest, at ansingarpláss fara at mangla, og at tað hevur skund at fáa gjørt okkurt við støðuna.
Leiðarin, Claus Rasmussen, mælir til, at ein barnagarðsstova verður brúkt sum vøggustova. Tað krevur, at broytingar verða gjørdar í Alvalon. Skotið verður upp at seta hurð í út á terassuna og gera eitt skýli til barnavognar.
Westtech, ið teknaði barnagarðin í sínari tíð, hava gjørt uppskot til skúr við kostnaðarmeting og siga seg kunna gera arbeiðið liðugt, innan Alvalon letur upp aftur eftir summarfrítíðina.
Samb. kostnaðarmeting frá Westtech so verður kostnaðurin kr. 157.083,-.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto. 3.26.11.381 Alvalon á kr. 157.083,- til Alvalon.
Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.
Peningurin verður at taka av konto 6.11.31.380.

Bygdaráðið samtykti tilmælinum hjá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Ums. um at sleppa at servera mat uttandura á øki hjá Sørvágs kommunu, Café Zorva

Umsókn frá Café Zorva dagfest 27.06.18, har tey søkja um at sleppa at servera mat uttandura á økinum hjá Sørvágs kommunu.
Elsebeth Davidsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at játta umsóknina frá Café Zorva í eina royndartíð fyri summarið 2018.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12