30.05.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Jóhan á Ørg
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Ársroknskapurin fyri 2017

Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2017.
Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

Játtan 2017

 

Roknskapur 2017

Útreiðslur   Inntøkur   Løgur   Útreiðslur   Inntøkur   Løgur
                     
43.270   53.391   22.443   42.969   58.293   17.952

 

Bygdaráðið samtykti ársroknskapin fyri 2017

 

 

 

Mál nr. 2

2. viðgerð av eykajáttan til Talgildu Føroyar

Fíggjarnevndin mælir til at verða við í samstarvsavtaluni Talgildu Føroyar.
Kostnaðurin av hesum er kr. 577.000,-, sum verður at gjalda yvir 3 ár.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan upp á kr. 190.410,-, peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn frá Flogkaffi um endurnýggjan av matstovu- og skeinkiloyvi

Til ummælis hava vit frá politinum fingið sendandi umsókn um endurnýggjan av matstovu- og skeinkiloyvi til Flogkaffi.
Trivnaðarnevndin mælir til at endurnýggja matstovu- og skeinkiloyvi til Flogkaffi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Fyrispurningur um stuðul til BOKSTAV.FO, Ljóðlæra við BUBU

Klovnurin BUBU hevur í sambandi við málmenningarárið gjørt eitt ljóðhús, har smáir filmar krógva seg aftanfyri hvønn stavin.
Endamálið er, at børn læra seg ljóð/stavir.
Filmarnir eru upptiknir og klárir at leggja út á heimasíðu.
Søkt verður um peningaligan stuðul til at gera heimasíðuna lidna.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul fyri 2018, Sørvágs bygdarsavn

Sørvágs bygdarsavn søkir í skrivi dagfest 3. mai 2018 um stuðul fyri árið 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Bygdarsavni við kr. 72.000,00 fyri árið 2018.
Peningurin verður at taka av konto. 05243238010, Søvn og Mentanararvur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Ums. um uppnorm. av starvsfólkaorkuni eftir §5 stk. 2 í Dagstovnalógini, Alvalon

Trivnaðarnevndin mælir til at uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon sambært skrivi dagfest 7. mai 2018 soleiðis:
20 tímar um vikuna sambært §5 stk. 2 í Dagstovnalógini.
Hetta er galdandi, til Alvalon hevur fingið afturmelding frá Sernámi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um at hækka stuðulsupphæddina til Vága Pensiónistafelag í samb. við eldradag

Vága pensiónistafelag hevur fingið játtað stuðul upp á kr. 5.000,00 (bygdaráðssamtykt 22.03.18) í sambandi við eldradag á Giljanesi.
Søkt verður um, at stuðulin verður hækkaður við kr. 6.000,00, soleiðis at samlaði stuðulin frá Sørvágs kommunu verður kr. 11.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at hækka stuðulin við kr. 6.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 5241338010, Mentunarmál, tilboð og tiltøk innan mentan.
Stuðulin verður útgoldin, tá endaligur roknskapur fyriliggur, sum vísir, hvat tiltakið hevur kostað.
Fíggjarnevndin mælir til at stuðulin verður hækkaður upp til kr. 6.000,- afturat, soleiðis at samlaði stuðulin verður upp til kr. 11.000,-, ið verður útgoldin, tá roknskapurin fyri kostnaðin fyriliggur.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Góðkenning av fíggjarætlan fyri 2019, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin hevur gjøgnumgingið fíggjarætlanina fyri 2019 hjá Sørvágs bókasavni.
Mælt verður til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2019 hjá Sørvágs bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðin

Í telduposti móttikin 20. apríl 2018 søkir Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðin um fíggjarligan stuðul til arbeiðið, ið verður gjørt í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 1.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380, Mentan og frítíð.
Meirlutin í Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul, Remida

Remida Føroyar søkir kommununa um fíggjarligan stuðul til at reka miðstøð, sum skal skipa fyri tiltøkum, frálæru og verkætlanum innan umhvørvi v.m.
Endamálið við miðstøðini er at avmarka tilfarsnýtslu og uppbyggja eina nýggja mentan, har hugsað verður um at endurnýta og avmarka rusk.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um stuðul, Blái Krossur

Í sambandi við landsinnsavnan hjá Bláa Krossi 2018 - Hjálp okkum at hjálpa børnum og ungum – søkir Blái Krossur um peningaligan stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um pening til keyp av klaveri, Musikkskúlin í Vágum

Eirikur Skála hevur vegna Musikkskúlan í Vágum sent kommununi umsókn um loyvi at keypa eitt klaver at brúka í Suðurstovuna í Gamla skúla.
Hann hevur funnið eitt brúkt klaver í Oslo av merkinum Kawai. Klaverið fær góð viðmæli frá klaverlærara, ið er búsitandi í Olso.
Eirikur søkir um 25.000 krónur til keyp og flutning av klaveri úr Olso.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 25.000,00 til keyp og flutning av klaveri.
Peningurin verður at taka av konto 5241338010, Mentunarmál, tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn frá Jákup Jacoben um leigu av matr. nr. 369 frá Sørvágs kommunu

Kommunan hevur móttikið skriv frá Jákup Jacobsen um loyvi at leiga matr. 369, sum Sørvágs kommuna eigur. Stykkið er 3.339 fermetrar til støddar, og æltanin er at hava hønur og dunnur á stykkinum.
Tekniska nevnd mælir frá at leiga matr. nr. 369 til Jákup Jacobsen.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um marknaumskipan millum matr. 299a, 333a, 388a og 88g

Eigararnir av omanfyri nevndu matr. nr. søkja um marknumskipan sum niðanfyri tilskilað:

  • Matr. nr. 299a letur uml. 2.050 m2 til matr. nr. 333a
  • Matr. nr. 299a letur 1½ gyllin til matr. nr. 388a
  • Matr. nr. 299a letur ½ gyllin til matr. nr. 333a
  • Matr. nr. 299a letur 1½ gyllin til matr. nr. 88g

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipanina millum matr. nr. 299a, matr. 333a, matr. 388a og matr. nr. 88g.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 15

Støðutakan til tilboð um eftirlit/byggileiðslu í sambandi við útstykking av matr. nr. 119x í Sørvági.

Útbjóðing av útstykking á matr. nr. 119x í Sørvági.

Á bygdaráðsfundi 16. apríl 2018 varð samtykt at byggileiðsla og eftirlit viðv. útbjóðing av útstykking á matr. nr. 119x verður boðið út til tríggjar veitarar at geva tilboð.

Kommunan hevur móttikið tilboð frá niðanfyri nevndu:

  • EM Ráðgeving
  • HMP Consult
  • RÁÐ

Tilboðini blivu gjøgnumgingin.

Vísandi til grein 32 í kommunustýrislógini er tekniska nevnd samd um, at avgerð um tilboðini verður tikin á bygdaráðsfundinum 30. mai 2018.

Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum frá HMP Consult, sum er upp á kr. 150.000,- + MVG.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um samanlegging av matr. nr. 11e, 11f og 11g í Sørvági

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um samanlegging av matr. nr. 11e, 11f og 11g í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um broyting av byggisamtyktini fyri summarhúsøkið í Bø

Vegna Heina Restorff søkja SNA arktektar um at broyta byggisamtyktina fyri summarhúspartin í Bø (matr. nr. 54).
Ynski er um, at almenna byggisamtyktin fyri summarhúsøkið í Bø verður broytt soleiðis, at verandi summarhúsøki verður víðka vestur móti bygdini.
Vinnunevndin mælir til at svara, at tað verður ikki tikið eitt einstakt stykki burturúr til at leggja sum summarhúsøki.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

Umsókn um byggiloyvi til garð, Allan Djurhuus

Umsókn dagfest 22.05.18 frá Allan Djurhuus um byggiloyvi til garð á matr. nr. 272s.
Søkt verður bert um byggiloyvi til garðin móti Gerðisbrekku.

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til garð móti Gerðisbrekku treytað av, at garðurin ikki verður hægri enn 20 cm yvir vegnum.
Bygdaráðið samtykti, at stuðul verður ikki latin fyri tilfar til garðin á matr. nr. 272s, tí mett verður ikki, at kommunan er orsøk til jarðarmunin.

 

 

 

Mál nr. 19

Umsókn um leigu av egningarskúri, Fa. FOG

Í telduposti 4. mai 2018 søkir Fa. FOG v/Ólavi Guðmundson um leigu av egningarskúri til goymslu av tilfari og amboðum.
Umsitingin mælir til, at hesir skúrar verða brúktir til goymslu hjá kommununi, so leingi tørvur ikki er á egningarskúrunum til ætlaða endamálið.
Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá umsitingini.
Jóhan á Ørg mælir til at beina málið aftur í Havnarnevndina, so at Havnarnevndin kann koma við einum nýggjum tilmæli um at broyta treytinar fyri útleigan av egningarskúrunum.
Uppskotið hjá Jóhan á Ørg fall.
Meirlutin í Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Meirilutin í bygdaráðnum tók undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Eykajáttan til Alvalon

Á fundi millum umsitingina og leiðsluna í Alvalon síðst í apríl var staðfest, at ansingarpláss fara at vanta, og at tað hevur skund at fáa gjørt okkurt við støðuna.
Leiðarin, Claus Rasmussen, mælir til, at ein barnagarðsstova verður brúkt sum vøggustova. Tað krevur, at broytingar verða gjørdar í Alvalon. Skotið verður upp at seta hurð í út á terassuna og gera eitt skýli til barnavognar.
Westtech, ið teknaði barnagarðin í sínari tíð, hevur gjørt eitt uppskot til skýli við kostnaðarmeting, og teir siga seg kunna gera arbeiðið liðugt, innan Alvalon letur upp aftur eftir summarfrítíðina.
Samb. kostnaðarmeting frá Westtech, so verður kostnaðurin kr. 157.083,-.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto. 3.26.11.381 Alvalon á kr. 157.083,- til Alvalon.
Peningurin verður at taka av konto. 6.11.31.380.
Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 21

Forhondsgóðkenning til útgrevstrarloyvi og atkomuveg til matr. nr. 11e, 11f og 11g

Bygdaráðið samtykti forhondsgóðkenning til byggiloyvi, útgrevstrarloyvi og atkomuveg til matr. nr. 11e, 11f og 11g samb. tekningum dagfestar 25.05.2018.

 

 

 

Mál nr. 22

Umsókn um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi, Sp/f Bilimport

Kommunan hevur móttikið umsókn frá Sp/f Bilimport v/Magna Brøðraberg um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi til bilasølu.
Bilimport hevur áhuga í einum grundstykki upp á 1.200-2.000 fermetrar á økinum oman móti vegnum, vestan fyri JimS, matr. 422k, oman ímóti Sørvági.
Vinnunevndin mælir til at selja grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi til bilasølu til Sp/f Bilimport v/Magna Brøðraberg.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 23

Tannlæknastovan

Í sambandi við at nýggjur rútur varð settur í í Tannlæknastovuni, er ynski komið frá starvsfólki og viðskiftafólki at fáa dekkað rútarnar - bæði úti og inni - meira til, soleiðis at tað gerst meira diskret at vera hjá tannlækna.
Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboði frá Sendistovuni upp á kr. 23.000,-.
Peningurin verður at taka av konto 6.11.31.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12