02.05.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Jóhan á Ørg
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 17b í Sørvági, Sigrun Mikkelsen

Í skrivi móttikið 21. mars 2018 søkir Sigrun Mikkelsen um byggiloyvi til havastovu, sum ætlað er at byggja upp í verandi summarhús. Summarhúsið liggur í øki K: Landbúnaður.
Tekniska nevnd mælir til at svara umsøkjaranum soleiðis: Vísandi til umsókn móttikin 21. mars 2018, har søkt verður um byggiloyvi til havastovu, verður víst til byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu.
Niðanfyri er tilskilað, hvørja heimild kommuna hevur sambært byggisamtyktina.
Í grein §21 stk. 5 er ásett: at á traðarstykki har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.
Bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.
(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.
Vísandi til omanfyri nevnda, mælir Tekniska nevnd frá at geva byggiloyvi.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 16 í Bø, Erik/Gudny Heinesen

Erik og Gudny søkja um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 16 í Bø.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 16 í Bø, samb. umsókn og tekningum 6. apríl 2018.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 321e í Sørvági, Páll Lauritsen

Páll Lauritsen søkir um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 321e í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 321e í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 3. apríl 2018.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um at fáa dagført byggiloyvi til útbyggingina av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, Zeta

Sørvágs kommuna hevur biðið um og fingið tilmæli frá SMJ/Bruna- & Trygdarráðgeving 19. januar 2018.
Vísandi til tilmæli frá SMJ/Bruna- & Trygdarráðgeving mælir Tekniska nevnd til at geva byggiloyvi til útbyggingina av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Fjøran

Bygdaráðið samtykti at borgarstjórin arbeiðir víðari við málinum og kallar hagarstýrisformenninar inn til fund aftur saman við Christian Andreasen adv.

 

 

 

Mál nr. 6

Talgildu Føroyar

Fíggjarnevndin mælir til at verða við í samstarvsavtaluni Talgildu Føroyar.
Kostnaðurin av hesum er kr. 577.000,-, sum verður at gjalda yvir 3 ár.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 190.410,00 í ár.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Stigar til træbryggjuna

Nýgerðin av træbryggjuni var liðug í mars 2017, men vit hava ongantíð fingið nakrar bjargingarstigar.
Havnarnevndin mælir til at keypa 4 bjargingarstigar til træbryggjuna, samb. tilboð frá Articon. Tilboðið er uppá kr. 72.300,00.
Peningurin verður at taka av kto. 73814380 Havnir og lendingar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Skriv frá Wenningsted Jacobsen viðv. egningarskúri hjá John Magnussen

Í telduposti 12. apríl 2018 søkir Wenningsted Jacobsen um loyvi at yvirtaka leigamálið hjá Johan Magnussen av egningarskúri, ið stendur á havnarøkinum í Sørvági.
Ætlanin hevur altíð verið, at egning skal fara fram í skúrum, ið eru gjørdir til endamálið, og kommunan ynskir tí ikki at handa hetta leigumálið til annan persón.

Bygdaráðið samtykti ikki at lata leigumálið til annan persón.

 

 

 

Mál nr. 9

Asfaltering á havnarøkinum

Havnarnevndin mælir til, at asfaltera fyri kr. 500.00,00 og biðja um tilboð.
Peningurin verður at taka av kto. 73814381 Havnir og lendingar (løgujáttan)
Fíggjarnevndin ynskir at Havnarnevndin kemur við eini ætlan fyri økið, áðrenn støða verður tikin til málið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Leigusáttmálar við LUNA

Leigusáttmáli 353c (ísvirkið)

Ósamsvar millum grein 1 (20 ár) og grein 16 (1. mai 2018 til 31. desember 2038).
Grein 2. Avloysa verandi sáttmálar millum Sørvágs kommunu og Sp/F 23.10.2002.
Grein 3. Kunnu vit broyta endamálsorðingarnar "...bygningi, sum skal nýtast til..." broytast til "...bygningi, sum kann nýtast til..."?
Havnarnevndin mælir til at taka undir við omanfyri nevndu broytingum viðv. leigusáttm. av matr. nr. 353c.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

Leigusáttmáli 353d (landingarmiðstøðin)

Ósamsvar millum grein 1 (20 ár) og grein 16 (1. mai 2018 til 31. desember 2038).
Grein 2. Avloysa verandi sáttmálar millum Sørvágs kommunu og Sp/F 23.10.2002.
Grein 3. Kunnu vit broyta endamálsorðingarnar "...bygningi, sum skal nýtast til..." broytast til "...bygningi, sum kann nýtast til..."?
Havnarnevndin mælir til at taka undir við omanfyri nevndu broytingum viðv. leigusáttm. av matr. nr. 353d.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

Leigusáttmáli 353e (góðskingarvirkið)

Ósamsvar millum grein 1 (kann ikki sigast upp, fyrrenn 10 ár eru liðin) og grein 16 (har ásett er, sáttmálin kemur í gildi 1. februar 2016 og verður galdandi til 31. desember 2036).
Grein 13. Er møguligt at broyta "rættin hjá bygdarráðnum at fáa bygningin/ar, ið eru á økinum, fyri helvt av tí virði, tey verða mett til, til at "hava rætt til at fáa bygningin/ar, ið eru á økinum fyri 75% av tí virði, tey verða mett til"?
Havnarnevndin er samd um at leingja sáttmálan viðv. matr. nr. 353e til 1. mai 2038, men fastheldur rættin hjá bygdaráðnum í grein 13.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um loyvi at brúka part av Sørvágs skúla í samb. við Country- & Bluesfestivalin í Sørvági

Aftur í ár verður skipað fyri Country- & Bluesfestivali í Sørvági. Festivalurin verður í døgunum 14. - 16. juni 2018.
Í hesum sambandi søkir festivalurin Sørvágs kommunu um loyvi at brúka skúlastovunar í Sørvágs skúla til at hýsa festivalgestum og økið uttanfyri at seta kampingvognar á.
Trivnaðarnevndin mælir til at skúlastjórin og húsavørðarnar koma við einum tilmæli viðv. umsóknini um at leiga part av skúlanum til Country- & Bluesfestivalin.
Fíggjarnevndin mælir til at Country- & Bluesfestivalurin kann brúka skúlan í tíðarskeiðinum 14. - 16. juni 2018 samb. ávísum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um stuðul, Parkinsonsfelagið

Umsókn frá Parkinsonsfelaganum dagfest 10.04.18 um stuðul til felagið.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um stuðul til útfer til Suðuroyar við Undirhúsinum í Sørvági

Undirhúsið søkir um stuðul í sambandi við útferð til Suðuroyar.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 8.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 524.143.8010, ítróttur og mentanarendamál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og mælir til eisini at játta kr. 8.000,- til Virkin sum longst.
Peningurin verður goldin móti váttaðum rokningum.
Fíggjarnevndin mælir til at tiltøkini fyri tey tilkomnu/eldru verða samskipað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn frá Sp/f Zorva um matstovu-, skeinki- og alment loyvi

Til ummælis hava vit frá Politinum fingið sendandi umsókn um matstovu-, skeinki- og alment loyvi til ummælis.
Fíggjarnevndin mælir til at geva Sp/f Zorva matstovu-, skeinki- og alment loyvi.
Elsebeth Davidsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Avtala við Kristian Olsen, viðv. matr. nr. 11e, 11f og 11g

Avtala millum:

Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

og

K.J.O Entreprenørar Sp/f
v/Kristian J. Olsen
Bakkavegur 55
FO-380 Sørvágur

í samband við:

Matr. nr. 11e í Sørvági, vídd 501 m2, umframt part av vegi, 270 m2
Matr. nr. 11f í Sørvági, vídd 501 m2, umframt part av vegi, 63 m2
Matr. nr. 11g í Sørvági, vídd 500 m2, umframt part av vegi, 69 m2

Vídd á grundøkjum er 1.502 og parturin av lendinum undir atkomuvegnum er 402 m2. Samlaða víddin er sostatt 1.904 m2.
Avtalað er, at Sørvágs kommuna keypir omanfyrin nevndu grundøkir og part av atkomuvegnum, soleiðis, at samlaða víddin, ið keypt verður, er 1.904m2.
Eisini er avtalað, at Sp/f K.J.O planerar grundøkini og atkomuvegin samsvarandi verkætlan frá Sp/f Westtech, framløgd á fundi 15. februar 2018.
Tekniska nevnd mælir til at samtykkja omanfyri nevndu avtalu.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og mælir til at gera niðanfyristandandi gjaldsavtalu við Sp/f K.J.O.
Kr. 200.000,- við byrjan
Kr. 200.000,- tá byrjað verður at planera.
Rest, tá ið arbeiðið er liðugt.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Leigutraðir

Tekniska nevnd mælir til at matr. nr. 272a verður lagt út til leigutraðir.
Stykkini skulu verða uml. 5.000 m2 til víddar.
Prísurin verður 0,25 kr. pr. m2 pr. ár.
Treytað av, at bygdaráðið samtykkir at matr. nr. 272a verður lagt út til leigutraðir, mælir Tekniska nevnd til at góðkenna hjálagda leigusáttmála.
Meirlutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Uppskotið fall.
Meiriluti var í móti at matr. nr. 272a verður lagt út til leigutraðir.

 

 

 

Mál nr. 17

Ikki alment mál.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12