16.04.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Jóhan á Ørg
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

07 Vestur

Við ársenda 2017 hevði 07 Vestur eina nettoskuld upp á 1,3 millión kr.
Spurt verður, um kommunan kann hjálpa við hesum, soleiðis at ein fíggjarstovnur fær transport í møguligum stuðli frá kommununi.
Fíggjarnevndin tekur undir við, at fíggjarstovnur fær transport í árliga stuðlinum frá kommununi.

Bygdaráðið tekur til eftirtektar, at felagið hevur sett sær sum mál, at raksturin av felagnum komandi tíðina ikki gevur hall vísandi til skriv dagfest 22.03.2018 og samtykti at stuðla 07 Vestur soleiðis, at øll skuldin er afturgoldin í 2020.

 

 

 

Mál nr. 2

Útbjóðing av útstykking á matr. nr. 119x í Sørvági

Samtykt er, at útstykkingin av matr. nr. 119x verður boðin út av Sp/f Westtech og at byggileiðsla og eftirlit viðv. útbjóðing av útstykking á matr. nr. 119x verður boðið út til tríggjar veitarar at geva tilboð.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul, Country- & Blues Festivalurin

Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 75.000,- til Country & Blues festivalin.
Roknskapurin fyri 2016 fyriliggur.
Peningurin verður at taka av konto. 5.24.14.380

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Starvssetan av skrivstovufólki til Sørvágs kommunu í hálvtíðarstarv, sum er royndarstarv í eitt ár

Eftir innstilling frá setanarbólki er Vinjard Magnussen settur í starvið.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12