22.03.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Jóhan á Ørg

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Liðugtgerð av Stakka

Trivnaðarnevndin mælir til, at farið verður undir at gera arbeiðið liðugt á Stakka.
Eisini verður mælt til, at Westtech heldur fram við arbeiðnum at gera økið liðugt, vísandi til uppskot dagfest 19. mars 2018.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tók undir við uppskotinum hjá Westtech við hesum broytingum:

  • Runnarnir fram við Lambastovuvegnum fáa frið
  • Verkætlanin má ikki kosta meir enn 700.000,- tilsamans.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 2

Málið útsett.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til Sørvágsleguna 2018, Maibritt í Haraldstovu

Maibritt í Haraldstovu søkir um stuðul til Sørvágsleguna 2018. Legan verður í leguhúsinum í Nesvík í døgunum 11.–13. mai 2018.
Undirtøkan undanfarin ár hevur verið góð, um 200 fólk hava verið á hvørjari legu.
Tey, ið skipa fyri leguni, siga at endamálið er at samla bygdafólkið til eitt sosialt, mennandi, stuttligt og avslappandi vikuskifti undir tryggum og skipaðum rammum.
Søkt verður um peningaligan stuðul upp á kr. 10.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágsleguna við kr. 10.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 5241338010 Tilboð og tiltøk innan mentan.
Peningurin verður útgoldin, tá ein kostnaðarætlan fyriliggur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Integratión, uppskot um felagsnevnd fyri Vágar

Í skrivi móttikið 23. februar 2018 mæla Rósa Samuelsen og Jóhan á Ørg til, at kommunurnar í Vágum seta eina felagsnevnd í sambandi við integratión.
Trivnaðarnevndin mælir til at velja eina felags nevnd í integratión fyri Vágar.
Nevndin mælir til, at Trivnaðarnevndirnar í Sørvágs/Vága kommunu tosa nærri saman um samansetingina av nevndini.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul í samb. við ráðstevnu um burðardyggan vøkstur innan ymisk øki, Fróðskaparsetur Føroya

West Nordic Studies á Fróðskaparsetri Føroya hava tikið stig til at samskipa Green Growth Dialogue, ið hevur til endamáls at skapa kjak um burðardyggan vøkstur innan ymisk øki. Í ár verður skipað fyri eini ráðstevnu við heitinum Responsible Tourism (ábyrgdarfull ferðavinna).
Á ráðstevnuni verða evnir viðgjørd, ið eru viðkomandi fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum á ein burðardyggan hátt, og harvið tryggja burðardyggan vøkstur av ferðavinnuøkinum, náttúruvernd, ferðafólkatrygd, og harafturat varðveiting av lokal samfeløgunum og mentanararvi okkara.
Ráðstevnan verður 24.-25. mai 2018 og verður samskipað í samráð við Ferðavinnufelagið, Visit Faroe Islands, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Hugskotið, ið veita ráðgeving og leiðbeining um ferðavinnuøkið í Føroyum, umframt tey hava stuðlað við upphædd til samskipan og fyrireiking. Fyriskipararnir vænta góða undirtøku, og miðað eftir at savna 200-300 luttakarar úr Føroyum og uttanlands.
Við hesum skrivi ynskja vit at søkja um stuðul frá Sørvágs Kommunu, við vón um, at Sørvágs Kommuna ynskir at stuðla tiltakið, ið fremur og mennir føroysku ferðavinnuna á ein burðardyggan hátt. Eisini meta vit, at okkara átak er bæði viðkomandi og alneyðugt við tað, at tað er fyribyrgjandi fyri føroyska samfelagið og mentan okkara, tryggleikaskapandi og samfelagsgagnligt fyri Føroya fólk, og tískil hóskandi fyri Sørvágs Kommunu at stuðla.
Afturfyri peningaligan stuðul vilja vit fegin bjóða Sørvágs Kommunu at seta búmerki sítt á heimasíðu okkara, á alt prenttilfar og skermar.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 3.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 5241338010 - Tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Góðkenning av roknskapi hjá Sørvágs bókasavni fyri 2017

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2017 hjá Sørvágs Bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Keyp av matr. nr. 272ad, Benjamin Hansen

Fíggjarnevndin mælir til at selja Benjamin Hansen matr. nr. 272ad fyri kr. 70.300,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Ums. um byggiloyvi til hjall/carport á matr. nr. 253d í Sørvági, Turid Lamain

Turið Lamain søkir í skrivi dagfest 27. november 2017 um byggiloyvi til hjall/carport á matr.nr. 253d í Sørvági.
Av tí at bygningurin er nærri marki enn 2,5m, og at kommunan er granni, verður søkt um loyvi til at bygningurin kemur at standa nærri marki enn 2,5m ið er ásett í byggisamtyktini.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall/carport á matr. nr. 253d í Sørvági sambært umsókn og tekningum 27. nov. 2017 og broyting av av tekningum dagfest 19. mars 2018.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR 17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 274 í Sørvági, Ninna Olsen

Ninna Olsen søkir í skrivi móttikið 22. november 2017 um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 274 í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 274 í Sørvági samb. umsókn og tekningar móttikið 12. mars 2018.
Grannaloyvið frá EFFO fyriliggur.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17).

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Ums. um loyvi at seta fartelefonútgerð omanfyri Lambagjógv í Víkarhaga, FT Net

Føroya Tele hevur seinastu mongu árini havt sum mál at fáa fartelefondekning til øll økir, har fólk búgva ella ferðast. Serliga hevur fokus verið á bygdir, firðir og vegastrekki.
Hóast tær mongu fartelefonstøðirnar, so vísir tað seg, at tað enn eru stór økir, har fartelefonin ikki hevur samband. Hetta eru serliga avsíðis fjallalendi, dalar og víkir. Føroya Tele hevur sett sær sum mál eisini at betra um fartelefondekningin á hesum fjarskotnu støðum.
Í hesum sambandi er ynski at seta eina fartelefonstøð upp í Víkahaga omanfyri Lambagjógv. Við hesi støðini væntast at fáa fartelefondekning til økið kring Víkar, Fjallavatn og Vestmannabjørgini.

 

Undirritaði vil vegna FT Net søkja um fylgjandi:

  1. Loyvi at seta eina upp til 10 metur høga gittarmastur við tilhoyrandi fundamenti omanfyri Lambagjógv í Víkahaga (Sjá Skjal 1).
  2. Loyvi at stoypa eitt 1x2 metur fundament til at seta fartelefonútgerð á.
    Fartelefonskápini eru upp til 2 metur høg (Sjá Skjal 1). Um gjørligt, verður fundament til mastur og fartelefon útgerð í einum.

 

Hjáløgd eru fylgjandi skjøl:

  • Skjal 1 - Kort og mynd, ið vísir staðseting av mastur og fartelefonútgerð.
  • Mynd av skápum til fartelefonútgerð.
  • Skjal 2 - Mynd av líknandi mastur/fartelefonstøð við Leynatunnilin.

 

Umsókn er eisini send til:

Víkahaga og Náttúrufriðingarnevndina fyri Vága Sýslu.

Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina frá FT Net um loyvi at seta fartelefonútgerð omanfyri Lambagjógv í Víkarhaga, samb. umsókn dagfest 1. mars 2018.
Endaligt loyvi verður útskrivað, tá loyvini frá Víkahaga og Náttúrufriðingarnevndini fyri Vága Sýsla fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Ums. um loyvi til uppíbygging og bygging av bilhúsi á matr. nr. 328a í Sørvági, Jóndis T. Mouritzen

Jóndis søkir um loyvi til uppíbygging og byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 328a í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging og byggiloyvi til bilhús samb. umsókn og tekningum dagf. 8. mars 2018.
Grannloyvi frá eigarunum av matr. nr. 257 fyriliggur.
Hoyringsskriv er sent til Landsverk.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)
  • Loyvið frá Landsverk skal fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað
  • Bingja á matr. nr. 328a verður beind burtur

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Ums. um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49g í Gásadali, Jákup Suni Lauritsen

Í skrivi móttikið móttikið 12. mars 2018 søkir Jákup Suni Lauritsen um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49g í Gásadali.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49g í Gásadali samb. umsókn og tekningum móttikið 12. mars 2018.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Tá manglandi upplýsingar eru tøkar, verður byggiloyvi útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Uppskot um at brúka Westtech til ráðgeva í samband við útbjóðing og projektering av matr. nr. 119x í Sørvági

Tekniska nevnd mælir til at brúka Westtech sum ráðgeva í samband við útbjóðing og projektering av matr. nr. 119x í Sørvági.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at Westtech projekterðar matr. nr. 119x í Sørvági.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 14

Málið útsett.

 

 

 

Mál nr. 15

Broytan av leigusáttmálanum á matr. nr. 353d og 353c á havnarøkinum, Luna

Kommunan hevur móttikið skriv frá Luna, har greitt verður frá at samráðingar hava verið um keyp av Landingarmiðstøðini (matr. 353d) og Ísvirkinum (matr. 353c) og at hetta nú er komið uppá pláss.
Víðari verður sagt frá, at ætlanin í fyrstu syftu er at brúka landingarmiðstøðina til goymslu og møguliga seinni til annað framleiðsluvirksemi.
Ætlanin er at taka ísvirkið niður.
Havnarnevndin tekur til eftirtektar at bygningurin á matr.nr. 353c verður tikin niður.
Nýggjur leigusáttmáli verður gjørdur, og tað leigaða økið, ið er 157 m2 kann brúkast til bilstøðlar v.m.
Havnarnevndin mælir til, at leigusáttmáli verður gjørdur viðv. matr. nr. 353d, sum er 612 m2 til víddar.
Vísandi til grein 3 í sáttmálanum, mælir havnarnevndin til at bygningurin kann verða brúktur til goymslu og møguliga seinni til annað framleiðsluvirksemi, sum hevur við fiskiídnað at gera.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Tilmæli frá Fíggjarnevndini um upploysing av líkvognasamstarvinum millum Sørvágs-, Vága-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur

Í samband við at Seinasta heilsan undirskrivar sáttmálar við kommununar í líkvognasamstarvinum mæla borgarstjórarnir í Sørvágs-, Vága-, Kvívíkar og Vestmanna kommunum til í fyrra lagi at enda líkvognasamstarvið og í seinna lagi at selja líkvognin hjá samstarvinum til Seinasta heilsan fyri kr. 20.000,- treytað av, at hinar kommunurnar samtykkja tað sama, og at farið verður í samstarv við Seinasta heilsan um líkkoyring.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um stuðul, Vága Pensiónistafelag

Vága pensionistafelag skipar í ár fyri eldradegnum, sum verður hildin á skúlanum á Giljanesi 3. august 2018 og søkir í hesum sambandi um peningaligan stuðul.
Vænta verður, at um 200/300 fólk úr øllum Føroyum fara at luttaka.
Felagið skal syrgja fyri morgunmati, døgverða og drekkamunni seinnapartin.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00.
Stuðulin verður útgoldin, tá ein endaligur roknskapur, sum vísir, hvat tiltakið hevur kostað, fyriliggur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

Málið útsett.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12