22.02.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Ums. um fíggjarligan stuðul í samb. við uttanlandsferð, 7. flokkur í Sørvágs skúla

7. flokkur í Sørvágs skúla fer uttanlandsferð 24. apríl 2018 og søkja í hesum sambandi kommununa um fíggjarligan stuðul til ferðina.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla sum undanfarin ár, tvs. at næmingarnir skulu arbeiða í 2 dagar hjá kommununi.
Fyri hetta fær hvør næmingur eina samsýning (kr. 1.000,00 pr. næming).
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.14.380 Stuðul til ítróttar og mentanarendamál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til ferðavinnumenning, Visit Vágar

Visit Vágar hevur í skrivi 9. november 2017 søkt um, at stuðulin frá Sørvágs- og Vága kommunu verður hækkaður upp til kr. 775.000,00 fyri 2018.
Báðar kommununar hava sett pening av á fíggjarætlanina fyri 2018.
Fíggjarnevndin hjá Vága kommunu hevur staðfest, at játtanin til Visit Vágar verður hækkað til kr. 775.000,00 í 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til at játtinin til Visit Vágar í 2018 verður hækkað til kr. 775.000,00, ið samsvarar við tað, ið avsett er á fíggjarætlanina.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Bygdaráðið er eisini samt um at orða ein ferðavinnupolitikk fyri kommununa.

 

 

 

Mál nr. 3

Samsýning í sambandi við savnan av tónleikamyndum til Gamla skúla

Borgarstjórin hevur tosað við Sonni Jacobsen, um at savna myndir.
Sonni er áhugaður at savna myndir og metir at hetta kemur at taka einar tveir mánaðir.
Hann sigur seg kunnað gera hetta fyri eina samsýning uppá kr. 15.000,00 pr. m. tvs. tilsamans kr. 30.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta pening til savning av myndum.
Peningurin verður at taka av kto. 5243238010 Søvn og Mentanararvur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Ums. um fíggjarligan stuðul fyri 2018, Country & Blues Festivalurin

Í skrivi dagfest 22. januar 2018 søkir Country & Blues Festivalurin um stuðul kr. 75.000,00 fyri 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul til CBF.
Peningurin verður at taka av kto.5.24.14.380 Stuðul til ítróttar og mentanarendamál.
Stuðulin verður útgoldin, tá roknskapurin fyri 2017 fyriliggur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi, Niels Nattestad

Niels Nattestad søkir um loyvi at keypa grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi til bygging av bilverkstaði og tilhoyrandi virksemi.
Søkt verður um loyvi at keypa matr. nr. 422l, ið er 1.362 fermetrar. Umframt hetta er ynski um at keypa 1.550 fermetrar av matr. 422d soleiðis at samlaða víddin, ið keypt verður, er 2.912 fermetrar.

Bygdaráðið samtykti at geva Carro v/Niels Nattestad loyvi at keypa matr. nr. 422l frá EUR Express við teimum treytum, ið eru ásettar í ognarbrævinum.
Harumframt mælir bygdaráðið til at selja uml. 1550 m2 til Carro burturav matr. nr. 422d norðureftir.

 

 

 

Mál nr. 6

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn frá Rodmund á Kelduni um leigutrøð á matr. nr. 272a hjá Sørvágs kommunu

Í skrivi dagfest 5. februar 2018 søkir Rodmund um at leiga part av matr. 272a, sum Sørvágs kommuna eigur.
Tekniska nevnd mælir til, at arbeitt verður við eini skipan, har til ber at leiga traðir frá kommununi.
Tískil verður í verandi løtu mælt frá at leiga part av matr. nr. 272a hjá Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Keyp av matr. nr. 272ad frá Bergi Jacobsen

Bergur hevur keypt omanfyri nevnda grundøki frá kommununi í oktober 2016 fyri kr. 70.300,00.
Grundað á, at hann hevur keypt sær hús, bjóðar hann kommununi at keypa stykkið aftur.
Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 272 ad í Sørvági frá Bergi Jacobsen.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um frá Mariu Jacobsen um byggiloyvi til sethús á matr. 49e í Gásadali

Maria Jacobsen søkir um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49e í Gásadali.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49e í Gásadali, samb.umsókn og tekningum móttikið 9. januar 2018.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17).

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umskipan uttangarðs, Arngerð Davidsen/Marita Frederiksen

Søkt verður um at matr. nr. 69 í Gásadali letur 1 gyllin 06 2/3 skinn til matr. nr. 33 í Gásadali.

Bygdaráðið viðmælir umsóknina um umskipan uttangarðs millum matr. nr. 69 og matr. nr. 33 í Gásadali.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn frá Jógvan Nordendal um at leggja matr. nr. 37b í Sørvági í vinnuøki

Í skrivi dagfest 14. januar 2018 søkir Jógvan um at fáa lagt matr. nr. 37b í vinnuøki.
Greitt verður frá, at pakkhúsið á matr. nr. 37b var upprunaliga bygt sum ein vinnubygningur, og at hetta var gjørt, áðrenn núverandi byggisamtykt fyri økið var gjørd.
Ætlanin hevur ikki verið, at pakkhúsið skuldi gerast til neyst og tí verður mett, at nýtslan av pakkhúsinum verður ov nógv avmarkað við at liggja í neystaøki.
Vinnunevndin mælir til at matr. nr. 37b verður lagt í øki C: Vinnuendamál.
Kommunan hevur móttikið skriv, ið lýsir, hvat ætlanin er við bygninginum.

Bygdaráðið metir, at ætlanin, sum umsøkjarin hevur samb. ískoytisskrivi, kann fara fram undir verandi byggisamtykt, og tí mælir bygdaráðið frá at byggisamtyktin verður broytt.

Anne Sophie Nordendal luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn frá Krigssavninum um at leingja forkeypsrættin til økið á vinnuøkinum

Bygdaráðið samtykti at leingja forkeypsrættin til stykkið á ídnaðarøkinum til Krígssavnið í eitt ár fram til 22.02.2019.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12