31.01.2018

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul í sambandi við at seta Vága útvarp á stovn, Petur Heinesen

Sørvágs kommuna hevur móttikið skriv frá Petur Heinesen, ið spyr, um kommunan er sinnað at stuðla einum lokalum útvarpi í Vágum.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanini við kr. 3.500,00 um mánaðin í eini royndartíð upp á 6 mánaðir.
Sørvágs kommuna treytar sær, at lokala útvarpið eisini verður knýtt at ungdómshúsinum í Sørvágs kommunu, og at kommunan sleppur at lýsa ókeypis.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 - Mentunarmál, Tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul til film, Rói Davidsen

Rói greiður frá, at teir júst eru lidnir við tveir filmar, ið skulu við til Geytakappingina í februar 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 2.000,00.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 - Mentunarmál, Tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2018, 07 Vestur

07 Vestur søkir í skrivi dagfest 8. januar 2018 um fíggjarligan stuðul fyri 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00.
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.14.380 - Stuðul, ítróttur og mentan.
Stuðulin verður útgoldin, tá roknskapurin fyri 2017 fyriliggur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um fíggjarligan stuðul til Summartónar í Sørvágs kommunu, Kristian Blak

Summartónar søkja í skrivi dagf. 13. januar 2018 um stuðul til Summartónar 2018.
Fíggjartørvurin er kr. 17.000,00 og verður søkt um, at Sørvágs kommuna rindar part av hesum.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 1.000,00 og ókeypis leigu í Gamla skúla.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 - Mentunarmál tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Íløgur í skúlan 2018, Sune Jacobsen

Skriv frá Suna Jacobsen, bygdaráðslimi viðvíkjandi projektarbeiði í sambandi við útbygging av verandi høll í Sørvágs skúla.
Fíggjarnevndin skjýtur upp, at Fugl Ark ger eitt uppskot við kosnaðarmeting til umvæling av verandi høll og glasbygningi innan fyri verandi fysisku karmar.

Meirilutin í bygdaráðnum tekur undir við uppskotinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Keyp av Mikines-málningi

Kommunan hevur í boði at keypa ein Mikines-málning.
Fíggjarnevndin mælir til, at borgarstjórin fær heimild til at samráðast um keyp av málninginum.
Peningurin verður at taka av kto. 5243238010, Søvn- og Mentunararvur.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Endurnýggjan av sáttmála við Mortan í Hamrabyrgi, tannlækna

Sp/f Mortan í Hamrabyrgi hevur sáttamála við Sørvágs kommunu um tannlækastovuna í Sørvágs skúla. Avtalan er galdandi frá 01.10.2013 til 01.10.2018.
Mortan í Hamrabyrgi søkir um at verandi sáttmáli um tannrøkt og leigu verður longdur.
Fíggjarnevndin mælir til at verandi sáttmáli um tannrøkt og leigu verður longd í 3 ár.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um frá Mariu Jacobsen um byggiloyvi til sethús á matr. 49c í Gásadali

Maria Jacobsen søkir um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49c í Gásadali.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 49c í Gásadali, samb.umsókn og tekningum móttikið 9. januar 2018.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Málið beint aftur í Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um leigu av egningarskúri, J. P. Koyriskúlin

J. P. Koyriskúlin søkir í skrivi 10. januar 2018 um leigu av egningarskúri. Ætlanin er at nýta skúrin til tilfar og goymslu hjá koyriskúlanum. Somuleiðis er æltanin at brúka høli til part av undirvísingini.
Í sambandi við umsóknina frá Jens Paula Rein um leigu av egningarskúri, skal upplýsast hetta um egningarskúrarnar: av teimum níggju skúrunum, vit hava, eru seks skúrar útleigaðir.
Í sambandi við at kommunan keypti smiðjuna, varð givið loyvi til, at Jaspur Joensen fekk ein skúr til goymslu, sostatt eru tríggir skúrar eftir.
Umsitingin mælir til, at hesir skúrar verða brúktir til goymslu hjá kommununi, so leingi sum teir ikki verða brúktir til egningarskúr.
Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá umsitingini.
Uppskot frá Jóhan á Ørg um at leiga egningarskúrarnar út fall.

Meirilutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá umsitingini og Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn frá Jógvan Nordendal um at leggja matr. nr. 37b í Sørvági í vinnuøki

Í skrivi dagfest 14. januar 2018 søkir Jógvan um at fáa lagt matr. nr. 37b í vinnuøki.
Greitt verður frá at pakkhúsið á matr. nr. 37b var upprunaliga bygt sum ein vinnubygningur, og at hetta var gjørt, áðrenn núverandi byggisamtykt fyri økið var gjørd.
Ætlanin hevur ikki verið, at pakkhúsið skuldi gerast til neyst og tí verður mett, at nýtslan av pakkhúsinum verður ov nógv avmarkað við at liggja í neystaøki.
Vinnunevndin mælir til at matr. nr. 37b verður lagt í øki C: Vinnuendamál.

Málið beint aftur í Vinnunevndina.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn frá Jógvan Nordendal um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 36e í Bø

Í skrivi dagfest 8. januar 2018 søkir Jógvan Nordendal um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 36e í Bø.
Grannaloyvi frá eigaranum av matr. nr. 63 fyriliggur.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall á matr. nr 36e í Bø, sambært umsókn og tekning dagfest 8. januar 2018.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um stuðul til Savnsfagnað í Vágum, Sonni Jacobsen

Vikuskiftið 20. til 21. apríl 2018 hava øll søvnini í Vágum ætlanir um at hava eitt stórt tiltak í smb. við árligan fund, sum øll søvnini í Føroyum regluliga hava, har søvnini hittast hjá hvørjum øðrum.
Í 2018 eru ætlanir um at gera nakað serstakt burturúr.
Peningurin verður at taka av kto. 5243238010, Søvn- og Mentunararvur.

Bygdaráðið samtykti at játta kr. 75.000,00 til Savnfagnað í Vágum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12