13.12.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Anne Sophie Nordendal

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul til KRIS, Sólbjørt Johansen

Sólbjørt Johansen hevur í telduposti móttikin 5.desember 2017 sent fyrispurning um kommunan vil stuðla peningaliga í samband við ætlanir um at savna pening til eitt viðgerðarheim fyri fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 3.000,00.
Peningurin verður at taka av kto. 5241338010 - Tilboð tiltøk innan mentan.
Meirlutin í Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 146 í Mykinesi, Heini Heinesen

Í skrivi dagfest 14. november 2017 søkir Heini Heinesen um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 146 í Mykinesi.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall á matr. nr. 146 í Mykinesi sambært umsókn og skitsu dagfest 14. november 2017.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 325a í Sørvági, Jóan Jakku Joensen

Jóan Jakku Joensen søkir um, at matr. nr. 325a verður sundurbýtt soleiðis:
12.858 m2 innangarðs og 10 gyllin uttangarðs verða lagdir í eitt matr. nr. Sethúsini og stykki í Oyruni (519 m2) í eitt matr. nr.
Eisini verður søkt um, at stykkið, ið er 1.437 m2 verður lagt í eitt matr. nr.
Ein partur av stykkinum er sethúsaøki og ein partur er landbúnaðarøki.
Tekniska nevnd mælir til, at tann parturin, ið er landbúnaðarøki, verður broytt til sethúsaøki næstu ferð byggisamtyktin verður broytt.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr.nr. 325a í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv viðvíkjandi atkomu til matr. 85, 374a, 114b og 94 í Sørvági, Jóannes Michelsen

Í skrivi móttikið 17. november 2017 frá Jóannes Michelsen greiðir hann frá, at vegurin á matr. nr. 85 ikki er egnaður at koyra á og tí sær seg noyddan at steingja vegin, áðrenn nakar skaði hendir.
Vegurin verður eisini nýttur sum atkomuvegur til matr. 374a, 114b og matr. 94.
Jóannes greiðir víðari frá, at hann hevur fingið tilboð uppá at gera vegin í stand fyri kr. 80.000,00, men setir spurnartekin við, um tað er rætt, at hann skal gjalda, tí tað eru tríggir aðrir matriklar, sum gera brúk av vegnum.
Av tí at talan er um privatan veg, metir Tekniska nevnd at hetta mál má loysast millum eigararnar av omanfyri nevndu matriklum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

2. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

Frá konto            Til konto    
2216138110 - Á Sýnini   1.000.000,-   3261138010 - Alvalon
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   5235138010 - Musikksk.
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   5235238010 - Kvøldsk.
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   2202338010 - Tannl.
2216138110 - Á Sýnini   470.000,-   6113238110 - Fríðkan
2216138110 - Á Sýnini   20.000,-   5246238010 - Grasl.
5246138010 - Svimjih. R   50.000,-   5246138110 - Svimjih. Í
6245138010 - Kirkjug.   120.000,-   7304238010 - Renovat.
6381138010 - Vegir   200.000,-   7304238020 - IRF
6381238110 - Gøtulj. Í   80.000,-   6381238010 - Gøtulj. R.
6381238110 - Vatn Í   50.000,-   6381338010 - Bilar
6221138010 - Byggib. Í   260.000,-   4232238120 - Skúlin Í
6221138010   Byggib. Í   47.000,-   241438010   Stuðul Ítróttur

 

Bygdaráðið samtykti einmælt 2. viðgerð av omanfyri nevndu eykajáttan.

 

 

 

Bygdaráðsfundir 2018

Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri 2018

Fundirnir verða kl.18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar:

  • Mikukvøldið 31. januar
  • Hóskvøldið 22. februar
  • Hóskvøldið 22. mars
  • Hóskvøldið 26. apríl
  • Mikukvøldið 30. mai
  • Mikukvøldið 27. juni
  • Mikukvøldið 5. september
  • Mikukvøldið 26. september
  • Mikukvøldið 31. oktober
  • Mikukvøldið 07. november
  • Mikukvøldið 28. november
  • Mikukvøldið 12. desember.

Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar fyri fundin.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12