29.11.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Sune Jacobsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Anne Sophie Nordendal

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

3. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2018

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu fíggjarætlan fyri 2018:

Rakstur:   43.699.000,-
Avdráttur:   3.383.000,-
Íløgur:   12.950.000,-
Inntøkur:   56.829.000,-
Lántøka:   3.203.000,-
     
Skattaprosent:   21,7 %
Barnafrádráttur:   6.000,-
     
Ansingargjøld    
- Vøggustovan:   1.900,-
- Barnagarðurin:   1.600,-
- Frítíðaransing:   950,-

 

Fyrsta barnið rindar fult gjald, næsta barnið rindar hálvt gjald, triðja barnið og fleiri eru ókeypis.
Einstaka familjan rindar ongantíð meir enn 2.850,-

Høvuðsíløgan verður byggibúning, sum er kr. 5.000.000,-

Bygdaráðið samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2018

 

 

 

Mál nr. 2

Eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

Frá konto            Til konto    
2216138110 - Á Sýnini   1.000.000,-   3261138010 - Alvalon
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   5235138010 - Musikksk.
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   5235238010 - Kvøldsk.
2216138110 - Á Sýnini   100.000,-   2202338010 - Tannl.
2216138110 - Á Sýnini   470.000,-   6113238110 - Fríðkan
2216138110 - Á Sýnini   20.000,-   5246238010 - Grasl.
5246138010 - Svimjih. R   50.000,-   5246138110 - Svimjih. Í
6245138010 - Kirkjug.   120.000,-   7304238010 - Renovat.
6381138010 - Vegir   200.000,-   7304238020 - IRF
6381238110 - Gøtulj. Í   80.000,-   6381238010 - Gøtulj. R.
6381238110 - Vatn Í   50.000,-   6381338010 - Bilar
6221138010 - Byggib. Í   100.000,-   4232238120 - Skúlin Í

 

Bygdaráðið samtykti einmælt 1. viðgerð av omanfyri nevndu eykajáttan.

 

 

 

Mál nr. 3

Fígging til keyp av lendi

Fíggjarnevndin mælir til, at borgarstjórin fær heimild til at upptaka lán á kr. 3.000.000,- í sambandi við keyp av matr. nr. 119x. Somuleiðis mælir Fíggjarnevndin til at borgarstjórin saman við skrivaranum fær heimild at undirskriva lániskjølini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Fjøran

Fíggjarnevndin mælir til at borgarstjórin fær heimild til at bjóða hagapørtunum 1.000.000,- fyri fjøruna, sum verður at gjalda yvir 3 ár.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Tilboð til ung í Sørvágs kommunu, Claus Rasmussen, leiðari í Alvalon/Sýsluni

Kommunan hevur móttikið skriv frá Claus Rasmussen, leiðara í Alvalon/Sýsluni, har hann bjóðar sær til at skipa fyri tilboði til ung í Sørvágs kommunu.
Ætlanin er at ungdómshúsið verður opið frá 1. oktober til 1. mai.
Søkt verður um at kommunan fíggjar. Ætlanin er at byrja 1. januar 2018.
Trivnaðarnevndin mælir til, at játta umsóknina við eini royndartíð uppá eitt ár.
Samstundis mælir Trivnaðarnevndin til, at eitt ráð við trimum fólkum - eitt umboð fyri Sørvágs kommunu, eitt starvsfólk og ein brúkari - verður sett til at eftirmeta tilboðið.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul til dramakonsertina Rósu Mariu, Jóhannus á R. Joensen

Í sambandi við at farið verður undir upptøkur, ljóðbland og útgávu av føroysku dramakonsertini Rósu Mariu, verður við hesum søkt um fíggjarligan stuðul frá Sørvágs kommunu.
Trivnaðarnevndin mælir frá at játta stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. 13e í Sørvági, Eivin Jacobsen

Í skrivi dagfest 2. november 2017 søkir Eivin Jacobsen um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 13e í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall á matr. nr 13e í Sørvági sambært umsókn og tekningar dagfest 2. november 2017.
Grannaloyvið frá eigaranum av matr. nr. 21b fyriliggur.

Annars er byggiloyvi treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Hoyringarskriv í sambandi við endurnýggjan av aliloyvi C-20, Sørvágsfjørður, aliøki A-83 og A-14

Í sambandi við endurnýggjan av aliloyvi C-20, Sørvágsfjørður, aliøki A-83 og A-14 hevur kommunan móttikið skriv frá HFS til hoyringar.
Havnarnevndin mælir til at endurnýggja aliloyvi C-20, Sørvágsfjørður, aliøki A-83 og A-14 vísandi til skriv frá HFS dagfest 7. november 2017.

Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum hjá Havnarnevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12