25.10.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Elsebeth Davidsen
  • Anne Sophie Nordendal

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av eykajáttan til Krígssavnið

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 40.000,- til Krígssavnið av konto 5.24.32.380 til konto 1.11.21.380.20.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Marna Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um loyvi til rottanga á matr. 37b í Sørvági, Jógvan Nordendal

Í skrivi dagfest 11. september 2017 søkir Jógvan Nordendal um rottangaloyvi á matr. nr. 37b í Sørvági.
Tekniska nevnd hevur viðgjørt skrivið frá Jógvani Nordendal og kann staðfesta, at kommunan einki øki kann vísa á til rottanga.
Víst verður til grein 18 í byggisamtyktini øki G: Neyst.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til summarhús á matr. 301b í Sørvági, Annfinn Joensen

Í skrivi dagfest 15. september 2017 søkir Annfinn Joensen um byggiloyvi til summarhús á matr. nr. 301b í Sørvági.
Tekniska nevnd viðgjørdi málið á fundi hin. 23.10.17.
Grundað á at matr. nr. 301b liggur í landbúnaðarøki, er bert loyvt at byggja bygning upp á hægst 20 m2.
Víst verður til grein 21 í byggisamtyktini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um marknaumskipan millum matr. 55a og 33b í Mykinesi, Jákup í Løðu

Jaspur Joensen søkir um marknaumskipan soleiðis, at hjalllur/úthús verður býtt frá matr. 55a, Jaspur Joensen, og lagt saman við matr. 33b, Jákup í Løðu.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. 55a og 33b í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Skriv viðv. garði á matr. nr. 389b í Sørvági, Sigrun og Leo-Hans Mikkelsen

Í sambandi við vegagerð á Traðarvegnum, brotnaði garðurin á matr. nr. 389b í tveimum støðum.

Bygdaráðið samtykti at bera kostnaðin av at burturbeina garðin.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 70f í Bø, Magni Arge

Í skrivi móttikið 12. oktober 2017 søkir Magni Arge um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 70f í Bø.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 70f í Bø samb. umsókn og tekningum móttikið 12. oktober 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:
- Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
- Bygningsreglugerðina 2017 (FBR17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 7

Skúlakoyring til børn við serligum avbjóðingum, Sørvágs skúli

Í skrivi móttikið 8. september 2017 verður søkt um at verandi skipan viðv. koyring til børn við serligum tørvi millum Sørvágs skúla og Skúlan á Giljanesi heldur fram.
Skúlarnir søkja tí um, at kommununar gjalda koyringina.
Mett verður, at parturin hjá Sørvágs kommunu verður uml. kr. 25.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta umsókina.
Peningurin verður at taka av kto. 2.21.13.380.10 - Ymiskar almannaútr.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um peningaligan stuðul, Føroyingafelagið í Aalborg

Í skrivi dagf. 11. oktober 2017 søkir Føroyingafelagið í Aalborg um stuðul til felagið.
Greitt verður frá, at Føroyingafelagið í Aalborg er eitt áhugafelag, sum hevur til endamáls at styrkja samanhald millum føroyingar í Aalborg og somuleiðis miðla føroyska mentan og áhugamál.
Felagið skipar fyri nógvum fjølbroyttum virksemi til frama fyri føroyingar og føroysk áhugamál. Av tiltøkum sum skipað verður fyri verða nevnd: veitslur um høgtíðirnar, barnatiltøk/ familjutiltøk, andalig tiltøk, pubquiz o.a.
Trivnaðarnevndin mælir frá at játta stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Fjøran

Skriv frá borgarstjóranum dagfest 20.10.17, har hon mælir til at farið verður aftur í samráðingar við hagapartarnar í Sørvági, at Sørvágs kommuna keypir fjøruna í bátahylinum uml. 4.000 m2.
Samstundis verður heitt á bygdaráðið um at loyva, at kommunan søkir Føroya Landsstýri um loyvi at ognartaka hendan partin av fjøruni, um semja um keyp og sølu ikki fæst við hagapartarnar.
Fíggjarnevndin mælir til at borgarstjórin fær heimild til at arbeiða víðari við málinum um keyp/sølu av fjøruni við heimild til ognartøku um samráðingarnar ikki bera á mál.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Fundament til ljósmastranar á vøllin á Dungasandi

Tilboð upp á ljósmastrafundamentir

Innkomin tilboð:

P/F Articon:
- Alternativ A (botnpláta) kr. 1.182.163,-
- Alternativ B (massiv fundament) kr. 1.464.641,-

P/F J&K Petersen:
- Alternativ A (botnpláta) kr. 1.310.746,-
- Alternativ B (massiv fundament) kr. 1.291.682,-

Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum hjá P/F J&K Petersen á kr. 1.180.000,00, sum er lægsta boð sambært tilmæli frá SP/F Preben Hansen dagfest 20.10.17.

Peningurin verður at taka av konto. nr. 5.24.62.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til tilbygging av verandi bygningi á matr. 353f, VestMek

Søkt verður um byggiloyvi til tilbygging á verandi bygning á matr. nr. 353f á havnarøkinum í Sørvági.
Havnarnevndin mælir til at geva byggiloyvi til tilbygging av verandi bygningi, samb. umsókn og tekningum dagf. 23. oktober 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:
- Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Tekniska nevnd tekur undir við Havnarnevndini um at geva VestMek byggiloyvi til tilbygging av verandi bygningi á matr. 353f á havnarøkinum í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 12

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 13

Tilboð frá H-Dygd til tannlæknastovuna

Í samband við herd krøv frá Statens Institut for Strålehygiejne (SIS) má tað vindeygað í fyrsta viðgerðarrúminum skiftast til ein spesialrút við blýggi.

Tilboð frá H-Dygd, dagfest 11.10.17, kr. 106.166,67 v/MVG
Tilboð frá Sp/f El-net, 14.09.17, kr. 10.508,34 v/MVG
Samanlagt kr. 116.675,01 v/MVG

Bygdaráðið samtykti at taka av omanfyri nevndu tilboðum frá H-Dygd og El-Net.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12