27.09.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um eykajáttan, Barnaverndartænastan

Fíggjarnevndin mælir til at játta barnaverndartænastuni eina eykajáttan samb. umsókn dagfest 21.08.2017.
Parturin hjá Sørvágs kommunu er kr. 216.420,00.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

1. viðgerð av eykajáttan til Krígssavnið

Í skrivi 19. juli 2017 søkir Krígssavnið um stuðul fyri árið 2018.
Greitt verður frá, at hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at umvæla tekjuna á S.O.R. bygninginum. Víst verður á, at krøvini frá Søvnum Landsins eru strong og gera arbeiðið ógvuliga dýrt.
Samb. fíggjarætlan kemur Krígssavnið næstu 8 mánaðirnar at hava gjaldføristrupulleikar.
Søkt verður tí um, at stuðulin fyri 2018 verður hækkaður til kr. 100.000,00, og at væntaði stuðulin fyri 2018 verður útgoldin í 2017, hetta fyri at loysa gjaldføristrupulleikan.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 40.000,00 til Krígssavnið av konto 5.24.32.380 til konto 1.11.21.380.20.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Marna Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um peningaligan stuðul, Vága Dartfelag

Í skrivi móttikið 29. august 2017 søkir Vága Dartfelag um peningaligan stuðul.
Greitt verður frá, at felagið er stovnað fyrst í 90-unum og hevur 21 aktivar limir.
Felagnum tørvar pening til rakstur og søkir tí Sørvágs kommunu um peningaligan stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Stuðul til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Í skrivi móttikið 7. september 2017 verður søkt um stuðul til óarbeiðsførar fiskimenn.
Greitt verður frá, at Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn eins og undanfarin ár fer at veita stuðul til fiskimenn, ið av heilsuligum ávum eru vorðnir óarbeiðsførir.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um peningaligan stuðul, Felagið Skarðsbygd

Felagið Skarðsbygd hevur sent skriv, har spurt verður, um kommunan er áhugað í at keypa nakrar bøkur, ið skrivaðar eru um Skarðsbygd.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um peningaligan stuðul, Northern Assembly

Northern Assembly søkir um stuðul í sambandi við musikvideo, sum ætlanin er at taka upp í Føroyum.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Uppskot um einvegis ferðslu á Lambastovubrekkuni/Bóndansbeiti

Skriv til hoyringar er sent grannalagnum, har biðið er um teirra viðmerkingar til ætlaða broyting av ferðsluni. Ætlanin er at einsrætta Lambastovubrekkuna, soleiðis at bert er loyvt at koyra oman eftir Lambastovubrekkuni.

Málið beint aftur í Ferðslunevndina.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um loyvi til lýsingar á veggir í flogbóltshøllini, Sørvágs Ítróttarfelag

Í skrivi móttikið 20.09.17 søkir Jørgen Niclasen um loyvi til, at SÍ kann fáa lýsarar á veggirnar í høllini og fáa inntøkurnar av hesum.

Bygdaráðið samtykti at geva SÍ loyvið til at fáa lýsarar á veggirnar í høllini, og at teir fáa inntøkurnar.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til flettingarskúr á matr. nr. 24b í Bø, Ove Heinesen

Í skrivi móttikið 26. juli 2017 søkir Ove Heinesen um byggiloyvi til flettingarskúr á matr. nr. 24b í Bø.
Grannaloyvið fyriliggur frá eigarunum av matr. 52 og 70c í Bø.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til flettingarskúr, samb. umsókn og tekningum móttikið 7. september 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðina fyri 2017 (FBR17)

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um loyvi at flyta fjarskiftisstøð við munnan á Gásadalstunlinum, FT–Net

Í skrivi móttikið 8. september 2017 søkir FT-Net um loyvi at flyta mobiltelefonstøðina v.m. uttanfyri Gásadalstunnilin eitt sindur longur burtur frá tunnilsmunnanum.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at flyta mobiltelefonstøðina longur burtur frá tunnilsmunnanum, samb. mynd sum vísir, hvar ætlanin er at støðin skal standa.
Áðrenn endaligt loyvi verður útskrivað, skulu loyvi frá Líðarhaga og Landsverk fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknsiku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 76 í Gásadali, Anna og Elmar Guttesen

Anna og Elmar Guttesen søkja um at sundurbýta matr. nr. 76 soleiðis, at tey lata 600 m2 til dóttrina, ið ætlar at byggja í Gásadali.
Matr. nr. 76 er 929 m2 til víddar.
Í grein 13 ásetingar fyri øki B: sethús stk. 2 er ásett, at grundstykkini í minsta lagi skulu vera 500 kvm. til støddar.
Tekniska nevnd mælir frá at játta umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 76 í Gásadali.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 12

Eykalim til Barnaverndartænastuna

Bygdaráðið samtykti at velja Jóhan á Ørg sum varalim til Barnaverndartænastuna.

 

 

 

Mál nr. 13

1. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2018

Mett skattainntøka: 41.820.000,-

P/F skattur: 3.000.000,-

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12