06.09.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Elsebeth Davidsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um peningaligan stuðul, Krígssavnið

Í skrivi 19. juli 2017 søkir Krígssavnið um stuðul fyri árið 2018.
Greitt verður frá at hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at umvæla tekjuna á S.O.R. bygninginum. Víst verður á, at krøvini frá Søvnum Landsins eru strong og gera arbeiðið ógvuliga dýrt.
Samb. fíggjarætlan kemur Krígssavnið næstu 8 mánaðirnar at hava gjaldføristrupulleikar.
Søkt verður tí um at stuðulin fyri 2018 verður hækkaður til kr.100.000,00 og at væntaði stuðulin fyri 2018 verður útgoldin í 2017, hetta fyri at loysa gjaldføristrupulleikan.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta umsóknina, at stuðulin fyri 2018 verður útgoldin í 2017 og at upphæddin verður hækkað til kr. 100.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin kr. 40.000,- sum er parturin hjá Sørvágs kommunu verður at taka av konto 1.11.21.380.20.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar og Fíggjarnevndini.

Marna Jacobsen luttók ikki í viðgerðinum av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til verkætlan, Vivian Sjóðklett

Í skrivi móttikið 14. august 2017 søkir Vivian Sjóðklett um peningaligan stuðul til verkætlan: Wisdom from the roots.
Søkt verður um stuðul uppá kr. 10.000,00 til verkætlanina.
Trivnaðarnevndin mælir frá at játta.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til jólahús í nov. og des. 2017, Eileyð Steinbjørnsdóttir og Gitta av Kák

Eileyð og Gitta hava sent skriv til kommununa, har tær greiða frá, at ætlanin er at hava jólahús-sølu í Pollastovu frá 15. nov. til 15. des. í ár.
Søkt verður um stuðul uppá kr. 6.000,00 + el og hita.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá tilsamans kr. 6.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto. 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini at játta upp til kr. 6.000,- móti skjalprógvaðum útreiðslum, og at onnur eisini sleppa inn í hølini at selja sínar lutir.

 

 

 

Mál nr. 4

Skriv frá Bíggjarbata og foreldrum viðvíkjandi skúlanum í Bø

Felagið Bíggjarbati og foreldur í Bø hava sent skriv til kommununa, har spurt verður um møguleikan at hava skúlan opnan til ymisk endamál.
Nevnt verður, at tey í nakrar vetrar hava havt føroyskan dans og talv í skúlanum.
Ætlanin nú er at fáa skapt fleiri møguleikar, her verður hugsað um spøl til børnini - borðtennis borð, bobbspæl og onnur spøl.
Eisini er ætlanin at hava eitt kvøld um mánaðin til tey vaksnu, ið tey kallað "túnatos".
Samb. skrivinum er ætlanin at skúlin verður opin mána- til leygardag eftir kl. 17.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta skúlan í Bø til endamálið, sum greitt er frá í skrivi 20. august 2017.
Trivnaðarnevndin mælir til at ein ábyrgdari verður av skúlanum og at vit fáa upplýst, hvør hesin persónur er.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um eykajáttan, Barnaverndartænastan

Fíggjarnevndin mælir til at játta Barnaverndartænastuni eina eykajáttan samb. umsókn dagfest 21.08.2017.
Parturin hjá Sørvágs kommunu er kr. 216.420,00.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

2. viðgerð av eykajáttan til skúlan

Fíggjarnevndin mælir til at játta 1. eykajáttan til skúlan uppá kr. 400.000,- peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Fyrispurningur um møguleiki er at leiga/keypa tveir egningarskúrar ella havnarskrivstovuna til café/catering virksemi, Elin og Prem

Kommunan hevur móttikið fyrispurning frá Elin og Prem, dagfest 9. august 2017 um møguleiki er at leiga/keypa tveir egningarskúrar ella havnarskrivstovuna til café/catering.
Havnarnevndin hevur viðgjørt umsóknina á fundi 29. august 2017 og hevur hesar viðmerkingar og tilmæli:
Í síni tíð varð egningarmiðstøðin bygd við almannagagnligum endamáli fyri eyga sambært §50 í kommunustýrislógini.
Sama grein sigur, at ein kommuna hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í vinnuligum virksemi.
Sørvágs havn hevur góðkenning sum ISPS-havn, og tí er neyðugt at hava eina havnaskrivstovu, tá størri skip koma.
Húsið verður eisini brúkt til goymslu av ymiskum lutum, sum verða brúkt á havnarøkinum.
Grundað á omanfyri nevnda er niðurstøðan hjá havnarnevndini, at mælt verður frá at selja/leiga egningarskúrar/havnarskrivstovuna.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul til garð á matr. 292b, Hans Kári og Ingunn Hansen

Í skrivi dagfest 16. august 2017 søkja Hans Kári Hansen og Ingunn Hansen um fíggjarligan stuðul til garð, fyri tilfar ið er brúkt í sambandi við stoypan av garði fram við Bøgøtu og Á Lágabø.
Tekniska nevnd mælir frá at geva stuðul til tilfar til gerð av garði á matr. nr. 292b, tí mett verður ikki at kommunan er orsøk til jarðarmunin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

Sune luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um at læna/leiga 12.000 kvm. av matr. 272a hjá Sørvágs kommunu, Helgi Leonson

Í skrivi dagfest 2. august 2017 spyr Helgi Leonson, um tað er møguligt at læna/leiga 12.000 kvm av matr. nr. 272a hjá Sørvágs kommunu.
Tekniska nevnd mælir til at arbeitt verður við eini skipan, har til ber at leiga traðir frá kommununi.
Tískil verður í verandi løtu mælt frá at geva loyvi at leiga 12.000 kvm av matr. nr. 272a hjá Sørvágs kommunu.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at einki verður leigað út enn, men ein ætlan fyri økið verður gjørd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um byggiloyvi til flettingarskúr á matr. nr. 24b í Bø, Ove Heinesen

Í skrivi móttikið 26. juli 2017 søkir Ove Heinesen um byggiloyvi til flettingarskúr á matr. nr. 24b í Bø.
Grannaloyvið fyriliggur frá eigarunum av matr. 52 og 70c í Bø.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til flettingarskúr, samb. umsókn og tekningum móttikið 26. juli 2017.Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Málið beint aftur í Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um sundurbýting av matr. nr. 9 í Mykinesi, Erland Heinesen

Søkt verður um at uttangarðsjørðin 2 gyllin og 1 skinn sum liggja í Heimangjógv verða býttir frá innangarðsjørðini, og lagdir saman við matr. nr. 64b Heimangjógv, hjá Finn Hansen og Lailu Jacobsen.
Víddin á stykkinum innangarðs er 572 m2.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti millum matr. 9 og 64b í Mykinesi, soleiðis at matr 9 letur 2 gyllin og 1 skinn til matr. 64b.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12