28.06.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Anne Sophie Nordendal
  • Marna Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul til nýggja málútgerð, Róðrarsamband Føroya

Kommunan hevur móttikið skriv dagfest 20. apríl 2017 frá Róðrarsambandinum við umbøn til allar 11 kommunurnar, ið hava FM-kappróður á sínum firði, um stuðul til keyp av nýggjari málútgerð og útgerð, sum skal brúkast í FM róðrunum.
Biðið verður um, at hvør kommuna stuðlar við kr. 15.000,00 til útgerðina.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla, av tí at Sørvágs kommuna velur at stuðla ítróttini lokalt.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til Barnakórið Libanon

Í skrivi 19. apríl 2017 søkir Barnakórið Libanon um stuðul til tvær ymiskar verkætlanir.
Fyrsta verkætlanin er ein fløga, ið ætlanin er at geva út í hesum árinum.
Onnur verkætlanin er ein ferð til Noregs við teimum elstu børnunum í barnakórinum saman við trimum øðrum barnakórum úr Føroyum.
Søkt verður um stuðul uppá tilsamans kr. 25.000,00
Stuðulin skal nýtast soleiðis:
Ferðaútreiðslur í sambandi við ferð til Noreg: kr. 1.000,00 pr. barn, kr. 15.000,00.
Ískoyti til útreiðslur í sambandi við fløgu: kr. 10.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 15.000,00 í stuðli til ferð hjá barnakórinum til Noregs.
Peningurin verður at taka av Søvn og Mentanararvur kto. 05243238010.
Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, men mælir til at børnini arbeiða 1 dag fyri stuðulin.
Jóhan á Ørg mælir til at stuðla fløguútgávuni.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og meirilutanum í Fíggjarnevndini.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul fyri 2017, Sørvágs bygdarsavn

Sørvágs bygdarsavn søkir í skrivi dagfest 26. mai 2017 um stuðul fyri árið 2017.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Bygdarsavni við kr. 72.000,00 fyri árið 2017.
Peningurin verður at taka av Søvn og Mentanararvur kto. 05243238010.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um loyvi at byggja upp í hjall á matr. 18c í Sørvági, Jógvan Jákup Lauritsen

Í skrivi móttikið 31. mai 2017 søkir Jógvan Jákup Lauritsen um loyvi at byggja 2 metrar upp í hjallin, sum stendur á matr. nr. 18c.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi at byggja upp í hjallin samb. umsókn og tekning dagfest 31.05.2017.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Loyvi frá friðingarmyndugleikunum skal fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 282b í Sørvági, Oddur Petersen

Oddur Petersen søkir í skrivi móttikið 31. mai 2017 um byggiloyvi til hjall á matr. 282b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall á matr. nr. 282b, samb. umsókn og tekning móttikið 31. mai 2017.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 119a í Sørvági.

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 119a í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um byggiloyvi til umbygging av sethúsum á matr. 157 og 165a í Sørvági, Jóhannes Elias Joensen og Inga Jenný Ingvadóttir

Jóhannes og Inga søkja í skrivi dagfest 13. juni 2017 um loyvi at byggja um sethúsini á matr. nr. 157 og 165a í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til umbygging av sethúsum á matr. nr. 157 og 165a í Sørvági samb. umsókn og tekningum dagfest 13. juni 2017.
Grannaloyvi/hoyringsskriv frá eigaranum av matr. nr. 158e má fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)
At matr. nr. 157 og 165a verða løgd saman til eitt matr. nr.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um keyp av matr. nr. 253L í Sørvági, Bjartur og Rannvá Johannesen

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 253L til Bjartur og Rannvá Johannesen fyri kr. 140.200,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 9

Setan av leiðara til Alvalon

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmæli frá setanarbólki og seta Claus A. Rasmussen sum leiðara í dagstovninum Alvalon.

 

 

 

Mál nr. 10

07 Vestur

Fíggjarnevndin mælir til at játta pening til liðugtgerð av loftinum við í mesta lagi kr. 250.000 móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Eykajáttan til skúlan

Fíggjarnevndin mælir til at játta 1 eykajáttan til skúlan kr. 400.000,-
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini 2017

Í sambandi við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður samtykt at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12