31.05.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Anne Sophie Nordendal
  • Marna Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Ársroknskapurin fyri 2016

Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2016.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

  Játtan 2016 Roknskapur 2016
Útreiðslur 41.720 42.440
Inntøkur 49.919 54.265
Løgur 20.252 20.571

 

Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2016.

 

 

 

Mál nr. 2

2. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 3.000.000,- til konto 05246238110, Ítróttarannlegg.

Peningurin verður at taka av:

  • Konto 6.38.11.38.120 Í Nýggir vegir kr. 700.000,-
  • Konto 7.38.14.38.110 Í Havnir og lendingar kr. 500.000,-
  • Konto 6.11.32.38.110 300.000,- og kr. 1.500.000,- av tøkum peningi

Somuleiðis mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 2.000.000 til konto 6.22.11.38.110 Í Byggibúning til keyp av lendi. Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti 2. viðgerð av eykajáttani.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til fyri 2017, Sørvágs Ítróttarfelag

Í skrivi dagfest 4. desember 2016 søkir Sørvágs Ítróttarfelag um stuðul uppá kr. 175.000,00 fyri árið 2017.
Roknskapurin fyri 2016 fyriliggur.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul uppá kr. 175.000,00 fyri árið 2017.
Peningurin verður at taka av kto. 05241438010, Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til ársins kappróðrargalla, Ásla Berg, Teistin kvinnur

Manningin umborð á róðrarbátinum Teistanum kvinnur, ætlar at skipa fyri ársins kappróðrargalla, ið verður mánakvøldið 31. juli 2017.
Spurt verður, um Sørvágs kommuna vil stuðla hesum tiltaki.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um keyp av uppskriftsbókini hjá Oddvør Skarðhamar

Kommunan hevur móttikið teldupost 5. mai 2017, har spurt verður, um áhugi er at keypa uppskriftsbókina hjá Oddvør Skarðhamar.
Trivnaðarnevndin mælir frá at keypa uppskriftsbókina hjá Oddvør Skarðhamar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Góðkenning av fíggjarætlan fyri 2018, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin hevur gjøgnumgingið fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavni. Mælt verður til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2018 hjá Sørvágs bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 406c, Jógvan Arni Petersen

Í skrivi móttikið 28. apríl 2017 søkir Jógvan Arni kommununa um loyvi at gera ein garð millum matr. nr. 406c, Jógvan Arni Petersen og matr. nr. 298c, John Mouritsen.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi at gera garð millum matr. 406c og matr. 298c samb. skitsu móttikið 28. apríl 2017.
Eigarin av matr. nr. 298c hevur givið loyvi til, at garður verður gjørdur millum matr. 406c og matr. 298c.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til sethús við tilhoyrandi hjalli í Mykinesi, Sp/f Mykines

Sp/f Mykines søkir í skrivi dagfest 12. apríl 2017 um byggiloyvi til sethús við tilhoyrandi hjalli við síðuna av matr. nr. 33 (Jákup í Løðu).
Mykinesar kommuna hevur 4. februar 2002 givið Kjeld Nattestad loyvi til at byggja á omanfyri nevnda øki, treytað av at friðingarmyndugleikarnir geva loyvi.
Loyvi frá friðingarmyndugleikunum fyriliggur.
Sørvágs kommuna hevur á fundi 28.11.2012 staðfest byggiloyvið, ið er útskrivað til Kjeld Nattestand 4. februar 2002.
Í skrivi 13.10.2016 boðar Kjeld frá, at hann letur byggiloyvi til Sp/f Mykines.
13.10.2016 fyriliggur skriv frá hagapørtunum í Mykinesi, har hagapartarnir góðtaka byggingina hjá Sp/f Mykines.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. umsókn dagfest 12.04.2017 og tekningum dagf. 27.01.2003.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd - Kunngerðarblaðið A - hefti 14, 1999

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til altan á sethús á matr. 388c, Jeannet/Klæmint Joensen

Jeannet og Klæmint Joensen søkja í skrivi dagfest 2. mai 2017 um loyvi at gera altan á sethús á matr. nr. 388c í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at gera altan, samb. umsókn og tekningar dagf. 2. mai 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tillmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Ums. um loyvi at seta hjall á matr. 56 í Mykinesi í upprunastand, Emly Joensen

Emly Joensen søkir í skrivi móttikið 15. mai 2017 um loyvi at seta hjall á matr. nr. 55b í Mykinesi í upprunastand.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at hjallur á matr. nr. 55b í Mykinesi verður bygdur í upprunastand, samb. umsókn og tekningum móttikið 15. mai 2017.

Annars er loyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 69b, Jákup/Nencia Falkvard

Í skrivi dagfest 24. mai 2017 søkir Westtech vegna Jákup og Nenciu Falkvard um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 69b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 69b, samb. umsókn og tekningum dagf. 24. mai 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Góðkenning av "Summarhúsætlanini 2017" á matr. 93 í Gásadali, Jákup Suni Lauritsen

Jákup Suni Lauritsen søkir í skrivi móttikið 11. mai 2017 vegna eigarnar av matr. nr. 93 í Gásadali um góðkenning av summarhúsætlan í Gásadali.
Meirilutin í Vinnunevndini mælir til at samtykkja summarhúsætlanina.
Hetta er tó treytað av góðkenning frá friðingarmyndugleikunum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Vinnunevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12