03.05.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen
  • Marna Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul til skeltaverkætlan, Visit Vágar

Visit Vágar heitir í skrivi dagfest 1. februar 2017 á kommununa um at stuðla skeltaverkætlan við kunningarskeltum, sum greiða frá bygdunum.
Ætlanin er at seta skelti við upplýsingum um Sørvág, Bø, Gásadal og Víkar.
Harumframt skelti um Postrutuna og Múlafoss.
Meirilutin í Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanina við kr. 63.720,00.
Mælt verður til at peningurin verður tikin av kto. 5241338010, Søvn og mentananararvur.
Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.

Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá meirlutanum í Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul til 3D Teknifilm, Rói Davidsen

Í telduposti móttikin 20. mars 2017 søkir Rói Davidsen um fíggjarligan stuðul til 3D teknifilm.
Ætlanin er at filmurin verður við í Geytakapping í Norðurlandahúsinum.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir til at stuðla við kr. 1.000,-.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380, Mentan og frítíð.

Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá meirlutanum í Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðin

Í telduposti móttikin 24. mars 2017 søkir Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðin um fíggjarligan stuðul til arbeiðið, ið verður gjørt í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at stuðla við kr. 1.000,00.
Peningurin verður at taka av Mentan og frítíð, 5.24.13.380.
Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá meirlutanum í Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til ferð við Undirhúsinum til Nólsoyar

Vegna Undirhúsið søkir Finnbogi Niclasen í skrivi dagf. 5. apríl 2017 um figgjarligan stuðul til ferðina til Nólsoyar.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við í mesta lagið kr. 8.000,00 móti skjalprógvaðum útreiðslum.
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.14.380, Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um fíggjarligan stuðul, GSD-felagið

Í sambandi við at GSD-felagið í mai mánaða fer at hava eitt námsskeið um kost og rørslur á Føroya Húsarhaldsskúla, søkir felagið um peningaligan stuðul.
Trivnaðarnevnin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul í samb. við hundasosialisering í Vágum, Johnhild á Løgmansbø

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Vága Ríðingarfelag

Í skrivi dagf. 3. apríl 2017 søkir Vága Ríðingarfelag um peningaligan stuðul í sambandi við, at høllin, sum teir byggja, skal reisast.
Ætlanin er at fáa stuðul í avmarkaða tíð.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um at fáa loyvi at umvæla svimjihylin og økið rundan um hylin í Mykinesi, Bygdar-og Ungmannafelagið Súlan

Bygdar- og Ungmannafelagið Súlan hava ætlanir um at umvæla svimjihylin í Mykinesi og seta umklæðingarrúmini í upprunastand.
Søkt verður um stuðul uppá kr. 25.000,00 til hesa ætlan.
Loyvi fyriliggur frá hagapørtunum í Mykinesi at fara undir hetta tiltak.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla. Peningurin verður at taka av kto. 5.24.13.380.10, Søvn og mentananararvur.
Stuðulin upp til kr. 25.000,00 verður goldin móti váttaðum rokningum uppá tilfar til ætlanina.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Verkætlan "Nykurin á vatninum"

Kommunan hevur móttikið umsókn 2. mars 2017 frá stigtakarum, ið hava eina verkætlan um at seta ein "nyk" niðri á vatni.
Tekniska nevnd er samd um at biðja stigtakarnar um at lata okkum síggja, hvør tekstur kemur at standa á plátuni á landi, áðrenn endalig støða verður tikin í málinum.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til verkætlanina.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um endurnýggjan/leingjan av byggiloyvi til frítíðaríbúðir á matr. 62b og 62c í Mykinesi, Regin Joensen

Vísandi til skriv frá Regin Joensen, dagfest 10.04.2017 verður søkt um leingjan av verandi byggiloyvi til Mykineslonir 1-4.
Bygdaráðið hevur á fundi 28. februar 2013 samtykt at geva Regin Joensen byggiloyvi til frítíðaríbúðir í Mykinesi.
Tekniska nevnd mælir til at leingja verandi byggiloyvi til frítíðaríbúðir, ið er útskrivað 28. februar 2013.
Loyvið er galdandi frá 1. mai 2017 og tvey ár fram.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um samanlegging av matr. 298c og matr. 273d, John Mouritsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um samanlegging av matr. 298c og 273d í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 11d í Sørvági, Ólavur Jensen og Hervør Hansen

Ólavur Jensen og Hervør Hansen søkja í skrivi móttikið 24. apríl 2017 um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 11 d í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 11d í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 24. apríl 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðina 2017 (FBR17)

Byggiloyvið verður útskrivað, tá Ólavur Jensen og Hervør Hansen standa sum tinglýstir eigarar av matr. nr. 11d í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 397d í Sørvági, Jóhan Petur á Stongum og Vivian Joensen

Jóhan Petur á Stongum og Vivian Joensen søkja í skrivi móttikið 24. apríl 2017 um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 397d í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 397d í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 24. apríl 2017.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðina 2017 (FBR17)

Byggiloyvið verður útskrivað, tá Jóhan Petur á Stongum og Vivian Joensen standa sum tinglýstir eigarar av matr. nr. 397d í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn frá John Mouritsen um loyvi til útbygging á matr. 298c og 273d í Sørvági

John Mouritsen søkir um loyvi til útbygging av verandi sethúsum á matr. 273d.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til útbygging á matr. 298c og 273d, samb. umsókn og tekningum móttikið 18. apríl 2017.
Útbyggingin er treytað av, at matr. nr. 298c og matr. 273d verða løgd saman.
Grannaloyvi frá eigaranum av matr. nr. 406c fyriliggur.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Bygningsreglugerðina 2017 (FBR17)

Byggiloyvið verður útskrivað, tá matr. nr. 298c og 273d eru samanløgd til eitt matr. nr.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 15

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 16

Støðutakan til lendingina í Bø

Í uppganginum í vetur fór sjógangurin við einum parti av dekkinum, sum var av træ.
Havnarnevndin hevur biðið Erik Heinesen um tilboð upp á at gera eitt betongdekk.
Nevndin hevur móttikið skriv frá Erik Heinesen dagfest 25. apríl 2017, har hann vil gera umrødda arbeiði fyri kr. 90.000,00 u/MVG.
Havnarnevndin mælir bygdaráðnum til at taka av tilboðnum frá Erik Heinesen.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.
Peningurin verður at taka av konto 7.38.14.381, Í Havnir og lendingar.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um leigu av egningarskúri til sølu av kaffi og viðskera, Eyðvør Petersen

Vísandi til umsókn frá Eyðvør Petersen, dagfest 3. apríl 2017 um leigu av egningarskúri til sølu av kaffi og viðskera.
Havnarnevndin hevur viðgjørt umsóknina á fundi 1. mai 2017 og hevur hesar viðmerkingar og tilmæli:
Í síni tíð varð egningarmiðstøðin bygd við almannagagnligum endamáli fyri eyga sambært §50 í kommunustýrislógini. Sama grein sigur, at ein kommuna hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í vinnuligum virksemi.
Tí mælir havnarnevndin frá at geva loyvi til umrødda leigumál.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

Keyp av matr. nr. 253l, Helga Johnsdóttir Mouritsen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 253l aftur frá Helgu Johnsdóttir Mouritsen, fyri kr. 140.200,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 20

Spælipláss á Stakka

Fíggjarnevndin mælir til at taka av niðanfyri nevndu tilboðnum:

  • Westtech, kr. 95.000,- u/MVG
  • Svend Krosstein, kr. 10.554,- u/MVG
  • Niclasen, kr. 26.121,79 u/MVG
  • Niclasen, kr. 18.915,50 u/MVG
  • Skarðenni, kr. 473.900,- u/MVG
  • Thorfinn Nielsen, kr. 195.641,69 u/MVG
  • Múrarafelagið Knáur, kr. 140.000,- u/MVG
  • Aluplast, kr. 32.565,- u/MVG

Peningurin verður at taka av konto 6.11.32.38.110.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 21

1. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 2.000.000,- til konto 05246238110 Ítróttarannlegg.

Peningurin verður at taka av:

  • Konto 6.38.11.38.120 Í Nýggir vegir kr. 700.000,-
  • konto 7.38.14.38.110 Í Havnir og lendingar kr. 500.000,-
  • konto 6.11.32.38.110 300.000,-
  • og kr. 500.000,- av tøkum peningi

Somuleiðis mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 2.000.000 til konto 6.22.11.38.110 Í Byggibúning til keyp av lendi.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti 1. viðgerð av eykajáttani.

 

 

 

Mál nr. 22

Tilboð upp á asfaltering

Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá EM Asfalt á kr. 182.400,- u/MVG uppá klárgering og asfaltering av øki við ítróttarvøllin.
Peningurin verður at taka av konto 6.38.11.38.010 Vegir.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 23

Visit Vágar

Bygdaráðið samtykti, at Marna Jacobsen heldur fram sum nevndarlimur í Visit Vágar.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12