30.03.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen
  • Marna Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul til bókaverk, Høgni Mohr

Í telduposti móttikin 27. februar 2017 søkir Høgni Mohr um fíggjarligan stuðul til Bókaverk, ið eftir ætlan kemur út í september 2017.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul til filmsverkætlan, Pætur M. Dahl

Í telduposti móttikin 2. mars 2017 søkir Pætur Marjunarson Dahl um fíggjarligan stuðul til filmsverkætlan.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Skriv frá 3. flokki í Sørvágs skúla viðv. sandinum

Trivnaðarnevndin mælir til at flyta kr. 1.000,00 á kto. hjá 3. flokki í Sørvágs skúla fyri at rudda á sandinum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um fíggjarligan stuðul í samb. við bókaútgávu, Erhard Jacobsen

Í skrivi móttikið 15. mars 2017 søkir Erhard Jacobsen vegna Janus Mohr um stuðul til útgávu av bók við frásagnum í 1960-unum í Mykinesi.
Trivnaðarnevndin mælir til at Fíggjarnevndin kannar um til ber at stuðla bókaútgávuni hjá Janusi Mohr.
Fíggjarnevndin hevur staðfest, at peningur er tøkur á konto 524.3238010 - Søvn og mentanararvur, men heldur, at Bygdaráðið skal taka endaliga støðu til málið.

Byggdaráðið samtykti at játta kr. 80.000,- til bókaútgávu. Peningurin verður at taka av konto. 524.323.80.10.

 

 

 

Mál nr. 5

Skriv frá Suna Jacobsen viðv. ítróttarøkinum á Dungasandi og liðugtgerð av loftinum á húsinum hjá 07 Vestur

Tekniska nevnd er samd um at asfaltera á Dungasandi, men at hetta ikki verður gjørt fyrr enn støða er tikin um hvussu verður við ljósmastrunum.
Viðv. laðingini í Kirkjuánni so mælir Tekniska nevnd frá at farið verður undir tað nú.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Ì sambandi við liðugtgerð av loftinum í 07 Vestur-húsinum, so mælir Fíggjarnevndin til at fáa eina endaliga kostnaðarmeting fyri liðugtgerð av húsinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Tilboð frá Sp/f Thorfinn Nielsen uppá nýggjar ljósmastrar til vøllin á Dungasandi

Málið útsett til nærri kanning.

 

 

 

Mál nr. 7

Skriv frá Mariu Joensen viðv. vegjaðara Húsadalsvegur/Traðarvegur

Maria hevur sent skriv dagfest 6. mars 2017, har hon heitir á kommununa um at gera garð á ovaru síðu á brekkuni millum Húsadalsvegin og Traðarveg.
Tekniska nevnd mælir til at gera garð á ovaru síðu á brekkuni millum Húsadalsvegin og Traðarvegin. Hetta skal gerast í samráð við Mariu og Hjálpartólamiðstøðina.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um loyvi at seta arbeiðsskúr á matr. nr. 24 í Gásadali, Ann Árnastein

Ann Árnastein søkir í skrivi móttikið 22. februar 2017 um loyvi at seta ein arbeiðsskúr/containara á matr. nr. 24 í Gásadali.
Loyvi frá Pól Sigmundi fyriliggur um at seta skúrin á økið.br />Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at seta arbeiðsskúr á matr. nr. 24 í Gásadali.
Loyvið er galdandi í 2 ár.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um loyvi at stoypa garð fram við marki á matr. 292b, Hans Kári Hansen

Hans Kári Hansen søkir í skrivi dagf. 13. mars 2017 um loyvi at stoypa garð fram við marki á matr. nr. 292b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at stoypa garð fram við marki á matr. nr. 292b í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 10

Viðv. matr. nr. 154b, Jónley og Hans Poulsen

Skriv frá Hans og Jónley Poulsen dagfest 27.03.17, viðv. matr. nr. 154b.
Fíggjarnevndin mælir til at gera eina avtalu við Jónley og Hans Poulsen um matr. nr. 154b samb. skriv dagfest 27.03.17.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 139a, Jim Sonni Guttesen

Bygdaráðið viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 139a, samb. umsókn dagfest 29.03.2017./em>

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Gásadali, Katrin Fagraklett

Bygdaráðið viðmælir umsóknina um matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Gásadali til Sp/f Gásadalsgarður v/Katrin Fagraklett.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12