22.02.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen
  • Marna Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um peningaligan stuðul, Sørvágs Róðrarfelag

Í skrivi móttikið 19. januar 2017 søkir Sørvágs Róðrarfelag um stuðul til rakstur av felagnum fyri 2017.
Roknskapur fyri 2016 fyriliggur.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 15.000,00.
Peningurin verður at taka av kt. 5.24.14.380, Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um peningaligan stuðul, Parkinsonfelagið

Sørvágs kommuna hevur móttikið skriv frá Parkinsonfelagnum dagfest 24. januar 2017 um fíggjarligan stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Ums. um stuðul til Virkin sum longst, Ruborg Zachariassen/Jónvør Joensen

Vegna Virkin sum longst søkja Ruborg Zachariassen og Jónvør Joensen í skrivi dagfest 26. januar 2017 um stuðul til útferð 2017.
Søkt verður um kr. 10.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Virkin sum longst við kr. 10.000,00.
Peningurin verður at taka av kt. 5.24.14.380, Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til skeltaverkætlan, Visit Vágar

Visit Vágar heitir í skrivi dagfest 1. februar 2017 á kommununa um at stuðla skeltaverkætlan við kunningarskeltum, sum greiða frá bygdunum.
Ætlanin er at seta skelti við upplýsingum um Sørvág, Bø, Gásadal og Víkar.
Harumframt skelti um Postrutuna og Múlafoss.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanina, men ynskir meiri kunning um staðseting og sniðgeving.
Peningurin verður at taka av konto 6.38.11.381, Vegir.
Meirlutin í fíggjarnevndini mælir til at beina málið aftur í Trivnaðarnevndina til at innheinta nærri kunning um staðseting og sniðgeving, áðrenn peningur verður játtaður.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Alzheimerfelagið

Alzheimerfelagið søkir í skrivi móttikið 6. februar 2017 um fíggjarligan stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, Barnaverndartænastan í Vágum

Sørvágs kommuna hevur móttikið skriv frá Barnaverndartænastuni í Vágum við tilmæli um at uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon.
Víst verður til §5 í dagstovnalógini, ið kom í gildi 1. januar 2006, ið sigur, at kommunur hava skyldu til at veita børnum við serligum tørvi pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn.
Trivnaðarnevndin mælir til at uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon fram til 1. august 2017 samb. tilmæli frá Barnaverndartænastuni í Vágum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul til Musikkstevnuna í Sørvági 12. mai 2017, Sørvágs Tónleikarfelag

Í skrivi dagfest 15. november 2016 søkir Sørvágs Tónleikarfelag um peningaligan stuðul uppá kr. 15.000,00 í sambandi við Musikkstevnuna, ið verður í Sørvági 15. mai 2017.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Tónleikarfelag við kr. 15.000,00.
Peningurin verður at taka av kt. 5.24.14.380, Stuðul ítróttur og mentan.
Borgarstjórin tekur sær av leiguni av skúlanum og avtalu um rudding.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælunum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um fíggjarligan stuðul, 07 Vestur

07 Vestur søkir í skrivi dagfest 15. februar 2017 um fíggjarligan stuðul fyri 2017.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00.
Roknskapurin fyri 2016 fyriliggur.
Peningurin verður at taka av kto. 5.24.14.380, Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælunum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Uppskot um at selja egningarskúrarnar á bryggjuni í Sørvági, Jóhan F. á Ørg

Jóhan F. á Ørg hevur í skrivi dagfest. 14. januar 2017 sent uppskot til kommununa um at selja egningarskúrarnar á havnarøkinum í Sørvági.
Havnarnevndin mælir frá at selja egningarskúrarnar.
Havnarnevndin metir, at Sørvágs Kommuna er betur før fyri at stýra, at skúrarnir verða nýttir til rætta endamálið.
Meirlutin í fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum hjá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælunum frá Havnar- og meirlutanum í Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Tilboð um skiftan av anodum

Í samband við skiftan av anodum hevur kommunan móttikið 2 tilboð uppá arbeiðið.
Havnarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá SJH Commercial Divers v/Símun Jákup Højsted.
Peningurin verður at taka av kto. 7.38.14.380, Havnir og lendingar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælunum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til bingjupláss, Vága Floghavn

RÁÐ søkir vegna Vága Floghavn um loyvi til nýtt bingjupláss.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til bingjupláss, samb. umsókn og tekning dagfest 5. desember 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 253n í Sørvági og umsókn um broyting av vegaføring til húsini, Sigurd og Jónvá Nielsen

Sigurd og Jónvá Nielsen søkja um byggiloyvi til sethús á matr. 253n í Sørvági.
Eisini verður biðið um loyvi at broyta vegaføringina til húsini.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. 253n í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttiknar 14. desember 2016.
Tekniska nevnd mælir til at loyvi verður givið til atkomuveg omanfyri húsini.
Kostnaðin fyri vegin verður goldin av Sigurd og Jónvu Nielsen.
Treytin viðv. nýggjum atkomuvegi er, at kommuna framvegis kemur at standa sum eigari av lendinum/vegnum.
Leiðingar tekur kommunan sær av.

Annars er byggiloyvið treytað av:

  • Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
  • Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd - Kunngerðarblaðið A - hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um undangóðkenning av verkætlan, Krígssavnið

Krígssavnið søkir í skrivi dagf. 3. februar 2017 um undangóðkenning til verkætlan.
Tekniska nevnd mælir til at játta Krígssavninum undangóðkenning til verkætlan samb. umsókn og tekningum móttiknar 3. februar 2017.

Undangóðkenningin er treytað av:

  • Byggingin lýkur allar ásetingar í nýggju bygningsreglugerðini 2017 (FBR17)
  • Krøv, ið verða sett av øðrum byggimyndugleikum

Granni til bygningin er Landsverk, so hendan tilsøgn frítekur ikki umsøkjaran at fáa neyðug loyvi frá grannanum og øðrum myndugleikum, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.
Tekniska nevnd er samd um at lata økið uml. 1.640m2 til savnsbygning.
Um einki verður bygt innan 2 ár, verður umsóknin tikin upp til nýggja viðgerð.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd, tó við tí broyting, at krígssavnið hevur forkeypsrætt til økið upp á 1.640 m2 í 1 ár.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12