25.01.2017

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen
  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen
  • Marna Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul, Útoyggjafelagið

Útoyggjafelagið søkir í skrivi dagfest 3. januar 2017 um stuðul til blaðið Glóðina 2017.
Stuðulin kann veitast við at fáa eina lýsing í blaðið.
Ein heil síða (A4) kostar kr. 10.000,00.
Hálv síða (A5 liggjandi) kostar kr. 5.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til Summartónar 2017, Summartónar/Kristian Blak

Summartónar søkja í skrivi dagf. 10. januar 2017 um stuðul til Summartónar 2017.
Fíggjartørvurin er kr. 21.000,00 og søkt verður um at Sørvágs kommuna rindar part av hesum.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Uppskot um at broyta barnagarðsgjaldið í Alvalon og Frítíðarskúlanum, Jóhan F. á Ørg

Jóhan F. á Ørg heitir í skrivi dagf. 10. januar 2017 á Trivnaðarnevndini um at taka barnagarðsgjaldið í Alvalon/frítíðarskúlanum upp til viðgerð og at lækka gjaldið.
Trivnaðarnevndin mælir til, at skrivi verður tikið upp til viðgerð, tá fíggjarætlanin fyri 2018 verður viðgjørd.
Meirlutin í Fíggjarnevndini, Jákup á Stongum og Aimé Jacobsen taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og meirilutanum í Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Ums. um stuðul til ferðavinnufestival 2017, Maria Samson/Kent Christensen

Trivnaðarnevndin hevur fingið umsókn frá Make Travel um at játta stuðul til eina ætlan um at skipa fyri einari ráðstevnu í Vágum.
Hetta er ein sera áhugaverd ráðstevna, men Trivnaðarnevndin mælir tó frá at játta pening til tiltakið, av tí at hetta ikki er ígjøgnum Visit Vagar, sum er tann stovnurin, sum kommunan stuðlar, og har vit hava ein lim í nevndini.
Sørvágs kommuna stendur við einum stórum trupulleika í løtuni, sum vit noyðast at taka støðu til beinanvegin, og væntandi seta okkurt í verk: Vaksandi ferðafólkatalið í Mykinesi og slit á lendið og órógv av djóralívi.
Áðrenn vit eru greið yvir, hvat krevst, bæði fíggjarliga og skipanarliga fyri at fáa loyst hetta stóra vandamál, meta vit ikki, at tað er ráðiligt at stuðla slíkari ráðstevnu beint nú, men heldur fáa eitt samlað yvirlit yvir okkara ferðavinnuøki og veitarar, so arbeiðast kann meira miðvíst við ferðavinnuni í Vágum og Mykinesi.
Tí mælir Trivnaðarnevndin til, at Vinnunevndin tekur stig til ein fund millum Visit Vagar og kommunurnar í oynni fyri at koma fram til eitt samstarv um ætlanir við ferðavinnuni í økinum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Góðkenning av roknskapi hjá Sørvágs Bókasavni fyri 2016

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2016 hjá Sørvágs Bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um keyp av grundøki í Gásadali, SÓKN adv.

Vegna Ann D. Árnastein søkir SÓKN adv. um grundøki til keyps í Gásadali.
Sagt verður í skrivinum, at eingi grundstykki eru tøk, men at 2 grundstykki eru, har ikki er bygt.
Talan er um matr. 49g og 49e.
Ynski er um at keypa annað av hesum stykkjunum.
Í løtuni er einki grundøki tøkt í Gásadali.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um sundurbýti millum matr. 226a, Olivia Joensen og matr. 140 Jón Joensen

Søkt verður um, at 2.766 m2 verða býttir frá matr. 226a, Olivia Joensen og lagdir saman við matr. nr. 140, Jón Joensen.
Tekniska nevnd hevur viðgjørt umsóknina.
Vísandi til Matrikullógina grein 17 stk. 1 kann Tekniska nevnd ikki viðmæla umsóknina, men mælir til at umsóknin verður send til Umhvørvisstovuna til endaliga støðutakan.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um umbýti millum matr. nr. 140 og 178a, Jón Joensen

Søkt verður um umbýti millum matr. nr. 140 og matr. nr. 178a.
Matr. nr. 140 letur 1 gyllin til matr. nr. 178a.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um umbýti millum matr. nr. 140 og 178a, soleiðis at matr. nr. 140 letur 1 gyllin til matr. nr. 178a.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Keyp av matr. nr. 422o í Sørvági, William Smith

William Smith søkir í skrivi 10. januar 2017 um keyp av matr. 422o á ídnaðarøkinum.
Vinnunevndin er samd um, at kostnaðurin fyri vinnuøkið er kr. 500 pr. m2
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Keyp av matr. nr. 272ac í Sørvági, Brestir Beder

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272ac í Sørvági til Brestir Beder fyri kr. 70.500,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Uppskot um at avtaka gjaldið á ruskplássinum, Jóhan á Ørg

Uppskot frá Jóhan á Ørg dagfest 16.01.2017 um at avtaka gjaldið á ruskplássinum.
Kostnaðurin av hesum er uml. kr. 55.000,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Jóhan á Ørg um at avtaka gjaldið á ruskplássinum galdandi frá 01.02.2017.
Kostnaðurin verður tikin av konto 7.30.42.14.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Tilboð uppá graslíki til vøllin í Sørvági

Samtykt at fara undir samráðingar við Føroya Møblasølu um keyp av graslíkisvølli.

 

 

 

Mál nr. 13

Fulltrú til borgarstjóran og skrivaran

Bygdaráðið samtykti at geva borgarstjóranum Aimé Jacobsen og skrivaranum Sunrid Rasmussen fulltrú til at undirskriva skjøl í samband við keyp og sølu av ognum hjá kommununi (Kommunustýrislógin §44 stk. 2.)
Somuleiðis samtykti bygdaráðið at geva borgarstjóranum fulltrú til allar konti hjá kommununi.

 

 

 

Mál nr. 14

Val av nevndum

 

Skúlastýrið:
Elsebeth Davidsen, Niels J. Nielsen.
Tiltakslimur: Tordis Nielsen.

 

Barnaverndin:
Hanna Helena Weihe Simonsen.
Tiltakslimur: Ingun Joensen.

 

Hegnsýnisnevndin:
Eddie Lauritsen, Gutti Guttesen og Magnus Magnussen.

 

Valnevndin í Sørvági:
Oddur Petersen, Torkil Haraldsen og Sjúrður Mikkelsen.

 

Valnevndin í Mykinesi:
Jákup í Løðu, Bjarni Hansen og Esbern í Eyðanstovu.

 

Bygginevnd fyri skúlan:
Sune Jacobsen, Jákup á Stongum, Jóhannis Joensen, skúlastjóri og Borgarhjørt Larsen.

 

Bygginevnd fyri á Sýnini:
Sune Jacobsen og Jákup á Stongum.

 

Sørvágs bygdasavn:
Marna Jacobsen.

 

Skattakærunevndin:
Jóhan á Ørg og Sunrid Rasmussen.
Tiltakslimur: Bjørg Beder.

 

VisitVagar:
Marna Jacobsen

 

Vitjanartænastan:
Anne Sophie Nordendal

 

Integratiónsnevnd:
Jóhan á Ørg og Liz Castello

 

Musikkskúlin í Vágum:
Jákup á Stongum

 

SEV:
Jákup á Stongum, umboð til umboðsfundin.
Tiltakslimur: Jóhan á Ørg.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12