14.12.2016

Bygdaráðsfundur kl. 15:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av umsókn um eykajáttan, Heimatænastan í Vágum

Í skrivi dagfest 02.12.2016 søkir Heimatænastan í Vágum um eina eykajáttan á kr. 1,7 mió. kr., ið kemur av meirútreiðslum í samb. við umbyggingina av Sýnini.
Bygdaráðið samtykti at játta eina eykajáttan til Heimatænastuna í Vágum á kr. 640.000,-, sum er parturin hjá Sørvágs kommunu.
Peningurin verður tikin av tøkum peningi.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 239c í Sørvági, Tróndur Lauritsen

Bygdaráðið samtykti at geva Tróndur Lauritsen byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 239c í Sørvági, samb. umsókn dagfest 11.11.2016 og tekningar dagfestar 07.12.2016 samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Grannaloyvi fyriliggur.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12