07.12.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldstovu
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Viðgerð av umsókn um eykajáttan, Heimatænastan í Vágum

Í skrivi dagfest 02.12.2016 søkir Heimatænastan í Vágum um eina eykajáttan á kr. 1,7 mió. kr., ið kemur av meirútreiðslum í samb. við umbyggingina av Sýnini.
Bygdaráðið samtykti at játta eina eykajáttan til Heimatænastuna í Vágum á kr. 640.000,-, sum er parturin hjá Sørvágs kommunu. Peningurin verður tikin av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at gera eitt undantak í hesum sambandi, og hava ein eykafund tann 14.12.2016 kl. 15:00.

 

 

 

Bygdaráðsfundir fyri 2017

Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri 2017. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar:

  • Mikukvøldið 25. januar
  • Mikukvøldið 22. februar
  • Hóskvøldið 30. mars
  • Mikukvøldið 26. apríl
  • Mikukvøldið 31. mai
  • Mikukvøldið 28. juni
  • Mikukvøldið 6. september
  • Mikukvøldið 27. september
  • Mikukvøldið 25. oktober
  • Mikukvøldið 8. november
  • Mikukvøldið 29. november
  • Mikukvøldið 6. desember

Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar fyri fundin.

 

 

 

Mál nr. 2

Ums. um loyvi at byggja út oman á verandi garagu á matr. 253k, Jákup Eli Lauritsen

Vísandi til dóm 6. november 2013, mælir Tekniska nevnd til at geva loyvi at byggja út oman á verandi bilhús samb. tekningum dagf. 29.03.2006.
Byggiloyvið er galdandi í 2 ár eftir at tað er útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 292b í Sørvági, Hans Kári Hansen

Hans Kári Hansen søkir í skrivi dagfest 24. november 2016 um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 292b í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 292b í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 24. november 2016.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd - Kunngerðarblaðið A - hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen og Jákup á Stongum luttóku ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um loyvi til útbygging av bilhúsi á matr. 200a í Sørvági, Høgni O. Jacobsen

Høgni Ole-Jacobsen søkir í skrivi dagf. 29. november 2016 um loyvi at útbyggja verandi garagu á matr. nr. 200a í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til útbygging av verandi garagu á matr. nr 200a samb. umsókn og tekningum móttikið 30. november 2016.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um umbýti millum matr. nr. 117a og 309e í Sørvági, Helga Jacobsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um umbýti millum 117a og 309e í Sørvági, soleiðis at neystagrund á matr. nr. 117a verður lagt afturat matr. nr. 309e.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12