30.11.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldstovu
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

3. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016

Rakstur: 40.037.000
Íbúðarmál: 700.000
Rentur: 860.000
Afturgjald av skuld: 2.924.000
Inntøkur: 53.541.000
Íløgur: 20.000.000

 

Av teimum 20 mió. vit gera íløgur fyri, fíggja vit slakar 9 mió. yvir raksturin, 4 mió. vera brúktar av gjaldførinum og 7 mió. er játtað lán, sum ikki er brúkt.

 

 

 

Mál nr. 2

2. eykajáttan, 2. viðgerð

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

  

Frá konto:   kr. til konto:    
1111438010 Kommunufyrisitingin 135.000 2202338010   Tannrøkt
2211338010 Onnur almannamál 50.000 5235138010   Musikkskúlin
  Tøkum peningi 135.000 5246237010   Graslíkisv.
6113138030 Viðl. Umsiting og røkt av fastogn 200.000 6113138110   Bygningar
6113138030 Viðl. Umsiting og røkt av fastogn 200.000 7304238010   Renovatión
6221138010 Byggibúning 400.000 6113238110   Fríðkan
  Tøkum peningi 135.000 6113238110   Fríðkan
6381138120 Nýggir vegir 100.000 6381138110   Amboð
  Tøkum peningi 260.000 5246238110   Ítróttarannlegg
  Tøkum peningi 433.600 5246238110   Ítróttarannlegg

Bygdaráðið samtykti omanfyri nevndu eykajáttanir.

 

 

 

Mál nr. 3

Ums. um viðlíkahald av øki rundan um fótbóltsvøllin á Dungasandi, 07 Vestur

Í skrivi dagfest 31. oktober 2016 verður spurt um møguleikan hjá 07 Vestur at viðlíkahalda økið rundan um vøllin á Dungasandi.
Í hesum sambandi skjóta tey upp, at fundur verður við Sørvágs kommunu um hendan møguleika.
Trivnaðarnevndin mælir til at taka upp samráðingar við 07 Vestur hesum viðvíkjandi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Uppskot um keyp av dansistovuni í Sørvági, Thordis Skaalum

Thordis Skaalum hevur í skrivi dagfest 8.november 2016 sent skriv um, at kommunan keypur dansistovuna til bygda-/ungdómshús.
Trivnaðarnevndin mælir til at seta pening av á fíggjarætlina fyri 2017 til keyp av dansistovuni til bygda-/ungdómshús.
Fíggjarnevndin mælir til at taka upp samráðingar við eigarnar um ein hóskandi prís fyri dansistovuna.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um eykajáttan uppá kr. 250.000,00 til Visit Vágar fyri 2016, Visit Vágar

VisitVágar søkir í skrivi dagfest 19. oktober 2016 um eina eykajáttan uppá kr. 250.000,00.
Peningurin skal nýtast til undirskot í 2016.
Trivnaðarnevndin mælir til ikki at játta eina eykajáttan til Visit Vágar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um loyvi til garð á matr. nr. 111, Jákup av Kák

Tekniska nevnd mælir til at geva Jákup av Kák byggiloyvi til garð á matr. nr. 111, samb. umsókn og innsendum tekningum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um byggiloyvi til transformarastøð á matr. nr. 12 í Bø, SEV

Tekniska nevnd mælir til at geva SEV byggiloyvi til transformarastøð á matr. nr. 12 í Bø, samb. umsókn og innsendum tekningum dagf. 7. november 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Broyting av matr. nr. 24 og 339a í Sørvági, Finnbjørn Simonsen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til broyting av matr. nr. 24 og 339a í Sørvági samb. umsókn dagfest 19.11.2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Skúlin

Við lisitatiónina í dag 30.11.16 um bygningsarbeiðið eru greið tekin um, at metti kostnaðarkarmurin til upplyfting uppá kr. 5,2 mió. fer at halda.
Á tí grundarlagnum verður mælt til at tikið verður av tilboðnum frá Støðla upp á kr. 2.651.175,- sum samsvarar væl við okkara metingina hjá ráðgevarunum.

Bygdaráðið samtykti at gjørd verður avtala við Støðlar.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um stuðul til SÍ-dagin 03.12.2016

Bygdaráðið samtykti at játta stuðul til SÍ-dagin tann 03.12.2016 við kr. 5.000,-

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12