26.10.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum
  • Ragnar í Haraldstovu
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup Suni Lauritsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 253e í Sørvági, Jákup Thomassen

Í skrivi dagfest 17.10.2016 søkir Jákup Thomassen um byggiloyvi til garð á matr. nr. 253e í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at geva Jákup Thomassen byggiloyvi til garð samb. umsókn og tekning dagfest 17.10.2016.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um peningaligan stuðul, Vága Dansifelag

Í skrivi dagfest 02.09.2016 søkir Vága Dansifelag um ein árligan stuðul upp á kr. 15.000,- til rakstur av felagnum.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Fyrispurningur frá Sólbjørt Johansen um fíggjarligan stuðul til KRIS

Sólbjørt Johansen hevur í telduposti dagf. 28.09.2016 sent fyrispurning, um kommunan vil stuðla peningliga í samband við ætlanir um at savna pening til eitt viðgerðarheim fyri fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 3.000,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um streym til Viðurbyrgi, Tróndur Niclasen

Í skrivi dagfest 19.10.2016 søkir Tróndur Niclasen um at fáa el lagt inn á økið í Viðurbyrgi.
Kostnaðurin er uml. kr. 21.411,- + kr. 13.500,- fyri íbindingargjald til SEV. Samanlagt uml. kr. 34.911,-

Bygdaráðið samtykti at leggja streym til økið í Viðurbyrgi.

Kostnaðurin skal ikki verða meir enn kr. 34.911,- samlagt.

 

 

 

Mál nr. 5

Tilboð uppá at gera tak og gólv til pall niðri á Stakka, Westtech

Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Westtech dagfest 25.10.2016 uppá at gera tak og gólv til pall niðri á Stakka á kr. 135.000,- u/mvg.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 6

Flyting av hýsingini hjá Sørvágs kommunu

Fíggjarnevndin mælir til at flyta hýsingina hjá kommununi frá Formula til Nema.
Kostnaðurin av hesum verður uml. kr. 40.000,-

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Ymiskt

Bygdaráðsfundurin 09.11.2016 er útsettur til 16.11.2016 kl. 18:00.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12