28.09.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum
  • Ragnar í Haraldstovu
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Skriv frá Jógvan Jákup Lauritsen, um at leggja matr. nr. 18c í bygdaplanin

Jógvan Jákup søkir í skrivi dagfest 29. juni 2016 um at fáa lagt matr. 18c í bygdaplanin, tí hann ætlar at taka gamla húsið niður og byggja nýtt á somu grund, ella sama stað, tó nakað størri um loyvi verður givið.
Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis: Sagt verður frá at kommunan arbeiður við nýggjari byggisamtykt, og verður umsókn tygara tikin við í hesum arbeiði.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Skriv frá Jóndis Mouritsen um at endurnýggja byggiloyvið á matr. nr. 328a

Jóndis Mouritsen søkir 31. august 2016 um loyvi at leingja byggiloyvið, ið hon hevur fingið í samband uppí bygging á matr. 328 í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at endurnýggja byggiloyvið til uppíbygging eystanfyri sethúsini á matr. 328a í Sørvági. Byggiloyvið er útskrivað 29. januar 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um sundurbýti av matr. 12 í Mykinesi, Dánjal Danielsen/Kári Danielsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 12 í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Samanlegging av matr. nr. 19 og 386b

Tekniska nevnd mælir til at leggja matr. nr. 19 og matr. 386b saman til eitt matr. nr.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul fyri 2016, Sørvágs Bygdarsavn

Sørvágs Bygdarsavn søkir í skrivi dagfest 6. september 2016 um stuðul fyri árið 2016.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Bygdarsavn við kr. 72.000,00 fyri árið 2016.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Ums. um fíggjarligan stuðul í samb. við ferð til Ísland, 7. flokkur í Sørvágs skúla

7. flokkur í Sørvágs skúla ætlar sær til Ísland í mai 2017 og søkja í hesum sambandi kommununa um fíggjarligan stuðul til ferðina.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla sum undanfarin ár tvs. at næmingarnir skulu arbeiða í 2 dagar hjá kommununi. Fyri hetta fær hvør næmingur eina samsýning.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul í samband við skeið í fimleiki, Rakul Vang

Rakul Vang tók síðsta ár stig til fimleik fyri ung og eldri í Sørvági og fekk fólk aðrastaðni frá at standa fyri venjingum.
Nú er ætlanin at fara eitt stig longur og er ætlanin at fáa fólk herfrá at fara á skeið, ið Havnar fimleikarfelag skipar fyri.
Skeiðið, ið Havnar fimleikarfelag skipar fyri, verður 1. oktober 2016.
Ætlanin er at 10 fólk skulu fara á skeiðið, sum kostar kr. 300,00 pr. persón.
Spurt verður um Sørvágs kommunu vil gjalda hetta tvs. kr. 3.000,00.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 3.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

2. viðgerð, eykajáttan graslíkisvøllur

Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá kr. 700.000,00 í samb. við nýggjan graslíkisvøll. Verður tikið av tøkum peningi.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2017

Mettur rakstur: kr. 41.858.000
Mettar inntøkur: kr. 53.122.000
Afturgjald av skuld: kr. 2.924.000

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12