07.09.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen, borgarstjóri
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen

Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um keyp av grundøki matr. 272ad, Bergur Jacobsen

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272ad til Berg Jacobsen fyri kr. 70.300,00.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Søla av matr. nr. 272ac frá Estrid Simonsen til Sørvágs kommunu

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 272ac frá Estrid Simonsen fyri kr. 70.500,00.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Eykajáttan, graslíkisvøllur

Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá kr. 500.000,00 í samb. við nýggjan graslíkisvøll. Verður tikið av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Tilmæli í samb. við uppnormering av starvsfólkaorkuni í frítíðarskúlanum Sýslan

Sørvágs kommuna hevur móttikið skriv frá Barnaverndartænastuni í Vágum, við tilmæli um at uppnormera starvsfólkaorkuna í frítíðarskúlanum Sýslan.
Víst verður til §5 í Dagstovnalógini, ið sigur, at kommunur hava skyldu til at veita børnum við serligum tørvi pláss á dagstovni á jøvnum føri við onnur børn.
Trivnaðarnevndin mælir til at uppnormera starvsfólkaorkuna í frítíðarskúlanum Sýslan, samb. tilmæli frá Barnaverndartænastuni í Vágum dagf. 29. august 2016.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar-/Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umskipan millum matr. nr. 18 og matr. nr. 14, Andreas Poulsen og Sofía E. Poulsen

Søkt verður um umskipan millum matr. 18 og matr. 14 soleiðis at 1 gyllin á Tormanshaga verður fluttur frá matr. 18 til matr. 14 á Tormanshaga.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um umskipan millum matr. 18 og matr. 14.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Ymiskt

Val av limi í skúlanevndina

Bygdaráðið samtykti einmælt at seta Oddbjørg Magnussen sum lim í Skúlanevndina.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12