13.07.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen, borgarstjóri
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Ragnar í Haraldsstovu

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Skúlin

Fíggjarnevndin mælir til at fara í gongd við arbeiðið á skúlanum samb. tilmælinum frá Fuglark dagfest 12. juli 2016. Kostnaðurin kr. 1.884.592,58 verður at taka av konto 4.23.22.381 - íløgur skúlin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Vøllurin á Dungasandi

Í samband við at vøllurin á Dungasandi skal skiftast, og aðrar ábøtur gerast verður mælt til at seta ráðgeva at innheinta tilboð og gera tað fyrireikandi arbeiðið. Verða útreiðslur í hesum sambandi í hesum fíggjarárinum, verður biðið um eykajáttan.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

2. viðgerð av eykajáttan til Sørvágs Havn

Í samband við umvæling av bryggjuni í Bø, mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 320.000,00 til Sørvágs Havn. Westtech fylgir við arbeiðinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

2. viðgerð av eykajáttan til Barnaverndartænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til Barnaverndartænastuna, á kr. 520.000,- samb. umsókn dagfest 08.06.2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

2. viðgerð av eykajáttan, Bilar og maskinur

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 70.000,- til bilar og maskinur, í samb. við skaða á motorin á Fiat Ducato.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12