29.06.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um keyp av grundøki matr. 253l í Sørvági, Helga J. Mouritsen

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 253l til Helgu J. Mouritsen fyri kr. 140.200.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Tilboð uppá lendingina í Bø, Erik Hansen

Havnarnevndin mælir til at lendingin í Bø verður umvæld fyri kr. 293.000 + MVG samb. tilboð frá Erik Hansen, móttikið 9. juni 2016.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Eykajáttan til Sørvágs Havn

Í samband við umvæling av bryggjuni í Bø mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 320.000,00 til Sørvágs Havn. Westtech fylgir við arbeiðinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 4

Eykajáttan til Barnaverndartænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til Barnaverndartænastuna uppá kr. 520.000 samb. umsókn dagfest 08.06.2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Eykajáttan, Bilar og maskinur

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 70.000,- til bilar og maskinur í samb. við skaða á motorin á Fiat Ducato.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 87f, Jón Falkvard og Kari Ann Petersen

Jón Falkvard og Kari Ann Petersen søkja í skrivi móttikið 26. mai 2016 um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 87 f í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 87 f í Sørvági, samb. umsókn og tekningar dagfest 26. mai 2016.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd - Kunngerðarblaðið A - hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 187h í Sørvági, Mikkjal Simonsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina frá Mikkjal Simonsen um sundurbýti av matr. 187h í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 386f, Signar Joensen.

Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til garð á matr. nr. 386f. Grannaloyvini fyriliggja.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um endurnýggjan av byggiloyvi til seyðahús, Jaspur Joensen

Bygdaráðið samtykti at endurnýggja byggiloyvi til hús samtykt á bygdaráðsfundi 26. februar 2009.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12