26.05.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Ragnar í Haraldstovu
  • Thordis Skaalum

Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul, 7. flokkur í Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at 7. flokkur ruddar sandin, og at hetta verður gjørt, áðrenn Countryfestivalin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul til Country & Blues festivalin

Fíggjarnevndin mælir til at játta kr. 75.000,- til Country & Blues festivalin.
Roknskapurin fyri 2015 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Thordis Skaalum luttók ikki í viðgerðini av hesum málinum.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til kvistar á summhús á matr. 114b í Mykinesi, Finn Hansen

Finn Hansen søkir í telduposti dagf. 22. mars 2016 um byggiloyvi til kvistar á summarhús á matr. nr. 114b í Mykinesi.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til kvistar, samb. umsókn dagfest 22. mars 2016 og tekningar móttiknar 26. apríl 2016.
Loyvið verður givið eftir grein 13 stk.6 í byggisamtyktini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um at leingja verandi byggiloyvi til trimpil á neyst á matr. 129b í Sørvági, Anfinn Frederiksen

Tekniska nevnd mælir til at leingja verandi byggiloyvi útskrivað 2. juni 2014 til trimpil á neyst á matr. 129b í Sørvági, samb umsókn dagf. 8. mai 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 200g í Sørvági, Jóna Jacobsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð á matr. nr. 200g í Sørvági, samb. skriv og skitsu dagfest 17. mai 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen tók ikki lut í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 6

2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering á bryggjuni

Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá borgarstjóranum 19. apríl 2016 um asfaltering á havnarøkinum fyri kr. 413.817,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

1. viðgerð av eykajáttan til Sørvágs Havn. Innstilling í samband við tilboð uppá træbryggjuna, Sp/f Preben Hansen

Vísandi til innstilling frá Sp/f Preben Hansen í samband við træbryggjuna, mælir Havnarnevndin til at taka av tilboði frá Articon uppá kr. 3.966.687 uttan mvg, og at skriv verður sent til P/f Articon hesum viðvíkjandi.
Av tí at umvælingin av træbryggjuni verður nakað dýrari enn mett, mælir Havnarnevndin til at veita eina eykajáttan upp á kr. 1.600.000,00 til Sørvágs Havn.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Ferðsluskipan

Málið tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 9

Skúlaútbyggingin

Bygdaráðið samtykti at bjóða skúlaútbyggingina út av nýggjum til heystar.

 

 

 

Mál nr. 10

Ársroknskapurin fyri 2015

Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2015.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

 

Játtan 2015    Roknskapur 2015 
             
Útreiðslur Inntøkur Løgur   Útreiðslur Inntøkur Løgur
42.157 47.800 5.547   40.857 52.692 6.138

 

Ársroknskapurin fyri 2015 varð einmælt samtyktur.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12