27.04.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen
  • Thordis Skaalum

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Parkinsonfelagið

Parkinsonfelagið søkir í skrivi dagf. 11. apríl 2016 um fíggjarligan stuðul.

Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Góðkenning av fíggjarætlan fyri 2017, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin hevur gjøgnumgingið fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavni.
Mælt verður til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2017 hjá Sørvágs bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar– og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul, Føroyingafelagið í Aalborg

Í skrivi móttikið 18. apríl 2016 verður søkt um stuðul til at betra um og framhaldandi menna tað virksemið, sum er í Føroyingafelaganum í Aalborg.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um eykajáttan til undirlag til spælihúsini og reiggjustativini, Alvalon

Leiðarin hevur sent umsókn um eykajáttan, ið skal nýtast til undirlag til spælihúsini og reiggjustativini í Alvalon. Talan er um kr. 45.000,00 + MVG.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita eykajáttan uppá kr. 45.000,00 + MVG til keyp av undirlagi til spælihúsini og reiggjustativini í Alvalon.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Ums. um stuðul til 100 ára hátíðarhald fyri vælrætt kvinnurnar í NLH 30.04.16, Demokratia

Demokratia søkir í skrivi móttikið 19. apríl 2016 um stuðul í samband við at skipað verður fyri hátíðarhaldi, við at tað í ár eru hundrað ár síðan, at kvinnur í Føroyum fingu valrætt til Føroya Løgting.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn frá Luna um loyvi til nýtt aliøki á Víkum til ummælis, HFS

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í skrivi dagf. 9. apríl 2016 sent til ummælis umsókn um nýtt aliøki til Luna. Talan er um økið vesturi á Víkum.
Havnarnevndin mælir til at svara soleiðis:
Vísandi til umsókn frá Luna um loyvi til nýtt aliøki vesturi á Víkum, ið er partur av alifjørðinum C-20 t.e. Sørvágsfjørður, verður mælt til at loyvi verður givið.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Asfaltering á bryggjuni

Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá borgarstjóranum dagfest 19. apríl 2016 um asfaltering á havnarøkinum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 253h, Ragnar í Haraldstovu

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til garð á matr. nr. 253h, samb. skriv og skitsu móttikið 19. apríl 2016.
Ragnar í Haraldstovu luttók ikki í hesum máli.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um dagført byggiloyvi til gistingarhús á matr. nr. 68b í Mykinesi, Esbern í Eyðansstovu

Tekniska nevnd mælir til at geva dagørt byggiloyvi til gistingarhús á matr. 68b í Mykinesi, samb. umsókn og tekningar dagfest 19. apríl 2016.
Annars er byggiloyvi treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs Kommunu.
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðblaðið A – hefti 14, 1999.
Víst verður til Kap. 6. Bjargingarviðurskifti – grein 6.1. - 4.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til 2 sethús á matr. 49g í Gásadali, Jákup Suni Lauritsen

Jákup Suni søkir í skrivi móttikið 12. apríl 2016 um byggiloyvi til 2 sethús á matr. nr. 49g í Gásadali.
Vísandi til tilmæli frá Sp/f Westtec dagfest 19. apríl 2016 um byggiloyvi til 2 sethús á matr. nr. 49g í Gásadali, mælir Tekniska nevnd frá at geva byggiloyvi.
Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Ymiskt

Ferðsluforðingar við Café Fjørðoy

Ferðslunevndin mælir til at seta steðgiforboð (skelti við reyðum krossi) á Niðaravegi og Bakkavegi út til omankoyringina til Bátahylin.
Møguleiki skal verða fyri at seta vøru av við Café Fjørðoy.

Bygdaráðið samtykti at ikki at fylgja tilmælinum frá Ferðslunevndini.

 

Vegamóti Húsadalvegur/Traðarvegur

Ferðslunevndin mælir til at gonguteigurin verður strikaður, tí hann hevur onki endamál og er kanska ein falskur tryggleiki.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Ferðslunevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12