30.03.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari 

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av eykajáttan til keyp av einum lastbili

Bygdaráðið samtykti at játta eina eykajáttan á kr. 1.000.000 til keyp av einum lastbili. Peningurin verður at taka av tøkum peningi..

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul, Víkingadagar í Hovi

Í samband við Víkingardagar, ið verða hildnir í Hovi 27.-29. mai 2016, verður søkt um stuðul til tiltakið.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar– og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Ums. um stuðul til keyp av summarborðum og terassuhitarum, Felagið Gásadal

Felagið Gásadalur søkir í skrivi móttikið 19. februar 2016 um stuðul til keyp av 10 summarborðum og terassuhitarum.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar – og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul, Sørvágs Róðrarfelag

Sørvágs Róðrarfelag søkir um stuðul í skrivi dagf. 23. februar 2016.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul uppá kr. 25.000,00.
Peningurin verður at taka av kt. 05241438010 – Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul til Summartónar 2016, Summartónar

Í skrivi móttikið 29. februar 2016 verður sókt um stuðul til Summartónar 2016.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul, Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið søkir í skrivi dagfest 15. mars 2016 um fíggjarligan stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Hendrik Olsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 7

Eykajáttan til matarskipanina í Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan til Sørvágs skúla í samband við matarskipanina.
Trivnaðarnevndin mælir til at Fíggjarnevndin tekur støðu í hesum máli.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til Sørvágs skúla á kr. 8.000,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Keyp av matr. nr. 291a frá Tummas Jacob Johannesen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 291a frá Tummas Jacob Johannesen fyri kr. 25.000,-

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Jóhan á Ørg luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 9

Keyp av matr. nr. 302 frá Regin Davidsen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 302 frá Regin Davidsen fyri kr. 16.000,-
Somuleiðis var samtykt sundurbýta 15 m2 av matr. nr. 302.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Søla av matr. nr. 272ac, Estrid Simonsen og Elis Hovsgarð

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272ac til Estrid Simonsen og Elis Hovsgarð samb. vanligum treytum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Ums. um byggiloyvi til glashús/drívhús á matr. 169e, Astrid Berglíð og Anfinn Frederiksen

Astrid Berglíð og Anfinn Frederiksen søkja í telduposti dagf. 24. februar 2016 um byggiloyvi til glashús/drívhús.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til glashús/ drívhús, samb. umsókn og tekningum dagf. 24. februar 2016.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðarblaðið A – hefti 14, 1999

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 33 í Mykinesi, Advokatfelagið við Strond 4

Advokatfelagið við Strond 4 søkir vegna Jákup í Løðu um sundurbýti av matr. nr. 33 í Mykinesi.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 33 í Mykinesi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um byggiloyvi til dur á matr. nr. 239c, Trøndur Lauritsen

Trøndur Lauritsen søkir í skrivi móttikið 14. mars 2016 um byggiloyvi til dur á trappuna á verandi sethúsum, matr. 239c í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina um byggiloyvi til dur á verandi trappu á sethúsum á matr. 239c í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 14. mars. 2016.
Grannloyvið frá eigaranum av matr. nr. 328c fyriliggur.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðarblaðið A – hefti 14, 1999

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um byggiloyvi til parkeringspláss, Vága Floghavn

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til parkeringspláss, samb. skriv og tekningum móttikið 22. mars 2016.
Álagt verður Vága Floghavn at taka roynd av yvirflatu vatninum einaferð um árið, hetta fyri at staðfesta um vatnið er oljudálkað. Um tað er oljudálkað, so er tað Vága Floghavn, sum skal seta ein oljuskiljara upp.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 15

Lim til Felagið Vágar

Bygdaráðið samtykti at velja Jákup Suna Lauritsen sum lim í Felagið Vágar.

 

 

 

Mál nr. 16

Útbygging av skúlanum

Bygdaráðið samtykti at Fuglark stendur fyri prosjektering, prosjektuppfylging, fakligum eftirliti og byggileiðslu samb. kostnaðarmeting dagfest 18.11.2015 um upplyfting av Niðaru lon.

 

 

 

Mál nr. 17

Minnisvarðin

Bygdaráðið samtykti at taka av uppskoti frá Jóhan Petur á Stongum um minnisvarða við Kirkjuhúsið dagfest 26.01.2016.

 

 

 

Mál nr. 18

Broytan av byggisamtyktini

Bygdaráðið samtykti at broyta matr. nr. 62h og 373b frá landbúnaðarøkið til sethúsaøki.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12