25.02.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Hendrik Olsen

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2016, Sørvágs Ítróttarfelag

Í skrivi dagf. 26. nov. 2015 søkir SÍ-flogbóltur um stuðul uppá kr. 175.000,00 fyri árið 2016.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul uppá kr. 175.000,00.
Roknskapurin fyri 2015 fyriliggur.
Peningurin verður at taka av kto. 05241438010 - Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul, Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya skipar fyri HM og EM kapping í Tórshavn, í døgunum 22.-26. mai 2016.
Til hetta tiltak verður søkt um stuðul/lýsing.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at stuðla við eini lýsing uppá kr. 5.000,-
Peningurin verður at taka av konto 0524143810 – Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar– og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul, MBF

MBF søkir í skrivi dagfest 2. februar 2016 um stuðul.
Samb. skrivinum bjóðar felagið sær til at rudda fram við Fjallavatni.
Fyri hetta arbeiðið søkja tey um at fáa stuðul uppá kr. 15.000,-
Einsljóðandi umsókn er send til Vága kommunu.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul uppá kr. 7.500,00.
Hetta er treytað av, at Vága kommuna játtar somu upphædd.
Peningurin verður at taka av konto 0524143810 – Stuðul ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar – og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til Team Rynkeby Føroyar 2016, Beinta Henriksen

Beinta Henriksen hevur sent skriv, har hon vegna Team Rynkeby Føroyar 2016 søkir um stuðul.
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita fíggjarligan stuðul, men mælir til at kommunan bjóðar Team Rynkeby Føroyar 2016 ein brunsj.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um stuðul, Ælabogin

Ælabogin er ein tónleikabólkur til fólk við menningartarni.
Bólkurin fer á eina konsertferð til Spania og søkja í hesum sambandi um stuðul til ferðina.
Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2016, 07 Vestur

07 Vestur søkir í skrivi dagfest 15. februar 2016 um stuðul uppá kr. 175.000,00 fyri árið 2016.
Roknskapurin fyri 2015 fyriliggur.
Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul uppá kr. 175.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 0524143810 – Stuður ítróttur og mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Hendrik Olsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um loyvi at gera nýggja trappu á matr. 400a, Jógvan Pauli Berglíð

Jógvan Pauli søkir í skrivi dagf. 8. januar 2016 loyvi um at gera nýggja trappu á matr. nr. 400 í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina um at gera nýggja trappu á matr. nr. 400, sambært umsókn og skitsu móttikið 15. januar 2016.
Játtanin er treytað av, at økið ikki verður avsperrað, soleiðis at gangandi er millum sethús og rimaverk.
Annars er loyvið treytað av, almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ae í Sørvági, Ludvík Jørgensen

Ludvík Jørgensen søkir um byggiloyvi til sethús á matr. 272ae í Sørvági, samb. skriv. dagf. 21. januar 2016.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ae í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 21. januar 2016.
Hædd á mønu kann í hægsta lagi vera 44,11 m yvir miðalvatn.
Annars er byggiloyvið treytað av: Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðarblaðið A – hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um umskipan uttangarðs millum matr. nr. 286a og matr. nr. 78 í Sørvági

Jón Hansen søkir um, umskipan uttangarðs soleiðis, at 1 gyllin verður býttur frá matr. 286a og lagdur saman við matr. nr. 78, Elea Hansen.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um umskipan uttangarðs, millum matr. nr. 286a og matr. nr. 78 í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 67f, 407, 366c, 395e, 117a, 117b og matr. nr. 366a

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 67f, 407, 366c, 395e, 117a, 117b og matr. nr. 366a.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um umskipan uttangarðs millum matr. nr. 25a og 278a í Sørvági

Heini og Erik Davidsen søkja um umskipan uttangarðs soleiðis, at 1 gyllin verður býttur frá matr. nr. 25a og lagdur saman við matr. 278a, Jónrid Davidsen.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um umskipan uttangarðs, millum matr. nr. 25a og matr. nr. 278a í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um byggiloyvi til transformarastøð og graviloyvi, SEV

SEV søkir í skrivi dagf. 12. februar 2016 um byggiloyvi til transformarastøð og graviloyvi.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til transformarastøð og graviloyvi samb. umsókn og tekningum dagf. 12. februar 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Avskriving av skuld hjá Sp/f Gøtu Tróndur

Fíggjarnevndin mælir til at skuldin hjá Sp/f Gøtu Tróndur verður avskrivað, samb. skriv dagfest 04.02.2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um endurnýggjan av matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Mykinesi, Katrina Johannesen

Bygdaráðið viðmælir umsókn um endurnýggjan av matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Mykinesi matr. nr. 68b.

 

 

 

Mál nr. 15

Setan av húsavørðum til Sørvágs skúla

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Sp/f Input í samband við setan av tveimum húsavørðum.

Settir í starv eru: Jafet Thomassen og Martin Tausen.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12