27.01.2016

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum

 

 

 

Mál nr. 1

Træbryggjan

Í samband við umvælingina av træbryggjuni, mælir Havnarnevndin til at seta eina byggileiðslu. Byggileiðslan skal taka avgerðir í øllum málum, sum hon metur ikki skulu leggjast fyri kommunustýrið til viðgerðar.
Havnarnevndin mælir til at velja Suna Jacobsen, Hendrik Olsen og Erik Davidsen í byggileiðsluna.
Havnarnevndin mælir til at seta leigugjaldið soleiðis, at tað svarar til íløguna í træbryggjuna.
Avtala er gjørd við Preben Hansen, verkfrøðing, at hann skuldi bjóða arbeiðið út til útvaldar arbeiðstakarar, og at miðja verður ímóti at arbeiðið byrjar í mars 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Leingja leigusáttmála á matr. 353e á havnarøkinum, Luna

Havnarnevndin mælir til at leigusáttmálin á matr. 353e verður dagførdur.
Tað leigaða økið er nú 3.267 m2.
Sáttmálin verður longdur við 20 árum, galdandi frá 1. februar 2016.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnanevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Mykinesi, (fyrrv. Kristianshús) - Sp/f 08.10.2014

Trivnaðarnevndin viðmælir umsókn um matstovuloyvi og skeinkiloyvi til matstovu í Mykinesi (fyrrv. Kristianshús).

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um sundurbýti matr. nr. 131a, Dagmar Leonsson og Súsan Húsdal

Bygdaráðið samtykti umsóknina frá Dagmar Leonsson og Súsan Húsdal um sundurbýti av matr. nr. 131a í Sørvági, dagfest 19.01.2016.

 

 

 

Mál nr. 5

Góðkenning av roknskapi hjá Sørvágs bókasavni fyri 2015

Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja roknskapin fyri 2015 hjá Sørvágs bókasavni.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Setan av sløkkiliðsmonnum

Tilbúgvingarnevndin mælir til at seta niðanfyri nevndu sum sløkkiliðsfólk:

  • Severin Niclasen, í Gerðinum 4, Sørvágur
  • Fróði Nielsen, Garðsvegur 21, Sørvágur
  • Páll Wiberg Joensen, Miðbrekka 3, Miðvágur

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tilbúgvingarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

1. viðgerð av eykajáttan til keyp av einum lastbili

Bygdaráðið samtykti at játta eina eykajáttan á kr. 1.000.000,- til keyp av lastbili.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um stuðul til Sørvágsleguna 2016, Maibritt í Haraldstovu

Umsókn um stuðul á kr. 10.000,00.

Bygdaráðið samtykti at stuðla við kr. 10.000,00 til Sørvágsleguna.

Ragnar í Haraldstovu luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Kunning

Kunning í samband við asfaltering á ídnaðarøkinum og 07 Vestur-húsið.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12