09.12.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum

 

 

 

Mál nr. 1

Tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 2

Skriv viðv. tilboði til ungdómin í Sørvágs kommunu

Nøkur foreldur bjóða seg fram til at skapa eitt tilboð til ungdómin í Sørvágs kommunu. Í fyrstu syftu er talan um royndartíð uppá 12 vikur.
Tey hava fingið møguleika at brúka húsið á Toft.
Søkt verður um peningaligan stuðul til streymnýtslu og spøl.
Trivnaðarnevndin mælir til at játtað stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Kostnaðurin kr. 8.000,- verður at taka av konto 5.24.32.380. Tilboð og tiltøk innan mentan og frítíð.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til uttanlandaferð, Trivnaðarbólkurin/Verkhúsið í Sørvági

Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Skipanaruppskot til økið á Stakka

Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum frá Westtech um økið á Stakka og mælir til, at arbeiðið verður sett í verk beinanvegin.
Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um byggiloyvi til fjós á matr. nr. 305 í Sørvági, Ragnar W. Elianson

Ragnar W. Elianson søkir í skrivi móttikið 25. nov. 2015, um byggiloyvi til fjós á matr. nr. 305 í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvið samb. umsókn og tekningum móttiknar 25. november 2015 við niðanfyri nevndu treytum:

  • Byggingin kann ikki byrja, fyrrenn bygningurin er staðsettur av Sørvágs kommunu.
  • Byggjast skal neyvt eftir tekningum móttiknar 25. november 2015.
  • Køstur við loki uttan frárensl verður niðurgrivin.
  • Bygningurin skal bert nýtast til landbrúksamboðsrúm, hoyggjgoymslu og fjós, samb. tekningum.
  • Loyvir frá friðingarmyndugleikunum skulu fyriliggja, áðrenn byggiloyvið verður útskrivað.

Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd, og somuleiðis góðtekur bygdaráðið frágreiðingana um raksturin.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 6

Skriv frá Thomas J. Johansen viðv. matr. nr. 290a í Sørvági

Thomas Jacob spyr í skrivi dagf. 25.nov. 2015 um kommunan er áhuga at ogna sær part av matr. nr. 290a, soleiðis, at kommunan hevur møguleika til at gera eina gongubreyt.
Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá Thomas J. Johansen.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Sundurbýti av matr. nr. 180 í Sørvági, Jóan Pauli Joensen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 180 í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 362 í Sørvági, Ólavur Guttesen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvið til bilhús á matr. 362 í Sørvági, samb. umsókn og tekningum móttikið 29. oktober 2015.
Grannaloyvið frá eigaranum av matr. nr. 344 fyriliggur.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Bygdaráðsfundir 2016

Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri 2016. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar:

  • Mikukvøldið, 27. januar
  • Hóskvøldið, 25. februar
  • Mikukvøldið, 30. mars
  • Mikukvøldið, 27. apríl
  • Mikukvøldið, 25. mai
  • Mikukvøldið, 29. juni
  • Mikukvøldið, 07. september
  • Mikukvøldið, 28. september
  • Mikukvøldið, 26. oktober
  • Mikukvøldið, 09. november
  • Mikukvøldið, 30. november
  • Mikukvøldið, 07. desember

Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin.

 

 

 

Mál nr. 10

Framleingjan av verandi byggisamtykt

Av tí at byggisamtyktin fyri Sørvágs kommunu gongur út í ár, mælir Vinnunevndin til at leingja verandi byggisamtykt til 31.12.2016.
Um arbeiðið at gera nýggja byggisamtykt verður liðugt innan 1 ár, kann bygdaráðið seta í verk nýggju byggisamtyktina tá hendan er samtykt av Sørvágs kommunu og øllum viðkomandi myndugleikum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12