11.11.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum

 

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

 

Eykajáttan av konto kr. til konto  
Læknahølið 2202238011 35.000,00 1111238010 val
Onnur almannamál 2211338010 20.000,00    
Graslíkisvøllur 5246238010 100.000,00 2202338010 Tannlæknin
Viðl. Bygningar 6113138030 185.000,00 4232238110 Skúlin
Viðl. Bygningar 6113138030 43.000,00 4232238120 Í skúlin
Viðl. Bygningar 6113138030 100.000,00 7311138010 Sløkkil.
Byggib. Ídnaðarøkið 6371138010 305.000,00 6381138120 Nýggir vegir
Byggib. Ídnaðarøkið 6371138010 100.000,00 6381138010 Vegir
Byggib. Ídnaðarøkið 6371138010 20.000,00 6381338010 Bilar
Stuðul ítróttur 5241438010 100.000,00 5241338010 Tilboð og tiltøk innan mentan
Stuðul ítróttur 5241438010 95.000,00 7304238020 Renovatión
Tøkum peningi   350.000,00 5246238110 Ítróttarannlegg

 

Bygdaráðið samtykti omanfyri nevndu eykajáttan.

 

 

 

Mál nr. 2

Tilboð um keyp av fløgum "Lívið er ein lítil løta", Hallur Joensen

Trivnaðarnevndin mælir frá at keypa fløguna "Lívið er ein lítil løta".
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, Barnaverndartænastan

Trivnaðarnevndin mælir til at játta at uppnormara starvsfólkaorkuna í Alvalon samb. skriv frá Barnaverndartænastuni dagf. 27. oktober 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul, Vága Kunningarstova

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,- Peningurin verður at taka av konto 5.24.32.380 Tilboð og tiltøk innan mentan og frítíð.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Dansistovan

Eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini verður málið tikið upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2016.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12