28.10.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

1. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

Eykajáttan av konto kr.   til konto  
Læknahølið 2202238011 35.000,00   1111238010 Val
Onnur almannamál 2211338010 20.000,00      
Graslíkisvøllur 5246238010 100.000,00   2202338010 Tannlæknin
Viðlíkahald - bygningar 6113138030 185.000,00   4232238110 Skúlin
Viðlíkahald - bygningar 6113138030 43.000,00   4232238120 Í skúlin
Viðlíkahald - bygningar 6113138030 100.000,00   7311138010 Sløkkilið
Byggib. - ídnaðarøkið 6371138010 305.000,00   6381138120 Nýggir vegir
Byggib. - ídnarðarøkið 6371138010 100.000,00   6381138010 Vegir
Byggib. - ídnarðarøkið 6371138010 20.000,00   6381338010 Bilar
Stuðul - ítróttur 5241438010 100.000,00   5241338010 Tilboð og tiltøk innan mentan
    95.000,00   7304238020 Renovatión
Viðlíkahald - bygnningar 06113138030 350.000,00   05246238110 Ítróttaranlegg

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um sundurbýti av matr. 2a til samanlegging við matr. 151, Jóhan á Ørg

Tekniska nevnd viðmælir sundurbýti, har hjallur á matr. nr. 2a verður frábýttir og lagdur saman við nr. 151.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jóhan á Ørg luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 118 í Mykinesi, Anfinnur Zachariassen, til samanlegging við matr. 64b í Mykinesi, Finn Hansen og Laila S. Jacobsen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti, har matr. 118 letur 4 gyllin uttangarðs á Heimangjógv og 1659 m2 innangarðs (Mortansbøur) til matr. 64b.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um sundurbýti av matr. 223, John Mouritsen, til samanlegging við matr. nr. 171, Heri Hentze og Svend Hentze

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti, har matr. nr. 223 letur 2 gyllin uttangarðs á Vørufelli til samanlegging við matr. 171 í Sørvági.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Søla av matr. 241b til Sørvágs kommunu, Sólgerð Jóhansdóttir

Tekniska nevnd mælir til at keypa matr. nr. 241b og mælir samstundis til at Fíggjarnevndin samráðist um prísin.
Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 241b fyri vanligan prís, sum kommunan keypir lendir fyri frá tí almenna.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 188f í Sørvági, Egil Beder

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 188f í Sørvági, sambært umsókn og tekningum móttiknar 30. september 2015.
Grannaloyvið frá eigaranum av matr. 189a fyriliggur.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um at stoypa fundament til at seta nýtt tøkniskáp á til nýggja samskiftisútgerð, FT Net

Vísandi til skriv frá Landsverk 29. september 2015 mælir Tekniska nevnd til at geva FT Net loyvi til at stoypa fundament til at seta nýtt tøkniskáp á til samskiftisútgerð.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging á sethús á matr. 46a í Bø, Eystein í Løðu

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til uppíbygging á sethús á matr. nr. 46a í Bø, samb. umsókn og tekningum dagf. 12. oktober 2015.
Grannaloyvir fyriliggja frá eigarunum av matr. nr. 2 og matr. nr. 49 í Bø.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til umbygging av sethúsum og nýbygging av bilhúsi og flettirúmi á matr. 64 og 66 í Gásadali, Katrin Fagraklett

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til umbygging av sethúsum og nýbygging av bilhúsi og flettirúmi, samb. umsókn og tekningum dagf. 20. sept. 2015.
Grannaloyvi frá eigaranum av matr. nr. 36 í Gásadali fyriliggur.
Byggiloyvið er treytað av at matr. nr. 64 og 66 verða løgd saman í ein matrikkul.
Endaligt byggiloyvi verður útskrivað, tá matr. nr. 64 og 66 eru samanløgd.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um samanlegging av matr. nr. 64 og 66 í Gásadali, Katrin Fargraklett

Bygdaráðið viðmælir samanlegging av matr. nr. 64 og 66 í Gásadali, samb. umsókn dagfest 20.10.2015.

 

 

 

Mál nr. 11

Ums. um byggiloyvi til virkisbygning á matr. 78b í Mykinesi, Esbern í Eyðansstovu

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til virkisbygning á matr. nr. 78b í Mykinesi, sambært umsókn og tekningum dagfest 8. apríl 2015. Loyvir frá friðingarmyndugleikum skulu fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um at keypa grundstykki matr. nr. 272o, Liz Medina

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 272o, sum er 648 m2 til støddar til Liz Medinu, samb. umsókn 13.10.2015 fyri kr. 100,- pr/m2 + 70.000 fyri útgrevstur og planering.
Møguliga verða smáar reguleringar gjørdar í samband við broytan av byggisamtyktini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um fíggjarligan stuðul til rakstur av felagnum, Vága Dansifelag

Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um stuðul til keyp av borð og stólum, Vága Dansifelag

Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15

Uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon, Barnaverndartænastan í Vágum

Trivnaðarnevndin mælir til at játta at uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon samb. skriv frá Barnaverndartænastuni dagf. 25. september 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Fulltrú til bygginevndina fyri heimið á Sýnini

Bygdaráðið samtykti ískoyti til bygginevndina í samband við umvæling av heiminum á Sýnini.
Fyrra fulltrúin varð givin 26. januar 2015.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12