30.09.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
  • Thordis Skaalum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Skriv viðvíkvíkandi gerðabýti matr. nr. 214, Ragna Mikkelsen

Vísandi til skriv frá Landsverk um makaskifti í samband við vegamótið Traðarbrekka/Varðagøta/Sørvágsvegur, mælir Tekniska nevnd til at kommunan letur/selur 336 m” av vegi, ið verða lagdir saman við matr. nr. 214.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til bilskýli/parkeringspláss á matr. 16, Gudny Heinesen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús/parkeringspláss, samb. umsókn og tekningum dagfest 15. september 2015.
Eisini verður mælt til at geva loyvi til verjugarð omanfyri sethúsini.
Loyvið frá Landsverk skal fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um broytan av byggisamtykt fyri Bø, matr. 37a, Jegvan Heinesen

Bygdaráðið hevur á fundi 24. september 2014 samtykt niðanfyri nevnda:
Tekniska nevnd mælir til at svara, at tað ikki verður tikið eitt einstakt stykki burturúr til grundøki, men at hetta verður tikið upp, tá byggisamtyktin verður endurskoðað.
Vinnunevndin mælir til at Jegvan fær sama svar, sum varð samtykt á bygdaráðsfundinum 24. sept. 2014.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Fíggjarætlan 2016, Sørvágs bókasavn

Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavni fyri 2016.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Tikið av skrá.

 

 

Mál nr. 6

Skriv viðv. koyripeningi til undirvísara til Sørvágs kvøldskúla, Rakul P. Vang

Trivnaðarnevnidn mælir til at stuðla við koyripeningi í samband við undirvísara til Sørvágs kvøldskúla (kubba og bensin).
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul, Tannlæknafelagið

Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul til Tannlæknafelagið, samb. skriv dagfest 9. september 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Søla av matr. nr. 272ae, Ludvík Jørgensen

Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 273ae, sum er 739 m2 til støddar til Ludvík Jørgensen samb. umsókn dagfest 24.09.15 fyri 100,- kr/m2.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Keyp av matr. nr. 253l, arvingarnir eftir Sofus Jacobsen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 253l aftur frá arvingunum eftir Sofus Jacobsen fyri sama prís, sum hann keypti tað frá kommununi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Keypið verður fíggjað av konto byggibúning. Á næsta fundi verður eykajáttan løgd fyri bygdaráðið hesum viðvíkjandi.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um marknaumskipan av matr. nr. 397d-11d, Westtech

Bygdaráðið samtykti umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 397d og 11d dagfest 29.09.2015 frá Westtech, har matr. nr. 397d letur uml. 409m2 til matr. nr. 11d.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 11

1. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2016

aksturin í fíggjarætlanini var gjøgnumgingin.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12