02.09.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um keyp av gøtu matr. nr. ab, Valdemar Simonsen

Tekniska nevnd mælir frá at selja gøtuna matr. nr. ab og at hildið verður fast við áður gjørdar samtyktir.
Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku-/Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn frá Katrin Jensen um keyp av matr. nr. 119u frá Sørvágs kommunu

Tekniska nevnd mælir frá at selja matr. nr. 119u.
Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku-/Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. 285a, Jónley og Hans Poulsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall, samb umsókn og tekningum dagf. 18. juni 2015.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um endurgjald til garð á matr. 287b í Sørvági, Oddmar Lauritsen

Fíggjarnevndin mælir til at geva endurgjald samb. vanligum treytum fyri endurgjald til garð hjá Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Ikki alment mál.

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um peningaligan stuðul, Bygda- og Ungmannafelagið Súlan

Bygda- og Ungmannafelagið Súlan søkir um stuðul uppá kr. 15.000,00.
Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 15.000,00 samb.umsókn dagfest 2. juli 2015.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um peningastuðul, Ung í Føroyum

Fíggjarnevndin mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Ikki alment mál.

 

 

 

Mál nr. 9

Smiðja hjá Jaspur Joensen

Bygdaráðið samtykti at bjóða Jaspur Joensen kr. 450.000,00 fyri smiðjuna.

Jaspur hevur freist til 1. oktober 2015 at rudda smiðjuna.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12