24.06.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
  • Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

2. viðgerð av eykajáttan, keyp av 2 bilum, stýrið fyri Heimatænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av 2 bilum til á Sýnina samb. skriv fá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum dagfest 19.05.15.
Kostnaðurin hjá Sørvágs kommunu er kr. 96.000 ,-
Peningurin verður at taka av konto 2.21.61.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul til Sørvágs Róðrarfelag

Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 25.000,00 til SR.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.
Stuðulin verður útgoldin tá roknskapurin og skjalprógvaðar útreiðslur fyri draktirnar fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um fíggjarligan stuðul til lýsingarfilm, Visit Vágar

Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 22.500,00 til Visit Vàgar til film.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um fíggjarligan stuðul til Country- & bluesfestivalin

Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 75.000,00 til CBF.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Roknskapurin fyri 2014 fyriliggur.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar-og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum málinum.

 

 

 

Mál nr. 5

Regulering av sáttmálanum hjá Frank Davidsen

Umsitingin mælir til at sáttmálin verður reguleraður við 5.000,- kr/mðr. frá 01. august 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá umsitingini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 271 í Sørvági, Hans Eli Reynskor

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til sundurbýti av matr. nr. 271 í Sørvági, samb. umsókn dagfest 26.05.2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um loyvi til at gera garð á matr. nr. 330, Hans Eli Reynskor

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at gera garð á matr. nr. 330 samb. umsókn og tekningum dagfestar 29.05.2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um marknaumskipan/marknaáseting matr. nr. 271 og 330, Hans Eli Reynskor og Jógvan Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til marknaumskipan/marknáseting matr. nr. 271 og 330 samb. umsókn dagfest 29.05.2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Ansað verður eftir at avtalur, sum kommunan hevur gjørt við matr. nr. 271 verða hildnar.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um keyp av ogn frá Sørvágs kommunu og byggiloyvi til altan á matr. 17a í Bø, Tróndur Niclasen

Tróndur Niclasen søkir um at keypa burturav ogn hjá Sørvágs kommunu.
Tekniska nevnd mælir frá at ganga umsóknini á møti, tí verandi frástøða millum skúlan og sethúsini er so lítil.
Tekniska nevnd mælir til at Tróndur fær byggiloyvi til at byggja altanina á mark, tó ikki nærri enn 5 m frá kommunalari ogn matr. nr. 34.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um byggiloyvi til bilhús, Jákup Suni Lauritsen

Bygdaráðið samtykti at geva Jákup Suna Lauritsen byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 95h í Sørvági, samb. umsókn dagfest 18.05.2016 og tekningum dagfestar 24.06.2015.
Grannaloyvi frá eigaranum av matr. nr. 95g, Annfinn Joensen fyriliggur.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Jákup Suni Lauritsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

 

 

Mál nr. 11

Broytan av byggisamtyktini

Bygdaráðið samtykti eina serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 272p, 272o, 272a og 154b samb. tekningum dagfestar juni 2015.

 

 

 

Mál nr. 12

Eykajáttan, Sørvágs Havn

Havnarnevndin mælir til at bryggjan verður gjørd av nýggjum skjótast tilber, og at byrjað verður at projekterað beinanvegin.
Havnanevndin mælir til at arbeiðið verður fíggjað við tøkum peningi.
Projektering og eftirlit kostar 225.000,- kr.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini 2015

Í samband við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður mælt til at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

Bygdaráðið samtykti, at Tekniska nevnd saman við umsitingini kann avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

 

 

 

Mál nr. 14

Ums. um endurnýggjan av byggiloyvi, Sunnari Suðurtriðingur, Heini Davidsen

Bygdaráðið samtykti at endurnýggja byggiloyvi til seyðahús heimanfyri bólið, sum liggur suðuri í Oyrum, samb. umsókn dagfest 17.06.2015 og tekningum, tó við tí broyting at bygningurin verður 10x5 móti teim 8x4, sum loyvið var givið til í 2006.
Byggiloyvi verður ikki útskrivað, fyrr enn onnur loyvir fyriliggja.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um stuðul til stuttfilm um Mykines, Rúna Ingunardóttir

Umsókn um stuðul til stuttfilm um málningar hjá Mykines.
Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,-
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Viðvíkjandi keyp av lendi til frítíðardepil í Bø

Frítíðardepilin á matr. nr. 39a hevur fyri fleiri árum síðani verið viðgjørdur av teimum myndugleikum, sum høvdu við byggingina at gera.
Málið kom í drag, og hevur verið viðgjørt av nýggjum í bygdaráðnum, sum hevur givið sítt loyvi. Tí mæla vit til at Tróndur Niclasen fær heimild at keypa lendið, so ætlanin um Frítíðardepil í Bø kann setast í verk.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12