27.05.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Ársroknskapurin fyri 2014

Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2014.
Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina við eykajáttanum vóru:

 

Játtan Løgur Roknskapur Løgur
Rakstur og útlán   Rakstur og útlán  
28.547 10.315 27.372 8.862

 

Tá fíggjarætlanin fyri 2014 varð gjørd, varð roknað við einum RLÙ halli upp á tkr. 4.636. Men úrslitið gjørdist nógv betur, nevniliga eitt avlop uppá tkr. 3.131.

Ársroknskapurin fyri 2014 varð einmælt samtyktur.

 

 

 

Mál nr. 2

2. viðgerð av eykajáttan til Felagið Vágar

Trivnaðarnevndin mælir til at Sørvágs kommuna skal gjalda sín part í samband við umsókn um meirjáttan frá Felaganum Vágar, dagfest 9. apríl 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin kr. 64.000 verður at taka av konto 1.11.21.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

2. viðgerð av eykajáttan til 07 Vestur

Á fundi hin 27.02.2015 mælir Fíggjarnevndin til at útgjalda stuðulin hjá 07 Vestur fyri 2016 kr. 500.000,00 í 2015.
Stuðulin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 4

2. viðgerð av eykajáttan til læknahúsini

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til læknahúsini á kr. 1.800.000.
Eykajáttanin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

2. viðgerð av eykajáttan, keyp av bilhúsi, stýrið fyri Heimatænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av bilhúsi á Sýnini samb. skriv frá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum, dagfest 07.04.15.
Kostnaðurin hjá Sørvágs kommunu verður kr. 106.000,-
Peningurin verður at taka av konto 2.21.61.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

1. viðgerð av eykajáttan, keyp av 2 bilum, stýrið fyri Heimatænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av 2 bilum til á Sýnina samb. skriv frá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum dagfest 19.05.15.<br/ >Kostnaðurin hjá Sørvágs kommunu verður kr. 96.000 ,-
Peningurin verður at taka av konto 2.21.61.381.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Umsókn um stuðul til verkætlan, Vágakórið

Vágakórið søkir um stuðul á kr. 10.000,- til eina verkætlan í samband við at Sørvágs kommuna fyllir 100 ár.
Fíggjarnevndin mælir til at játtað kr. 10.000,-
Peningurin verður at taka av kto. 52432380 - Mentunarmál.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Føroyingafelagið í Aalborg

Fíggjarnevndin mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um framhaldandi stuðul, SÍ-flogbóltsdeildin

Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 175.000,-
Roknskapurin fyri 2014 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um keyp av gøtu, matr. nr. ab, Valdemar Simonsen

Tekniska nevnd mælir frá at selja gøtuna matr. nr. ab og at hildið verður fast við áður gjørdar samtyktir.
Fíggjarnevndin tekur undir til tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 155a í Sørvági, Ole Andersen

Tekniska nevnd mælir til at geva Ole Andersen byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 155a samb. umsókn og tekningum dagfest 9. mai 2015. Tó skal bygningurin verða 2,5 m frá kommunala vegnum.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um keyp av ogn frá Sørvágs kommunu og byggiloyvi til altan á matr. nr. 17a í Bø, Tróndur Niclasen

Málið tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 13

Frítíðardepil í Bø, Tróndur Niclasen

Tekniska nevnd tekur undir við at byggiætlanin frá 2007 viðv. frítíðardepli í Bø verður broytt samsvarandi skrivi og tekningum móttikið 21. mai 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 14

Avtakan av Brunanevndini

Brunanevndin er farin í søguna og í staðin skal kommunan seta eina Tilbúgvingarnevnd.
Uppskot:
Sune Jacobsen, form., Kristian Olsen, tilbúgvingarleiðari, John Martin Olsen, Oddmar Selfoss, Jóhan á Ørg, Jákup Suni Lauritsen og Erik Davidsen.

Einmælt samtykt.

 

 

 

Mál nr. 15

Keyp av jørð, Jákup Christiansen

Jákup Christiansen hevur vegna arvingarnar eftir Hjørdis Húsdal spurt, um kommunan er áhugað at ogna sær innangarðs matr. nr. 131a í Sørvági.
Vinnunevndin mælir frá at keypa matr. nr. 131a innangarðs.<br/ >Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16

Vegamót í Sørvági, umbygging av vegamóti Traðarbrekka/Varðagøta/Sørvágsvegur, Landsverk

Landsverk hevur í skrivi dagfest 21. mai 2015 spurt um møgleikan at eigarnir av matr. 214 kunnu makaskifta við lendi hjá kommununi. Talan er um 264 m2.
Tekniska nevnd mælir til at ganga umsóknini frá Landsverk á møti.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 17

Keyp av matr. nr. 161 í Sørvági

Í samband við útstykking til grundøkir heitir Vinnunevndin á bygdaráðið um at kanna møguleikan at keypa matr. nr. 161 í Sørvági. Økið er 4.771 m2 til støddar.

 

 

 

Borgarstjórin kunnaði um parkeringsviðurskiftini á Bakkavegnum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12