06.05.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Hendrik Olsen
  • Jákup á Stongum
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul, 7. flokkur í Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at 7. flokkur ruddar sandin og at hetta verður gjørt áðrenn Country festivalin. Fyri hetta fær hvør næmingur eina samsýning.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Meirjáttan til Felagið Vágar

Trivnaðarnevndin mælir til at Sørvágs kommuna skal gjalda sín part í samband við umsókn um meirjáttan frá Felagnum Vágar dagfest 9. apríl 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin kr. 64.000 verður at taka av konto 1.11.21.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til Kvinnuhúsið, Kreppumiðstøðin

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnarðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul til útferð við útlendingum, Marna Jacobsen

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.14.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Vágakórið

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin mælir til at Vágakórið fær samsýning áljóðandi eina ávísa upphædd, tá kórið hevur konsertir í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

Skriv viðvíkjandi á Stakka, Ragnar í Haraldstovu

Trivnaðarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Ragnar í Haraldstovu.
Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 7

Góðkenning og nýtsluloyvi til brúk av Cab - in (Tornbygningurin) hjá FAE, Vága Floghavn

Tekniska nevnd mælir til at góðkenna nýtsluloyvi til brúk av Cab - in (Tornbygningurin) hjá FAE - Vága Floghavn, sambært umsókn og tekningum dagfest 16. mars 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. 231i í Sørvági, Rasmus Mouritsen

Tekniska nevnd mælir til at geva Rasmus Mouritsen byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 231i samb. umsókn og tekningum dagfest 3. mars 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Ums. um byggiloyvi til at byggja afturat summarhúsum á matr. 8 í Bø, Mads Guttesen

Mads Guttesen søkir vegna Estrid Guttesen um loyvi at byggja afturat summarhúsum á matr. nr. 8 í Bø.
Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til at byggja afturat verandi summarhúsi á matr.nr. 8 í Bø, samb. umsókn og tekningum dagfest 11. apríl 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu og Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðarblaðið A – hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um loyvi at gera veg til sethús á matr. nr. 126, John Heri Joensen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til veg til sethús á matr. nr. 126, John Heri Joensen, samb. umsókn og skitsu dagf. 25. mars 2015.
Loyvi frá matr. nr. 338a, Reidar Ole-Jacobsen fyriliggur.
Samstundis verður mælt til at geva loyvi at gera garð og trappu, hesi loyvi verða útskrivað, tá grannaloyvir frá matr. nr. 338a, Reidar Ole-Jacobsen og matr. 125, Heri Jacobsen, fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 11

Umsókn um byggiloyvi til karnap á sethús á matr. 26a í Bø, Jógvan/Anna S. Nordendal

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til karnap á matr. nr. 26a í Bø, samb. umsókn og tekning dagfest. 8. apríl 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Umsókn um loyvi at gera terassu á matr. 179c, Jákup Heri Leonson

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til terassu á matr. nr. 179c sambært umsókn og tekningar dagfest 9. mars 2015.
Annars er byggiloyvi treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 272aa, Nomi Magnussen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272aa, sambært umsókn og tekningum dagfest 9. apríl 2015.
Hædd á mønu kann í hægsta lagi vera 39,29m
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðarblaðið A – hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. 211c, Hans David Nielsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall á matr. nr. 211c sambært umsókn og tekning dagfest 13. apríl 2015.
Grannaloyvið frá matr. nr. 207, Jens Erland Lið fyriliggur.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um loyvi at stoypa garð á matr. nr. 253m, Birna Henriksen/Jákup Haraldsen

Tekniska nevnd mælir til at geva Birnu Henriksen og Jákup Haraldsen loyvi til at stoypa garð á matr. nr. 253m, samb. umsókn og skitsu dagfest 22. apríl 2015.
Samstundis mælir Tekniska nevnd til at gjalda tilfarið til garðin, eftir galdandi reglum, ið kommunan hevur ásett hesum viðvíkjandi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um loyvi at stoypa garð á matr. nr. 155a, Ole Andersen

Tekniska nevnd mælir til at geva Ole Andersen loyvi til at stoypa garð á matr. nr. 155a samb. umsókn og tekning dagfest 18. apríl 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 17

Uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, Barnaverndartænastan

Fíggjarnevndin mælir til at uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon, samb. skriv dagfest 14.04.15 frá Barnaverndatænastuni.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 18

1. viðgerð av eykajáttan til læknahúsini

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til læknahúsini á kr. 1.800.000.
Eykajáttanin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19

1. viðgerð av eykajáttan til 07 Vestur

Á fundi hin 27.02.2015 mælir Fíggjarnevndin til at útgjalda stuðulin hjá 07 Vestur fyri 2016 kr. 500.000,00 í 2015. Stuðulin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarrnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Sáttmáli, Frank Davidsen

Útsett.

 

 

 

Mál nr. 21

Skipan av havnarøkinum

Havnarnevndin mælir til at geva Jaspur eina freist í samband við keyp av smiðjuni.
Havnarnevndin mælir til at bygdaráðið samtykkir at senda bræv um hetta, og at verandi tilboð um keyp av smiðjuni verður sett til 1. september 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 22

Eykajáttan, keyp av bilhúsi, stýrið fyri Heimatænastuna

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av bilhúsi á Sýnini samb. skriv frá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum dagfest 07.04.15.
Kostnaðurin hjá Sørvágs kommunu er kr. 106.000,- Peningurin verður at taka av konto 2.21.61.380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 23

Sundurbýti av ídnaðarøkinum matr. nr. 422d

Bygdaráðið samtykti at sundurbýta matr. nr. 422d samb. tekning dagfest 30.04.2015 uml. 1400 m2.
Eisini varð samtykt at selja Sp/f K.J.O økið.
Byggiloyvi verður givið sambært innsendum tekningum dagfest 05.05.2015.

Byggiloyvið verður útskrivað, tá keypspeningurin er goldin og nøktandi tekningar eru innkomnar. Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12