26.03.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Thordis Skaalum
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um stuðul til kanningarverkætlan, Barnabati

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til heimasíðu og upplýsing í samband við ADHD/ADD

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til Virkin sum longst, Ruborg Zachariassen/Jónvør Joensen

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 52414380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

 

Mál nr. 4

Umsókn um stuðul fyri árið 2015, Sørvágs Bygdasavn

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Bygdarsavni við kr. 72.000,00 fyri árið 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 52432380.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn til verkætlanina "95 lond & 1 tjóð"

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um stuðul til tónleikarastevnu, Ælabogin

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Góðkenning av roknskapi hjá Sørvágs bókasavni fyri 2014

Trivnaðarnevndin mælir til at samtykkja roknskapin fyri 2014 hjá Sørvágs bókasavni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Uppskot um sølutorg í Sørvági, Jógvan Arni Petersen

Tekniska nevnd mælir til at arbeiða víðari við málinum.
Samstundis heitir Tekniska nevnd á umsitingina, um at biðja Jógvan Arna um skitsu av uppskotinum um torg.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umbýti av matr. nr. 305 við fjós, Jákup Heri Leonson

Tekniska nevnd mælir frá at umbýta fjós við matr. nr. 305 í Sørvági.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 231i, Rasmus Mouritsen

Málið útsett.

 

 

 

Mál nr. 11

Skriv við matr. nr. 272x, Rasmus Niclasen

Vísandi til vanligar mannagongdir viðv. garðum, mælir Tekniska nevnd frá at stoypa garð.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Skriv frá Elian Jensen, viðv. byggiloyvi á matr. nr. 119a í Sørvági

Tekniska nevnd mælir til at svara soleiðis:
Vísandi til skriv dagfest 15. mars 2015 verður sagt frá, at Sørvágs kommuna, er sinnað at fara í samráðingar um umbýti av matr. nr. 119a við onnur økir hjá Sørvágs kommunu.
Hetta er treytað av, at allir eigararnir av matr. nr. 119a geva samtykki til tess.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 13

Útstykking

Málið beint aftur í Vinnunevndina.

 

 

 

Mál nr. 14

Kunning

Í samband við umbygging av læknahúsinum og stuðul til 07 Vestur, so verður 1. viðgerð av eykajáttanini løgd fyri bygdaráðið á fyrst komandi fundi, sum verður 29. apríl 2015.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12