26.02.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
Umframt: Bjørg Beder, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Sundurbýti av matr. nr. 63 í Mykinesi, Katrin Joensen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknini um sundurbýti av matr. nr. 63 í Mykinesi.
Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd, tó við teirri treyt, at ein geil 3,5 m breið verður løgd gjøgnum stykkið, samb. bygdaráðssamtykt 28.01.15.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Sundurbýti av matr. nr. 36a, fjós, Heri Guttesen, Búnaðarstovan

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina frá Búnaðarstovuni um, at fjós á matr. nr. 36a verður býtt frá festinum.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um byggiloyvi til køkslon á matr. nr. 68b, Mykines, Katrina Johannesen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til køkslon á matr. nr. 68b í Mykinesi, samb. umsókn og tekningum móttikið 9. desember 2014.
Annars er byggiloyvi treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs Kommunu.
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðblaðið A – hefti 14, 1999.
Víst verður til Kap. 6. Bjargingarviðurskifti – grein 6.1. - 4.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Mælt verður til at takið fær vanligt hall til báðar síður.

 

 

 

Mál nr. 4

Marknaumskipan millum matr. nr. 237b, Jørgin M. Niclasen og matr. nr. 26a, Baldvin Harðarsson

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 237b Jørgin M. Niclasen og matr. nr. 26a Baldvin Harðarsson.
100 m2 skulu býtast frá uppi við vegin, soleiðis, at hetta kann brúkast til parkeringspláss.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 5

Planering av grundøki á ídnaðarøkinum

Sørvágs kommuna hevur móttikið tilboð um planering av grundøki á ídnaðarøkinum frá:
PSM Maskingrevstur, Sp/f Á Reyni og Sp/f KJO.
Tekniska nevnd mælir til at taka av lægsta tilboðnum, ið er frá Sp/f KJO v/Kristian Olsen kr. 62.000,00 u/mvg.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Peningurin verður at taka av konto 62211380 byggibúning.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

Vælkomin til Sørvágs kommunu

Samtykt varð at gera uppskot um skriv til komandi nýggjar borgarar í Sørvágs kommunu.

Umsitingin kannar, hvussu nógv ein slíkur faldari kostar.

 

 

 

Mál nr. 7

Skriv frá Alvalon

Trivnaðarnevndin tekur undir við skrivinum frá Alvalon dagf. 2. februar 2015 har ynski er um, at gjaldið verður broytt soleiðis: børn upp til 3 ár kr. 2.300,00 og børn 3 ár til skúlaaldur kr. 1.825,00.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um skeinki/matstovuloyvi til Café Fjørðoy

Trivnaðarnevndin viðmælir umsóknina um skeinkiloyvi/matstovuloyvi til Café Fjørðoy.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 9

Eykajáttan til Musikkskúlan í Vágum

Fíggjarnevndin mælir til at hækka játtanina til ljóðføri fyri 2015 við kr. 15.000,00.
Parturin hjá Sørvágs kommunu verður kr. 5.000,00.
Peningurin verður at taka av konto 52413380 mentan og frítíð.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 10

Leigusáttmáli fyri part av verkstaðsbygningi, Sp/f Á Reyni

Fíggjarnevndin mælir til at leingja sáttmálan við Sp/f Á Reyni frá 01.01.2015 til 31.12.2019.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 11

Frágreiðing um byggiætlan hjá 07 Vestur

Fíggjarnevndin mælir til at útgjalda stuðulin hjá 07 Vestur fyri 2016 kr. 500.000,00 í 2015.
Stuðulin verður at taka av tøkum peningi.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12

Uppskot um at leggja part av matr. nr. 119a til sethúsaøki og keyp av hesum

Vinnunevndin kemur við uppskoti viðv. sethúsaøkinum til næsta fund.

 

 

 

Mál nr. 13

Tilboð at stoypa fundament til mastur á havnarøkinum, Erik Heinesen

Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Erik Heinesen kr. 88.000,00 v/mvg.
Peningurin verður at taka av konto 73814381 havnin.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14

Ymiskt

Kunnað varð um læknahúsini og Verkhúsið á Toft.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12