28.01.2015

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Jóhan á Ørg
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Skriv frá 07 Vestur viðv. útgjaldan av stuðli

Trivnaðarnevndin mælir til at heita á Fíggjarnevndina at kanna, um møguligt er at útgjalda stuðulin fyri 2016 í 2015. Viðmerkjast skal, at hetta er stuðul, ið er játtaður av Sørvágs kommunu í samband við byggjan av felagshúsi við vøllin í Sørvági.
Í samband við skriv frá 07 Vestur um at gjalda tann stuðul, sum játtaður er fyri 2016 í 2015, er Fíggjarnevndin samd um at mæla bygdaráðnum til at játta hesar pengar, treytað av, at bygdaráðið kann taka undir við byggiætlanini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Hendrik Olsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um fíggjarligan stuðul, 07 Vestur

Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00 fyri árið 2015.
Peningurin verður at taka av kto. 05241338010 - Stuðul til ítrótt.
Roknskapurin fyri 2014 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Hendrik Olsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Vága Dartfelag

Meirilutin í Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00.
Fíggjarnevndin mælir frá at stuðla.

Bygdaráðið samtykti ikki at stuðla.

 

 

 

Mál nr. 4

Mannagongdir fyri leigu av Sørvágs skúla

Trivnaðarnevndin mælir til at samtykkja mannagongdir í samband við leigu av Sørvágs skúla.
Skúlaleiðslan hevur ábyrgd av, at reglugerðin verður hildin.

Bygdaráðið samtykti mannagongdinar fyri leigu av Sørvágs skúla.
Bygdaráðið samtykti at leigugjaldið verður tað sama, sum á hinum bygningunum hjá kommununi.

 

 

 

Mál nr. 5

Reglugerð um merkisdagar hjá starvsfólkum í Sørvágs kommunu

Trivnaðarnevndin mælir til at samtykkja reglugerð um merkisdagar hjá starvsfólkum í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um fíggjarligan stuðul, Parkinsonfelagið

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 7

Vegaføring frá Garðsvegi til matr. 380, 94, 114b, 374a, 85, 351, 338, 126 og 125

Tekniska nevnd hevur havt fleiri fundir viðv. omanfyri nevndu vegaføring.
Ymiskar loysnir hava verið umrøddar. Tekniska nevnd metir ikki, at ein nøktandi vegaføring til omanfyri nevndu matr. nr. kann gerast fyri ein rímiligan kostna.
Tekniska nevnd mælir til at svara omanfyri nevndu eigarunum soleiðis:
Vísandi til kunnandi fund á kommunuskrivstovuni 13. mai 2014 um vegaføring, verður sagt frá, at kommunan ikki hevur ætlanir um at gera nakra nýggja vegaføring.
Tey, ið hava møguleika, kunnu gera egna innkoyring, ið verður knýtt í Garðsveg.
Um hetta verður gjørt, má umsókn sendast til Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 8

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 345 í Sørvági, Laila Falkvard/Hans Marius Olsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging av sethúsum á matr. nr. 345 og byggiloyvi til bilhús, samb. umsókn og tekningum dagfest 23. januar 2015.
Tekniska nevnd mælir til, at bilhúsið verður staðsett av Sørvágs kommunu.
Annars er byggiloyvið treytað av:
Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs Kommunu.
Kunngerð um Brunaverju og Brunatrygd – Kunngerðblaðið A – hefti 14, 1999.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 9

Umsókn um byggiloyvi til fjós á matr. nr. 119a í Sørvági, Elian Jensen

Mikkjal Olsen, ráðg. byggifrøðingur, hevur vegna Elian Jensen søkt um byggiloyvi til landbrúksamboðsrúm, hoyggjgoymslu og fjós á matr. nr. 119 a í Sørvági.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. umsókn dagfest 4. desember 2014 og tekningum 01-09 dagf. 1. desember 2014 við niðanfyri nevndu treytum:

  • Byggingin kann ikki byrja, fyrr enn bygningurin er staðsettur av Sørvágs kommunu
  • Byggjast skal neyvt eftir tekningum og byggiætlan dagf. 6. januar 2015 á tann partin á matr. nr. 119 a, ið er tillutaður Elian Jensen, samb. servitutt–avtalu dagf. 7. sept. 1999.
  • Váttan frá øllum eigarunum av matr. nr. 119a skal fyriliggja hjá kommununi, áðrenn byrjað verður at byggja
  • Køstur við loki uttan frárensl verður niðurgrivin
  • Loyvir frá friðingarmyndugleikunum skulu fyriliggja, áðrenn byggiloyvi verður útskrivað.

Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Eigarin verður kunnaður um, at ætlanir eru um at partar av matr nr. 119a møguliga verða lagdar undir sethúsaøki.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 10

Málið tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 11

Marknaumskipan millum matr. nr. 206, Sørvágs Húsmøðrafelag og matr. nr. 158b, Sørvágs kommuna

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 206 Sørvágs Húsmøðrafelag og matr. nr. 158b Sørvágs kommuna.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 12

Ums. um endurbyggjan av úthúsi á matr. nr. 36 í Mykinesi, Suni Abrahamsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til endurbyggjan av úthúsi á matr. nr. 36 í Mykinesi, samb. umsókn og tekningum dagf. 8. januar 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 13

Málið tikið av skrá.

 

 

 

Mál nr. 14

Umsókn um byggiloyvi til goymslurúm/bilskýli á matr. 18c í Sørvági, Jógvan Jákup Lauritsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til goymslurúm/ bilskýli á matr. nr. 18 samb. umsókn og tekningum móttikið 12. januar 2015.
Í grein 21 stk. 5 er ásett: At á traðarstykki har bygningur er frammanundan (*), kann loyvi bert verða givið til at byggja eitt goymslurúm, sum í mesta lagi er 10 kvm. afturat verandi bygningi.
Í grein 21 stk. 6 er ásett: at bygging má einans fara fram, aftaná at loyvi er fingið frá friðingarnevndini, sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.
(*) Frammanundan er her at skilja sum tíðarskeiðið fram til kunngerðardagin fyri hesari byggisamtykt.
Loyvir frá friðingarmyndugleikunum skulu fyriliggja, áðrenn byggiloyvið verður útskrivað.
Byggiloyvið verður ikki útskrivað fyrr enn samb. byggisamtyktini nøktandi tekningar fyriliggja.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 15

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 41 í Bø, Ewald Niclasen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 41 í Bø samb. umsókn og tekningum dagf. 13. januar 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 16

Umsókn um byggiloyvi til kjøthjall á matr. nr. 406c í Sørvági, Jógvan Arni Petersen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til kjøthjall á matr. nr. 406c í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 15. januar 2015.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

Ragnar í Haraldstovu luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 17

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 328a í Sørvági, Jóndis Mouritzen/Annfinn Jacobsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppíbygging eystanfyri sethúsini, samb. umsókn og tekningum móttikið 25. november 2014.
Landsverk hevur í skrivi dagfest 23. januar 2015 viðmælt byggingina.
Tekniska nevnd mælir frá at geva byggiloyvi til bilhús vestanfyri sethúsini, tí at bygningurin kemur at standa ov nær høvuðsvegnum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 18

Umsókn um byggiloyvi til nýggja transformarastøð á havnarøkinum, SEV

Tekniska nevnd og Havnarnevndin mælir til at geva byggiloyvi til nýggja transformarastøð, samb. umsókn og tekningum dagfest 21. januar 2015.
Støðin skal standa javnfjar við verandi transformarastøð, so tætt niðan móti berginum, sum møguligt.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku- og Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19

Umbøn frá LUNA um loyvi at seta 8 stk. 20” bingjur á kajøkið niðanfyri kryvjivirkið í Sørvági, í tíðarskeiðinum 15. februar til uml. 1. august 2015

Havnarnevndin mælir til at játta umbønina við somu treytum, sum tá økið verður avsperrað í samband við tøku av laksi í Sørvági.
Íbinding til wc verður í verandi rottanga.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Havnarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 20

Sáttmáli, Sonni Jacobsen

Fíggjarnevndin mælir til at verandi sáttmáli við Sonna Jacobsen verður longdur soleiðis, at hann eisini er galdandi fyri 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 21

Á Sýnini, umvæling

Kommunurnar í Vágum arbeiða við at umvæla Heimið á Sýnini sambært avtalu millum Sjálvsognarstovnin, heimið á Sýnini, Vága kommunu, Sørvágs kommunu, Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.
Arbeiðið verður fíggjað sambært løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av Ellis- og røktarheiminum á Sýnini.
Kommunurnar á Vágum samdust á felagsfundi í Sørvági tann 05.02.2014 at velja eina bygginevnd við tveimum limum úr Sørvágs kommunu og tveimum úr Vága kommunu at hava eftirlit við umvælingini.
Bygginevndin hevur á fundi nr. 12 tann. 12.01.2015 samtykt eitt skipanaruppskot um, hvussu Heimið á Sýnini skal umvælast og dagførast. Skipanaruppskotið var lagt fyri kommunustýrini í báðum kommununum á fundi tann 19.01.2015.
Vísandi til §10 í samstarvsavtaluni millum Sørvágs- og Vága kommunu, verður ætlanin løgd fyri bygdaráðið til samtyktar.

Bygdaráðið samtykti skipanaruppskotið um, hvussu Heimið á Sýnini skal umvælast og dagførast.

 

 

 

Mál nr. 22

Á Sýnini, fulltrú fyri bygginevndina

Bygdaráðið samtykti fulltrú fyri bygginevndina dagfest 21.01.2015.

 

 

 

Mál nr. 23

Leigusáttmáli millum Sørvágs kommunu og Almannamálaráðið

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna leigusáttmálan millum Sørvágs kommunu og Almannamálaráðið um leigu av læknahúsinum fyri kr. 680,- pr. fermeturin árliga.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini.

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 24

Umsókn um grundøki á vinnuøkinum á Hálsi, Kristian Olsen

Tekniska nevnd mælir til at kanna, hvat kostnaðurin er at planera umbidna øki.
Endalig støða verður tikin á bygdaráðsfundinum 28. januar 2015.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Arbeitt verður víðari við málinum.

 

 

 

Mál nr. 25

Ikki alment mál

 

 

 

Mál nr. 26

Tilmæli í samband við byggiloyvi á, og sundurbýti av matr. nr. 63 í Mykinesi

Bygdaráðið tók einmælt undir við tilmælinum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12