10.12.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 11a og 264a

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. nr. 11a og 264a.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um byggiloyvi til útbygging av verandi virki á matr. 353e, LUNA

Tekniska nevnd mæla til at geva byggiloyvi til útbygging av verandi virki, samb. umsókn og tekningum 245-H.01 til 245-H.08 dagfestar 24.11.14 og 245-H.01 dagfestar. 5. desember 2014.
Annars er byggiloyvið treytað av almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Avtalað er millum Luna og Vestmek at bilhurðin á eystaru síðu á bygninginum verður flutt soleiðis, at hon kemur at venda móti suðri.
Víst verður til §9 í byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Eisini varð avtalað, at als onki amboð ella órudd skuldi standa millum bygningarnar.
Tó so verður gjørt pláss fyri 4 parkeringplássum frammanfyri høvuðsdyrnar hjá Vestmek. Parkeringsplássini skulu vera uppmerkt.
Leigusáttmálin verður víðkaður samsvarandi útbyggingina.
Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 3

Uppnormera starvsfólkaorkuna í Alvalon, Barnaverndartænastan

Fíggjar- og Trivnaðarnevndin mæla til at uppnormerað starvsfólkaorkuna í Alvalon við 15 tímum um vikuna frá 1. januar 2015 og 3 tríggjar mánaðar fram.
Harumframt verður mælt til framhaldandi samstarv við Sernám.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Avtala millum Sørvágs- og Vága kommunu um skipan av barnaverndartænastuni

Bygdaráðið samtykti avtaluna millum Sørvágs- og Vága kommunu um skipan av felags Barnaverndartænastu sambært §4 stk. 1,4,5 og § 6 stk. 2 í Barnaverndarlógini.

 

 

 

Mál nr. 5

Bygdaráðsfundir fyri 2015

Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri 2015. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar:

  • Mikukvøldið, 28. januar
  • Hóskvøldið, 26. februar
  • Hóskvøldið, 26. mars
  • Mikukvøldið, 29. apríl
  • Mikukvøldið, 27. mai
  • Mikukvøldið, 24. juni
  • Mikukvøldið, 2. september
  • Mikukvøldið, 30. september
  • Mikukvøldið, 28. oktober
  • Mikukvøldið, 11. november
  • Mikukvøldið, 25. november
  • Mikukvøldið, 9. desember

Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar fyri fundin.

Eykafundir ella broytingar í skránni verða lýstir í svørtu talvu ella á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu.

 

 

Mál nr. 6

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 50 í Sørvági, Sp/f West Tech

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til hjall, samb. umsókn og tekningum dagfest 7. oktober 2014.
Byggiloyvið er treytað av at frárenningin verður løgd í samlibrunn uttanfyri hjallin.
Mint verður á at tað ikki er loyvið at koyra burturkast frá slakti og seyðatøð í ánna.
Grannaloyvið frá Sørvágs Bio (Eddie Lauritsen) fyriliggur.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvág kommuna.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 7

Læknahúsini og møguligt leigumál

Bygdaráðið samtykti at borgarstjórin fær heimild at arbeiða víðari við málinum.

 

 

 

Mál nr. 8

Asfalt, John Arnfinn Reynstind

Fíggjarnevndin mælir til at goldið verður kr. 19.992,00 fyri økið frá kommunala vegnum og niðan til bilskúrin, sum er ein partur av ognini matr. nr. 131g til kommunalt vendipláss.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Ymiskt

Thordis kunnaði um verkstaðið á Toft.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12