26.11.2014

Bygdaráðsfundur kl. 18:00

 

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Ragnar í Haraldsstovu
  • Thordis Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jákup á Stongum
  • Hendrik Olsen
Umframt: Sunrid Rasmusen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 1

Avtala millum Sørvágs- og Vága kommunu um skipan av Barnaverndartænastu

Málið útsett.

 

 

 

Mál nr. 2

Umsókn um avtøku/broyting av servituttum. Kunning

Trivnaðarnevndin mælir til at svara soleiðis:

Vísandi til skriv dagfest 16. november 2014 um avtøku/broyting av servituttum á matr. nr. 360b/360d verður sagt frá, at Sørvágs kommuna ikki kann viðgerða umsóknina um avtøku av servituttum, tí umbøn um hetta má koma frá eigaranum av ognini.
Upplýsast kann, at bygdaráðið á fundi 28. februar 2007 hevur samtykt at víðka servituttin til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi. Eisini er samtykt á sama fundi, at mæla til at skeinkiloyvi verður givið.

 

 

 

Mál nr. 3

Umsókn um stuðul til bókaútgávu

Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 4

Keyp av matr. nr. 395f, Jóna Thomassen

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 395f fyri kr. 40.000,-
Peningurin verður avsettur á fíggjarætlanina fyri 2015.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 5

Umsókn um loyvi til breiðkan av hjalli á matr. 83 í Mykinesi, Jógvan Meinhard Johannesen

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til breiðkan av hjalli á matr. nr. 83 í Mykinesi, samb. umsókn og tekning móttikið 31. oktober 2014.
Loyvir frá hagapørtunum í Mykinesi fyriliggja.
Annars samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 6

3. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2015

Broytingaruppskot:

Rakstur 26.826.000
Rentur 900.000
Íbúðarmál 1.015.000
Avdráttir 2.810.000
Íløgur 3.449.000
Inntøkur 35.000.000
Barnafrádráttur 4.000
Skattaprosent ásett til 21%

Fyrst var atkvøtt um minnilutauppskotið hjá Jóhan á Ørg, sum fekk 2 atkvøður.

 

Síðan var atkvøtt um uppskotið frá meirilutanum, sum fekk 4 atkvøður.

Uppskotið frá meirilutanum í Fíggjarnevndini:

Rakstur 26.776.000
Rentur 900.000
Íbúðarmál 1.015.000
Avdráttir 2.810.000
Íløgur 4.589.000
Inntøkur 36.090.000
Barnafrádráttur hækkar frá 4.000,- til 4.500,- kr.
Skattaprosent hækkar frá 21% til 21,7%

 

 

 

Mál nr. 7

2. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til niðanfyri nevndu eykajáttanir:

 

Eykajáttan          
           
Frá konti       til konti  
1111438110 Útgerð kommunufyrisitingin 150.000   6302138110 Í Vatn
6245138010 Kirkjug 200.000   2202338010 Tannrøkt
6113138030 viðl. Bygningar 200.000   7311138010 Sløkkil.
6304138110 Í Kloakk 150.000   6302138010 R. Vatn
4232238110 Innbúgv skúlin 135.000   4232238120 Í Skúlin
  Tøkum peningi 200.000   6381138010 R. Vegir
  Tøkum peningi 200.000   7381438020 Bátah.
  Tøkum peningi 2.926.259   4232238120 Í Skúlin

 

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 8

Vegamótið Varðagøta/Traðarvegur

Tekniska nevnd tekur undir við uppskotinum frá Landsverk, um at broyta innkoyringina til Sørvág.
Tekniska nevnd hevur tó tað viðmerking til uppskotið, at tað eigur at vera tikið atlit til, hvussu ferðin kann tálmast oman móti Libanon.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Kunning

Bygdaráðið tekur undir við tilboðnum frá Jógvan J. Lauritsen um at taka steinarnar á kirkjugarðinum niður og laða hann uppaftur.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12